Viðtøkur
Lóg fyri Landsfelag Fólkafloksins
Henda lóg varð samtykt á floksleiðslufundi í Tórshavn 20.11.2012.
Tak niður viðtøkurnar her, ella leita niðanfyri
-
Navn floksins er: Hin Føroyski Fólkaflokkurin (Radikalt sjálvsstýri)
Navn felagsins er: Landsfelag Fólkafloksins.
-
Felagsins endamál er at skipa Fólkafloksins veljarar kring landið í felagsskap, at stuðla til luttøku, vekja ans, veita kunnleika og sambinda floksins politiska virksemi og útleggja floksins stevnu.
-
Fyri at fremja endamálið verður stuðlað til, at fólkafloksfelag er virkið í hesum sjey økjunum í landinum: Norðoyggjum, Eysturoy, Norðstreymoy, Suðurstreymoy, Vágoy, Sandoy og Suðuroy.
Hesi feløg verða nevnd økisfeløg.
Økisfeløgini skipa fyri uppstilling til løgtings- og møguliga bý- ella bygdaráðsval, har uppstillað verður politiskt.
-
Eisini verður stuðlað, at flokkurin hevur eitt landsfelag fyri fólkafloksungdóm kring alt landið, sum er at javnmeta við økisfeløgini.
-
Hesi feløg virka fyri felagsins og floksins endamáli.
Tey í §3 og §4 nevndu feløg eru limir í Landsfelag Fólkafloksins og verða undir einum nevnd limafeløgini. Limafeløgini skipa sjálv fyri sínum virksemi, sambært egnum viðtøkum.
-
Limir í tingbólkinum eru valdu limir floksins á løgtingi.
-
Tingbólkurin virkar fyri felagsins og floksins endamáli.
Tingbólkurin skipar sjálvur fyri politiska virksemi sínum.
-
Floksleiðslan er floksins og landsfelagsins hægsta vald.
-
Floksleiðslan er sett saman av tingbólkinum, landsstýrismonnum floksins og formonnunum fyri limafeløgini. Harumframt velur hvørt limafelag árliga, og í seinasta lagi flaggdagin, eitt umboðsfólk aftrat í floksleiðsluna.
Um ein limur í floksleiðsluni umboðandi eitt limafelag hevur forfall, kann nevndin í limafelagnum gera av at senda ein nevndarlim í staðin.
-
Floksleiðslan kemur saman minst fýra ferðir árliga, og hvørja ferð val er útskrivað. Í átrokandi málum kunnu formaðurin, starvsnevndin ella minst fimm limir í floksleiðsluni krevja fund.
Floksleiðslan tekur lut í øllum týðandi politiskum avgerðum.
Framman undan løgtingsvali verður uppstillingin gjørd, valstríðið fyrireikað og samskipað.
Floksleiðslan ásetur tað samlaða talið av løgtingsvalevnum fyri alt landið, og býtt verður ímillum økisfeløgini alt eftir fólkatalinum í hvørjum øki.
Hvørt økisfelag sær skal gera valevnalista fyri sítt øki við í minsta lagi tí tillutaða talinum av valevnum og innstilla listan til floksleiðsluna.
Valevnini skulu vera limir í flokkinum og hava fastan bústað í økinum hjá tí økisfelag, ið innstillar tey. Verður persónur, sum býr í øðrum øki, skotin upp sum valevni, skal økisfelagið, har viðkomandi býr, viðmæla hesum.
Innstillar eitt økisfelag fleiri valevni enn tillutað tal, loyvir floksleiðslan hesum, um samlaða talið av valevnum ikki tess vegna verður størri enn hægst loyvda tal av løgtingsvalevnum sambært galdandi lóg.
Floksleiðslan góðkennir innstillaðu listarnar og ger endaligu uppstillingina til løgtingsval út frá hesum.
Er samlaða talið av innstillaðum valevnum minni enn mest loyvda talið av løgtingsvalevnum sambært galdandi lóg, kann floksleiðslan økja endaligu uppstillingina við upp til so nógvum valevnum, at samlaða talið kemur upp til mest loyvda talið av løgtingvalevnum, sambært galdandi lóg.
Í teimum førum, floksleiðslan økir endaligu uppstillingina í mun til talið av innstillaðum valevnum, skal viðkomandi felag hoyrast.
Floksleiðslan ger uppstilling til fólkatingsval. Valevni til fólkatingsval skulu vera limir í flokkinum. Frávik frá limakravi verður bert gjørt, um flokkurin ger listasamgongu.
-
Tá ið avgerðir verða tiknar í floksleiðsluni, hevur hvør limur eina atkvøðu.
Allar avgerðir verða tiknar við vanligum meiriluta.
Persónur kann ongantíð hava meir enn eina atkvøðu á floksleiðslufundi.
-
Floksformaður verður valdur á hvørjum ári í seinasta lagi til landsfundin.
Uppskot til formann kunnu setast fram av ting- og landsstýrisfólkum floksins. Uppskotið skal í minsta lagi hava 1/3 av ting- og landsstýrisfólkum floksins til stillarar. Sami stillari kann bert vera stillari hjá einum valevni. Formansvalevni kann vera stillari hjá sær sjálvum. Um bert eitt uppskot er, er formaðurin valdur uttan atkvøðugreiðslu, og um onki uppskot er, heldur sitandi formaður fram.
