Fólkaflokkurin

Valskrá

FÓLKAFLOKKURIN Á FÓLKATING

Fólkaflokkurin vil brúka ein fólkatingssess sum ein borgarlig rødd, ið virkar til frama fyri føroyskum áhugamálum – og bara føroyskum áhugamálum.

Ein rødd, ið virkar fyri at betra um trygdina hjá føroyingum í gerandisdegnum í Føroyum.

Ein rødd, ið virkar fyri at betra um karmarnar hjá vinnuni í Føroyum.

Ein rødd, ið virkar fyri ynskinum um einar frælsari Føroyar.

Hendan røddin hevur manglað í alt ov langa tíð, og nú er ov mikið. Nú er tíð til, at Fólkaflokkurin verður aftur á Fólkatingi.

  • Breið politisk semja er um, at Føroya støða mótvegis Danmark skal broytast soleiðis, at Føroyar verða eitt sjálvstøðugt land í felagsskapi við Danmark. Endaliga avgerðin skal sjálvsagt takast heima í Føroyum, men Fólkaflokkurin vil nýta ein fólka-tingssess til støðugt at arbeiða fyri, at danska politiska skipanin fær eitt betri innlit í hesi ynski.

  • Alsamt meira rúsevni floyma inn í landið og syndra lívið hjá fleiri føroyingum. Somuleiðis økist talið av kriminellum, sum fremja kynsligan ágang og onnur brotsverk á netinum. Tí skal løgreglan styrkjast soleiðis, at meira kann gerast fyri at basa slíkum brotsverkum. Eisini skal føroyska løgreglan virka eftir føroyskari mentan. Okkara umboð fer altíð at tryggja, at løgregla og onnur málsøki, ið danir røkja, ikki verða misrøkt.

  • Ein kjarnuuppgáva hjá fólkafloksumboði á Fólkatingi er at arbeiða fyri áhugamálunum hjá føroysku vinnuni. Tað fevnir um at fáa donsku politisku skipanina at geva Føroyum møgu-leikar at gera betri handilsavtalur, og at danir ikki leggja forð-ingar fyri okkum.

  • Tilflytarar í Føroyum eru við til at lyfta okkara samfelag, og tey halda samfelagshjólunum koyrandi. Men vit mugu eisini vera á varðhaldi og tálma tilflyting, tí okkara samfelag er lítið og viðbrekið, og vit hava eina mentan at verja. Tí skulu vit seta krøv. Vit skulu hava eina greiða og einkla lóg, ið setur hesi krøv og eisini ger viðgerð greiðari. Málsøkið er danskt, og tí skulu broytingarnar, ið vit ynskja okkum, samtykkjast í Fólkatinginum. Okkara umboð fer at arbeiða fyri, at ynsktar broytingar verða framdar í Fólkatinginum.

  • Tað er av stórum týdningi, at umboð Fólkafloksins nýtir pall-in sum fólkatingsumboð á ein virðiligan hátt til frama fyri Før-oyar. Tí vilja vit altíð virða og virka fyri ynskjunum hjá lands-stýr-inum, sama hvør situr í stjórn.

Gerst limur longu í dag, og ger mun!

Skráset teg sum lim í Fólkaflokkinum. Sum limur ert tú skrásettur í einum lokalfelagi.
Vel veljarafelag