×

Tekna teg sum lim í Fólkaflokkinum

Tá ið tú teknar sum lim í Fólkaflokkinum, játtar til at vit kunnu goyma tínar upplýsingar, so vit kunnu koma í samband við eg. Tú kanst altíð siga játtanina frá tær. Les meira um okkara treytir







    Áræði.
    Ágrýtni.
    Ábyrgd.

    Hugsjón floksins

    Tíðindi og lesarabrøv

    |
    22. November 2023

    Hanus Samró

    Skrivari til Fólkaflokkin

    Fólkaflokkurin sóknast eftir skrivara til tingbólkin at starvast á einum spennandi og mennandi arbeiðsplássi. Saman við okkum er uppgávan at flyta flokkin fram og vera við til at skapa tað politiska landslagið. Arbeiðið inniber at vera við í dagliga virki floksins, ið fevnir um samskipan, ráðgeving og samskifti innanhýsis og úteftir gjøgnum siðbundnar og sosialar […]

    Les meira

    Lógaruppskot

    fleiri lógaruppskot

    Tíðindi og lesarabrøv

    |
    22. November 2023

    Hanus Samró

    Skrivari til Fólkaflokkin

    Les meira
    |
    19. November 2023

    Hanus Samró

    Vón heldur enn óvissa

    Les meira
    |
    15. November 2023

    Hanus Samró

    Sjómannafrádrátturin eigur at varðveitast

    Les meira
    fleiri tíðindi

    Politikkur

    Hvat er tað vit í Fólkaflokkinum standa fyri?
    Hvat er tað vit í Fólkaflokkinum standa fyri?

    Fólkaflokkurin er ein borgarligur, sosialur og liberalur tjóðskaparflokkur. Við tí leggja vit dent á sjálvræði hjá tí einstaka, styrkina i felagsskapinum millum menniskju, og frælsið hjá fólki og tjóð.

    11.oktober 2022

    Vit eru ein avrikssamgonga

    ►Nýggj fiskivinnulóggáva er samtykt, sum gevur vinnuni tryggar karmar. Nýggja lóggávan hevur veruliga ført við sær bjartskygni í fiskivinnuni. Vit síggja longu nú, at vinnan setur seg føran fyri at gera nýggjar íløgur í skip og arbeiðspláss.

    ► Uppskot til nýggja skipan viðvíkjandi tilfeingisgjaldi sum gevur vinnuni støðugar karmar.

    ► Nýggjar skattareglur eru samtyktar, sum tryggja landskassanum part av tí vinningi, sum fæst burtur úr sølu av veiðu- og fiskirættindum.

    ► Nýskipan av øllum almannaøkinum er gjøgnumførd. Øll lóggávan er dagførd. Almannaøkið er er uppraðfest við munandi hægri játtanum. Almannaverkið hevur sett ferð á útbyggingar av stovnum at hýsa teimum veikastu í samfelagnum.

    ► Bústaðarpakki er samtyktur. Bústaðir hevur fingið lániheimild uppá 450 mill. kr fyri at nøkta bústaðartørvin í breiðastu merking, bæði til tey veikastu og til vanligar leigubústaðir kring alt landið.

    ► Sjúkrahúsverkið er uppraðfest. Játtanin er økt við umleið 200 mill. kr. Sjúkrahúsini verða dagførd, so tey lúka øll nútíðarkrøv.

    ► Tillagingar á pensiónsøkinum eru samtyktar, so okkara fólkapensionistar fáa meira pening at liva fyri. Játtanin á hesum øki er økt við umleið 100 mill.

    ► Uppskot um nýggjar reglur á eftirlønarøkinum er samtykt, sum tryggjar, at okkara útisiglarar ikki skulu rinda dupult eftirlønargjøld v.m.

    ► Lóggáva samtykt sum tryggjar lærlingum eyka skattafrádrátt uppá 50.000 kr.

    ► Játtanin til musikkskúlaskipanina er økt, soleiðis at hetta økið verður uppraðfest.

    ► Nýggj rættargangslóg samtykt, sum bøtur um rættartrygdina hjá teimum sum enda í okkara rættarskipan. Nýggj lóggáva um løgreglu v.m. samtykt sum betrar um rættartrygdina hjá borgarunum.

    ► Nýggj dátuverndarlóggáva samtykt, sum betrar um rættartrygdina innan skrásetingarøkið. Reglur samtyktar, sum tryggja føroyingum rætt til danskt cpr.nr, til tess at bøta um rættartrygdina m.a. hjá sjúklingum, sum verða sendir til Danmarkar í viðgerð.

    ► Tunlar Norður um Fjall avgreiddir.

    ► Tunnil til Fámjins avgreiddur, sáttmáli undirskrivaður og arbeiðið farið í gongd.

    ► Innkomuvegurin í Runavík avgreiddur.

    ► Innkomuvegurin til Tórshavn avgreiddur.

    ► Tað hevur eydnast samgonguni at finna breiðar semjur um tiltøk at fyribyrja fylgjurnar av korona farsóttini, og hjálparpakkar eru samtyktir, sum hava hjálpt munandi, serliga ferðavinnuna.

    ► Veðurlagspolitikkur samtyktur

    ► Barsilsfarloyvi longt til 52 vikur

    ► Útgjaldið úr barsilsskipanini hækkað við 2.000 kr.

    ► Uppskot til skattlætta og hægri barnafrádrátt lagt fyri løgtingið. Eini hjún sum tjene 30.000 í part um mánan og sum hava tvey smá børn fáa 10.000 kr. meira at liva fyri um árið

    ► Uppskot til oljuískoyti lagt fyri tingið. Uppskotið gevur teimum, sum er harðast rakt av príshækkingum møguleika at søkja um stuðul uppá 7.000 kr.

    ► Gjaldið til ALS verður lækka

    ► Yvirskot á fíggjarlógini fyri 2021, 2022 og 2023

    Tekna teg til tíðindabræv frá Fólkaflokkinum

    Tá ið tú teknar teg til tíðindabræv frá Fólkaflokkinum, játtar til at vit kunnu goyma tínar upplýsingar, so vit kunnu koma í samband við eg. Tú kanst altíð siga játtanina frá tær. Les meira um okkara treytir