Floksleiðslan velur floksformann millum innkomnu uppskotini. Fær onki av valevnunum meira enn helvtina av møttu atkvøðunum í floksleiðsluni við fyrstu atkvøðugreiðslu, verður tvungið val millum tey tvey uppskotini, ið fingu flest atkvøður við fyrstu atkvøðugreiðslu.
Stendur á jøvnum, verður lutakast, ið floksskrivarin skipar fyri.
Fyri at verða valdur til floksformann, skal viðkomandi vera løgtings- ella landsstýrisfólk fyri flokkin.
Floksformaðurin teknar flokkin í politiskum spurningum og myndar floksins politikk bæði innanfloks og úteftir. Floksformaðurin er samstundis formaður í floksleiðsluni.
-
Floksformaðurin og formaðurin í tingbólkinum eru fastir limir í starvsnevndini.
Er floksformaðurin eisini formaður í tingbólkinum, velur tingbólkurin á hvørjum ári og í seinasta lagi til landsfundin ein annan lim í starvsnevndina. Harumframt velur floksleiðslan á hvørjum ári floksskrivara, kassameistara, skrivara og tveir nevndarlimir í starvsnevndina.
-
Starvsnevndin virkar sum sambindingarlið millum limirnar í floksleiðsluni og annars øll, sum hava áhuga fyri arbeiði floksins.
Starvsnevndin umsitur dagliga starv landsfelagsins sambært virksemis- og fíggjarætlan, ið floksleiðslan hevur samtykt.
Starvsnevndin søkir sær javnan kunning um virksemi hjá tingbólkinum og limafeløgunum.
Starvsnevndin skipar fyri fundum í floksleiðsluni og kallar inn til landsfund. -
Ein hóskandi samsýning, sum floksleiðslan ásetur, verður latin fyri arbeiðið hjá starvsnevndini.
-
Landsfundurin verður hildin á hvørjum heysti og verður kunngjørdur minst ein mánað frammanundan.
Eykalandsfundur verður hildin hóskandi tíð undan hvørjum løgtingsvali og annars, tá átrokandi spurningar krevja tað.
-
Starvsnevndin velur ein fundarstjóra, sum skipar landsfundin.
Á landsfundinum gevur formaður floksins frágreiðing.
Viðurskifti floksins eins og politisku viðurskiftini annars verða umrødd, og hava øll tey, sum eru á fundi, talurætt.
-
Viðvíkjandi floksins peningaviðurskiftum hevur floksleiðslan ábyrgdina og myndugleikan. Starvsnevndin umsitur hetta.
Í peningaviðurskiftum teknar floksskrivarin flokkin, tó krevst floksleiðslusamtykt í samband við keyp, sølu og/ella veðseting av fastogn.
-
Starvsnevndin ger á hvørjum ári virkis- og fíggjarætlan fyri komandi ár, sum skal góðkennast av floksleiðsluni í seinasta lagi til landsfundin.
-
Roknskaparárið er álmannakkaárið.
Einaferð um árið, fyri 1. mars, verður grannskoðaður roknskapur framlagdur til góðkenningar hjá floksleiðsluni.
Á hesum fundi verður grannskoðari valdur fyri eitt ár. -
Uppskot um lógarbroytingar mugu verða starvsnevndini í hendi í seinasta lagi ein mánað áðrenn endaliga viðgerð á floksleiðslufundi.
Starvsnevndin skal í seinasta lagi eina viku eftir, at hon hevur móttikið uppskot um lógarbroytingar, senda hetta til limirnar í floksleiðsluni og limafeløgini til viðgerðar.
Uppskot um lógarbroytingar krevja fyri at verða samtykt, at minst helvtin av floksleiðsluni er til staðar á fundinum, og at 2/3 av teimum møttu greiða atkvøðu fyri.
-
Flokslimur kann burturvísast úr flokkinum, um hann grovliga brýtur stevnuskrá floksins, skaðar ella vanærir vanligar reglur og siðvenju floksins.
Starvsnevndin kann, eftir at hava hoyrt viðkomandi lim, leggja uppskot um burturvísing fram fyri floksleiðsluna til støðutakan.
Uppskot um burturvísing verður viðgjørt á fyrst komandi floksleiðslufundi.
Burturvístur flokslimur verður strikaður sum limur í teimum limafeløgum, viðkomandi er limur í.
Starvsnevndin kann, eftir ynski frá viðkomandi burturvísta limi, leggja uppskot um afturtøku av burturvísing fram fyri floksleiðsluna.
Uppskot um afturtøku av burturvísing verður viðgjørt á fyrst komandi floksleiðslufundi.
Somuleiðis skal uppafturtøka av limum, ið hava meldað seg úr flokkinum, góðkennast av floksleiðsluni.
Umsóknin skal viðgerast á fyrst komandi floksleiðslufundi.
-
Henda lóg varð samtykt á floksleiðslufundi í Tórshavn 20.11.2012.