Búmerkið hjá felagnum

Hugsjón.

Fólkaflokkurin, stovnaður í 1939, virkar á kristnari grund fyri politiskum sjálvstýri og búskaparligum sjálvbjargni, so hvør familja og einstaklingur hava frælsi til - eftir evnum, vilja og undir ábyrgd - at leggja egin viðurskifti til rættis í skipaðum rættarligum og sosialum kørmum - og við sum minst av almennari uppílegging og skattatrýsti.  

Stevnuskrá.

Tjóðskapur

Í Føroyum skulu føroyingar ráða, tað er tjóðskaparliga stavnhald Fólkafloksins. Føroyar skulu vera fíggjarliga frælsar, vit skulu hava lóggávuvald á øllum økjum, og at Føroyar skulu gerast suverenur fólkaræðisligur statur, er hornasteinur floksins.

Fyritreytin fyri einum frælsum landi er eitt frælst fólk. Fólkaflokkurin vil halda fast um og verja persónliga frælsið og privata ognarrættin. Persónligt frælsi elur ábyrgdarkenslu og framburð. Frælsið skal bert avmarkast av, at eingin borgari ella bólkur av borgarum skal vera øðrum at meini.

Í Føroyum eru javnrættindi, sum flokkurin vil verja og styrkja. Fólkaflokkurin verjir demokratiska stýrislagið í Føroyum og hevjar í sínum politiska virki fólkaræðið og felags mannagongdir føroyinga.

Føroyar eru eitt kristið land, bygt á kristna siðaarvin.

Búskapur

Framleiðsluvirðið, tjóðin skapar, er støðið undir tí fíggjarorku, landskassin hevur. Og fyri at tryggja vælferðina skal búskapurin vaksa skjótari enn almenni geirin, sum støðugt skal gerast virknari, tá ið tað viðvíkur tænastu og skynsomum rakstri.

Vøkstur er vegurin til vælferð. Fólkaflokkurin virkar fyri einum sjálvberandi búskapi, har vinnur av ymsum slag geva avkast og framburð í fríari altjóða kapping, og har trivnaður og umhvørvi verða raðfest høgt. Uppgávan hjá tí almenna er at veita tryggar karmar, ið eru undirstøðið fyri vinnuligum framburði og búskaparligum vøkstri.

Tað skal vera hugaligari hjá øllum at arbeiða, og tí skal skatturin støðugt lækkast. Ágrýtni skal lønast. Okkara skattur skal altíð vera kappingarførur við skattin í grannalondunum.

Privat fyritakssemi í einum samfelagi við vinnuligum frælsi er besta trygdin fyri øking av framleiðsluvirðinum. Tí virkar Fólkaflokkurin fyri tryggum karmum til vinnulívið. Smáar vinnufyritøkur skulu stimbrast, íverksetan skal mennast, og vit virka fyri einum mennandi, tryggum og fevnandi arbeiðsmarknaði.

Ein miðvísur umhvørvis- og orkupolitikkur eigur at verða førdur. Fólkaflokkurin vil, at samfelagið verjir náttúruna móti dálking og øðrum ágangi og vil styðja altjóða samstarvi á hesum øki. Varandi orkukeldur skulu áhaldandi útbyggjast og troytast. Fiskastovnarnir skulu við skynsomum heildaratliti gagnnýtast á vinnuligum grundarlagi.

Føroysk lóggáva byggir Føroya land. Fólkaflokkurin vil seta í verk lóggávu til føroysk viðurskifti heldur enn at brúka útlendska lóggávu, sum hóskar øðrum og størri samfeløgum enn okkara.

Trivnaður

Familjan er kjarnin í føroyska samfelagnum. Fólkaflokkurin ynskir eitt samfelag har øll, frá barni til aldurdóm, kunnu savna góð minnir. Tryggar familjur eru grundvøllurin undir einum sterkum samfelag. Tí er neyðugt, at samfelagið verður meira familjuvinarligt. Møguleikarnir at seta føtur undir egið borð skulu vera góðir.

