Loksins er málið um afturrindan av heilsutrygdargjaldi borið niðan í tingið, hesa ferð sum lógaruppskot. Eitt lógaruppskot, sum als ikki átti at verið borið í tingið, tí landsstýrinum tørvar ikki heimild at endurrinda gjøld, sum eru kravd inn í heimildarloysi.
Nú dysturin millum Heilsumálarráðið og Heilsutrygd hevur leikað í longdari leiktíð í nærum 12 ár, mundu flest halda, at málið um heilsutrygdargjaldið nú var avgreitt. Kærunevndir hava tikið avgerðir, Føroya Rættur og Landsrættur hava staðfest tær, og landsstýriskvinnur hava játtað at endurrinda heilsutrygdargjaldið, sum er goldið í stríð við Norðurlendska sáttmálan um sosiala trygd (NS).
Men áhaldni hjá landsstýrinum, Heilsumálarráðnum og Heilsutrygd fyri útisiglarans rokning er átaluvert. Lógaruppskotið er seinasta royndin at førka dystin av vøllinum yvir á skrivaraborðið. Væl mannað við alskyns serfrøðingum og løgfrøðiligum ráðgevum er lógaruppskotið vorðið til veruleika.
Lógaruppskotið er snøgt sagt ein roynd hjá Heilsumálarráðnum og Heilsutrygd at bjarga sínum egna skinni og vónandi sleppa undan rokningini samstundis.
Løgtingið
Lógaruppskotið hevur verið leingi ávegis, men varð umsíður sent til almenna hoyring í desember 2024. Nú uppskotið verður borið í tingið í februar 2025, hevur Heilsumálarráðið lagt nakað av blekki afturat upprunaliga lógaruppskotinum – eitt løgrit. Í januar 2025 kom nýtt løgrit (Løgrit 3) frá Løgmansskrivstovuni um støðu løgtingslóga í mun til millumtjóðarættarligar skyldur. Hetta má sigast at koma í evstu løtu, tí undanfarna Løgrit 2 (2019) var ikki til stórt gagn hjá hvørki Heilsumálarráðnum ella Heilsutrygd.
Málið um heilsutrygdargjaldið snýr seg um, at um løgtingslóg er í stríð við millumtjóðasáttmálar, sum Føroyar – ella Danmark vegna Føroyar – hava samtykt við onnur lond, so hevur løgtingslógin ikki gildi. Hetta var eisini niðurstøðan hjá Føroya Rætti, vísandi til grein 55 í Stýrisskipanarlógini.
Dómurin eisini umrøddur
Í Løgriti 3 verður dómurin í Føroya Rætti eisini umrøddur. Víst verður til løgtingsmál 107/2016, har landsstýriskvinnan í heilsumálum legði fram uppskot um undantak fyri gjaldsskyldu. Í løgritinum stendur m.a., at allir løgtingslimir eru gjørdir varugir við sjónarhornið, at Heilsutrygdarlógin ikki samsvarar við Norðurlendska sáttmálan um sosiala trygd (NS) og tí er ógildig sambært § 55 í Stýrisskipanarlógini. Uppskotið varð beint í Trivnaðarnevndina til viðgerðar.
“Trivnaðarnevndin hevði fleiri fundir um málið, har hon m.a. hoyrdi Antares (áhugafelag fyri sjófólk, ið eru umfatað av reglugerðini). Sjónarhornið um, at Heilsutrygdarlógin ikki samsvarar við Norðurlandasáttmálan, varð uttan iva tikið fram á hesum fundum. Hóast løgtingslimirnir hava kent til ósamsvarið millum millumtjóðasáttmálan og løgtingslógina, skrivaði Trivnaðarnevndin einki álit í málinum, og málið fall burtur, tá løgtingsárið endaði 29. juli 2017.”
