Fólkatingsvalið 2026
FÓLKAFLOKKURIN Á FÓLKATING
Fólkaflokkurin vil brúka ein fólkatingssess sum ein borgarlig rødd, ið virkar til frama fyri føroyskum áhugamálum – og bara føroyskum áhugamálum.
Ein rødd, ið virkar fyri at betra um trygdina hjá føroyingum í gerandisdegnum í Føroyum.
Ein rødd, ið virkar fyri at betra um karmarnar hjá vinnuni í Føroyum.
Ein rødd, ið virkar fyri ynskinum um einar frælsari Føroyar.
Hendan røddin hevur manglað í alt ov langa tíð, og nú er ov mikið. Nú er tíð til, at Fólkaflokkurin verður aftur á Fólkatingi.
Trýst á myndina niðanfyri fyri at síggja valskrá Fólafloksins til Fólkatingsvalið 2026.