Tá ræður um stovnspláss skal tænastustøðið góðskutryggjast, og hin einstaki skal hava valfrælsi. Tryggur uppvøkstur er fortreytin fyri ungdóminum, sum skal taka tøkini í komandi tíðum. Frælsið hjá einstaklinginum og familjunum elur ungdómin, ið eigur framtíðina. Góðar umstøður til virkni og frælsi er okkara mál fyri ungdómin.

Tørvur er á øllum handaligum og bókligum førleikum Føroyum at frama. Fólkaflokkurin vil, at tann, sum hevur førleikar at klára seg, skal hava bestu møguleikar til tess, samfelagnum at gagni. Á sama hátt skulu tey við verri fortreytum tryggjast eina góða tilveru og høvi at taka lut í samfelagnum.

Fólkaflokkurin virðir sjálvsavgerðarrættin. Dentur verður lagdur á útbúgving, endurbúgving og arbeiðsmøguleikar hjá fólki við serligum avbjóðingum. Vit skulu hava ein fevnandi arbeiðsmarknað, har brúk er fyri øllum, og ein bústaðarmarknað, har rúm er fyri øllum.

Sjúkraviðgerð og heilsurøkt skulu tryggjast øllum og eru fortreyt fyri frælsi hins einstaka. Fyribyrgjandi átøk, endurvenjing og endurmenning skulu áhaldandi betra um fólkaheilsuna. Nøktandi fíggjarlig kor skulu tryggjast óarbeiðsførum og fólki við inntøkumissi vegna sjúku, eisini á ellisárum.

Ein trygg pensjónsskipan fyri hvønn einstakan er ein fortreyt fyri góðum ellisárum. Fólkaflokkurin vil varðveita rættin til fólkapensjón.

Fólkaflokkurin virðismetir tað stóra arbeiði, sum sjálvbodnir felagsskapir gera, og teir eiga at stuðlast.

Mentan og útbúgving

Mentanin stimbrar tilvitskuna um margfalda føroyska samleikan. Eitt ríkt, fjølbroytt og ágrýtið mentanarvirksemi er besta amboðið til at stimbra og menna tilvitið um okkara felags samleika. Málið fyri ein frílyntan mentanarpolitik er at loysa upp fyri teimum skapandi kreftunum hjá fólki. Tað ræður um at styrkja hugin, gávurnar og møguleikarnar fyri at útinna mentanarligt virksemi.

Virðismesta tilfeingið í Føroyum er fólkið. Føroyar hava tørv á bæði tí góða handalagnum og tí bókliga førleikanum, og tí er sera umráðandi, at øll hava góðar møguleikar at finna sín sess.

Føroyska útbúgvingarskipanin má byggja á framtíðarvirkan og íverksetan í føroyska samfelagnum. Føroyska útbúgvingarskipanin skal vera á altjóða støði, har samstarv millum ansingarstovn, fólkaskúla, miðnám, handaligar útbúgvingar og hægri lestur tryggjar øllum eina samanhangandi gongd.

Lykilin til framburð er gransking, menning og umhugsni, har myndugleikar og vinna samstarva um einar kappingarførar Føroyar.

Vit vilja hava eina fjølbroytta útbúgvingarskipan, har frælsi er at velja millum skúlar, eisini privatskúlar. Styrkin í okkara samfelag er ymiskleikin, og tí skal næmingurin møtast har hann er.

Altjóða viðurskifti

Í Føroyum skulu føroyingar ráða. Vit skulu reka okkara egna uttanríkispolitikk við fullari ábyrgd. Men ábyrgd er eisini samstarv, og tí ynskir Fólkaflokkurin altjóða samstarv uttan at missa sjálvsavgerðarrættin. Føroyar eiga at gerast sjálvstøðugir limir í altjóða felagsskapum, sum hava týdning fyri okkum.

Við samráðingum skulu vit skapa okkum atgongd til teir útlendsku marknaðirnar. Vit skulu samstarva við verandi marknaðarsamgongur og samveldi, men altíð halda Føroyar og føroysk viðurskifti fremst.

Vit vilja í fleirtjóða og altjóða høpi halda fram at tryggja okkara rættvísa part av felags fiskastovnum og øðrum viðurskiftum, sum av røttum hoyra Føroyum til.