Út frá hesi støðu metir løgritið [á s. 8], at:
“Hetta kann ikki skiljast sum annað enn, at Løgtingið er ósamt í tulkingini um, at løgtingslógin ikki samsvarar við millumtjóðasáttmálan. Løgtingið kann ikki metast hava í huga at bróta millumtjóðasáttmálar. Støða Løgtingsins er almenna støða Føroya, og landsstýrisfólkið er tí bundið at taka undir við tulking Løgtingsins. Tá Løgtingið ikki metir, at millumtjóðasáttmáli er brotin, og norska ríkið ikki hevur reist mótmæli, og tvístøðan ikki er viðgjørd eftir grein 11 í millumtjóðasáttmálanum, kann § 5, stk. 1 í Heimastýrislógini samanborið við § 55 í Stýrisskipanarlógini ikki nýtast. Einstaklingar, sum ikki hava átalurætt í millumtjóðasáttmálum, kunnu ikki virkja ásetingina. Orðingin í løgtingslógini um Heilsutrygd (Heilsutrygdarlógin) má tí metast vera galdandi í Føroyum.”
Sagt við øðrum orðum er Løgrit 3 sálarbótin hjá Heilsumálarráðnum og Heilsutrygd. Løgritið fríkennir ikki bert Heilsumálarráðið og Heilsutrygd, men metir harumframt, at grundgevingarnar hjá Føroya Rætti fyri frídøming eru strikaðar og ikki longur galdandi! – Fúlari tulking finst ikki.
At Løgmansskrivstovan dyttar sær at tulka eitt manglandi álit frá Trivnaðarnevndini sum prógv fyri, at Løgtingið er ósamt í tulkingini av § 55 í Stýrisskipanarlógini, er at skúgva bæði lógir, vit og skil til viks. Løgtingsfólk hava bíðað við toli eftir lógaruppskotinum, men verða nú, sambært løgritinum, løgd undir sjálvi at vera orsøkin til ruðuleikan, tí tey ikki hava avgreitt málið.
Sjálvt ikki fanin við hansara snildum og sviki hevði kunnað tulkað Bíbliuna meira missvísandi. Um hetta skal verða rættarstøðan í Føroyum – at eitt manglandi álit í málum, sum fella burtur, verður tulkað sum staðfesting av, at Løgtingið er ósamt í lógaruppskotinum, og at landsstýrisfólk eru bundin at taka undir við hesi tulking – so er ikki lætt hjá høgru hond at vita, hvat vinstra ger.
Verður hetta lógaruppskotið samtykt, verða Føroyar settar undir umsiting av umsitingini, ið við síni tulking megnar at skúgva lóg og landaskil til viks til frama fyri sína egnu fatan.
Tó má sigast, at Heilsumálarráðið – við Løgmansskrivstovuni í bakinum – er uppfinnsamt. Bara hugflogið setir mørkini, sum alla tíðina verða flutt longur og longur út.
Tí hóast løgritið blástemplar heimildarloysið hjá Heilsumálarráðnum og Heilsutrygd, og lógaruppskotið staðfestir, at tað framvegis er ógreitt, “hvørt persónar, ið hava goldið sosialt trygdargjald í øðrum Norðurlandi, samstundis sum hesir hava rindað heilsutrygdargjald í Føroyum, hava rætt til at fáa afturrindað heilsutrygdargjaldið”, so hevur Heilsumálarráðið kortini tikið avgerð um at áseta reglur í lóg, soleiðis at greið lógarheimild fæst fyri at endurrinda heilsutrygdargjaldið aftur í tíð.
Og soleiðis ætlar Heilsumálarráðið at fáa æruna fyri, at útisiglarar og onnur, ið hava rindað dupult heilsutrygdargjald í áratíggju, nú kunnu fáa ‘loyvi at søkja’ um at fáa stuldurin afturrindaðan.
So kunnu sáttmálar, stýrisskipanarlógir og avgerðir frá dómstólum annars hoppa og renna.
Skattur við afturvirkandi kraft!
Júst sum tey órættaðu hildu seg hava vunnið dystin, roynir Heilsumálarráðið at koldøma málið og skræða hol í netið, so tey mongu málini ikki telja kortini.
Í lógaruppskotinum er ásett, at um ‘umsøkjarin’ hevur fingið frádrátt í skattinum sambært § 154 b í skattalógini, so verður upphæddin drigin frá, áðrenn heilsutrygdargjaldið verður afturrindað.
Í stóru skattaumskipanini hjá Landsstýrinum í 2023 varð § 154 b-frádrátturin strikaður. Hetta frádráttarsamband loyvdi teimum, sum rindaðu sosialgjøld í samsvar við Norðurlendska sáttmálan um sosiala trygd (NS), at draga gjøldini frá í føroyska skattinum. Frá 1. januar 2024 hevur tað tí ikki verið møguligt at draga sosialgjøld frá í føroyska skattinum.
At Heilsumálarráðið nú ynskir at tengja afturrindanina av heilsutrygdargjaldinum at § 154 b-frádráttinum er ikki bert at blanda perur við bananir – tað er at áleggja ávísum borgarum skatt við afturvirkandi kraft, ið er í beinleiðis stríð við § 41 í Stýrisskipanarlógini.
Sambært § 41 í Stýrisskipanarlógini má eingin beinleiðis ella óbeinleiðis skattur verða álagdur, broyttur ella avtikin uttan við løgtingslóg. Víðari stendur, at:
“Beinleiðis ella óbeinleiðis skattur kann ikki verða álagdur fyri inntøkur, innflutning, útflutning, sølu, gjald ella tílíkt, sum er farið fram í tíðini, áðrenn løgtingslógaruppskot um hetta varð lagt fyri Løgtingið.”
Við lógaruppskotinum frá Heilsumálarráðnum verður § 154 b-frádrátturin strikaður aftur í tíð, og eitt møguligt endurgjald fyri heilsutrygdargjald verður mótroknað í eyka skatti.
Á henda hátt endar rokningin aftur hjá útisiglarunum. Hóast lyftið um afturrindan, verður eitt møguligt endurgjald etið upp av eyka skatti, sum hesir skulu rinda aftur í tíð.
At ein slík lógaráseting sleppur at síggja dagsins ljós, er onki minni enn ein gøla, ið undirgrevur alt lógargrundarlagið.
Hóast útisiglararnir vunnu málið í Føroya Rætti, tykist tað sum um Heilsumálarráðið og Heilsutrygd kortini vunnu dystin á skrivaraborðinum.
Ráða føroyingar í Føroyum?
Rithøvundarnir handan Løgritið smæðast ikki við at prika til ‘norsku løvuna’. Víst verður á, at “norska ríkið ikki hevur reist mótmæli, og tvístøðan ikki er viðgjørd, kann § 5, stk. 1 í heimastýrislógini samanborin við § 55 í stýrisskipanarlógini ikki nýtast.”
Við øðrum orðum tulkar Løgritið manglandi áhuga úr Noregi sum eina váttan av, at Føroyar kunnu halda fram við at krevja føroyingum – og norðurlendingum – dupult heilsutrygdargjald. Hetta máar alt grundarlagið undan rættarstøðuni hjá føroyingum, tí sambært Løgritinum kunnu føroyingar ikki kæra til føroyskar myndugleikar, men mugu seta sítt álit á, at norska ríkið ger tað vegna teirra.
Í Føroyum er tað Løgtingið, valt av Føroya fólki, sum setur lógir, rætturin, ið tulkar hesar lógir, og Landsstýrið, ið útinnir tær.
Málið um heilsutrygdargjaldið nærkast konfirmatiónsaldri, og hóast Løgtingið í 2015 samtykti, at Norðurlendski sáttmálin um sosiala trygd skal vera galdandi í Føroyum – og hóast Føroya Rættur hevur staðfest, at hesin sáttmálin hevur framíhjárætt framum heilsutrygdarlógina – so tvíheldur Heilsumálarráðið í hesum lógaruppskotinum um, at tað framvegis er ógreitt, um persónar, sum hava goldið dupult heilsutrygdargjald, hava rætt til at fáa tað afturrindað.
Nú mugu politikarar vakna, taka um endan og ikki lata seg stýra av andlitsleysum løgfrøðingum handan leiktjaldið.
At landsstýriskvinnan í heilsumálum letur Heilsumálarráðið leggja hennara navn til hetta lógaruppskotið – sum er enn eitt brot á Stýrisskipanarlógina – setur stórt spurnartekin við, hvør tað er, sum hálar í tráðarnar í hesum málinum. Vónandi verður uppskotið tikið aftur.
Floytan hevur ljóðað, dysturin er av. Heilsumálarráðið og Heilsutrygd hava tapt. Virðið nú avgerðina og endurrindið tað, sum tit hava kravt inn uttan heimild.
Grímur Sundstein, Fólkaflokkurin