Dátuvernd
Dátuvernd fyri nýtslu av heimasíðuni
Í hesum privatlívspolitikkinum fært tú svar uppá, hvørji vit eru, hvussu vit savna, goyma og nýta tínar upplýsingar, og hvørji rættindi tú hevur hesum viðvíkjandi.
-
Fólkaflokkurin
Áarvegur 2
100 Tórshavn
Telefon: 52 52 00
Teldupostur: folkaflokkurin@logting.fo -
Tilmelding til tíðindabræv
Tá ið tú tilmeldar teg til tíðindabræv innsavna vit upplýsingar um teg. Endamálið við viðgerðini av upplýsingunum er:
- skráseta teg í tíðindabrævsskipanini
- at senda út viðkomandi kunning á tín teldupost
Viðgerðin av tínum upplýsingum verður gjørd við heimild í §8, stk. 1, nr. 6 í dátuverndarlógini.
Skráseting sum limur í veljarafeløgum
Tá ið tú skrásetur teg sum lim í einum veljarafelagið innsavna vit upplýsingar um teg. Endamálið við viðgerðini av upplýsingunum er:
- skráseta teg í limaskipanini
- avgreiða limagjald
- at fáa fatur á tær til viðkomandi kunning
Viðgerðin av tínum upplýsingum verður gjørd við heimild í §8, stk. 1, nr. 6 í dátuverndarlógini.
Stuðul til flokkin
Tá ið tú stuðlar flokkinum innsavna vit upplýsingar um teg. Endamálið við viðgerðini av upplýsingunum er:
- avgreiða stuðulsgjaldið
Viðgerðin av tínum upplýsingum verður gjørd við heimild í §8, stk. 1, nr. 6 í dátuverndarlógini.
-
Tilmelding til tíðindabræv
- Fult navn
- Teldupostur
Skráseting sum limur í veljarafeløgum
- Fornavn
- Eftirnavn
- Føðingardagur
- Bústaður
- Telefon
- Teldupostur
- Kontonummar
Stuðul til flokkin
- Fornavn
- Eftirnavn
- Føðingardagur
- Bústaður
- Telefon
- Teldupostur
- Kontonummar
-
Tilmelding til tíðindabræv
Tá tú tilmeldar teg til tíðindabræv verða upplýsingarnar skrásettar á Mailchimp, ið heldur til í USA. Privatlívspolitikkin hjá Mailchimp kanst tú lesa her: https://mailchimp.com/legal/privacy.
Skráseting sum limur í veljarafeløgum
Tá tú skrásetur teg sum lim í einum veljarafelag ferð skrásetingin fram umvegis MínRokning hjá Elektron, ið heldur til í Føroyum. Privatlívspolitikkin hjá MínRokning kanst tú lesa her: https://minrokning.fo/privacy-policy.
Stuðul til flokkin
Tá tú stuðlar flokkinum ferð skrásetingin fram umvegis MínRokning hjá Elektron, ið heldur til í Føroyum. Privatlívspolitikkin hjá MínRokning kanst tú lesa her: https://minrokning.fo/privacy-policy.
-
Tilmelding til tíðindabræv
Vit goyma persónsupplýsingar um teg so leingi tú ert tilmeldaður tíðindabrævsskipanina. Tað er altíð møguligt at frámelda teg í boðunum, ið verða send út ella við at seta teg í samband við okkum.
Skráseting sum limur í veljarafeløgum
Tá ein limur hevur verið óvirkin í 2 ár verður hann strikaður sjálvvirkandi.
Stuðul til flokkin
Tá ein stuðul hevur verið óvirkin í 2 ár verður hann strikaður sjálvvirkandi.
-
Vit áseta ongar óneyðugar ella óheimmilaðar kennifílur fyri vitjandi á heimasíðuni.
-
Sambært dátuverndarlógini, hevur tú nøkur rættindi í samband við viðgerðina av tínum persónupplýsingum. Tú kanst m.a. fáa upplýst, hvørjar persónupplýsingar vit hava um teg, fáa upplýsingarnar strikaðar, undir ávísum treytum.
Tú hevur sambært dátuverndarlógini nøkur rættindi í samband við viðgerina av tínum persónupplýsingum. Rættindini merkja m.a., at tú kanst fáa upplýst, hvørjar persónupplýsingar vit hava um teg, og at tú undir ávísum treytum kanst fáa upplýsingarnar strikaðar.
Ynskir tú at gera eitt av tínum rættindum galdandi, skalt tú gjøgnum teldupost venda tær til folkaflokkurin@logting.fo. Vit seta okkum tá í samband við teg um hvørji rættindi tú ynskir at gera galdandi, umframt at staðfesta tín samleika.
Rætturin til innlit
Tú hevur rætt til at biðja um innlit í teimum persónupplýsingum, sum vit viðgera um teg. Tað merkir, at tú kanst spyrja okkum um, hvørjar persónupplýsingar vit viðgera, til hvat endamál v.m.
Rætturin til mótmæli
Tú hevur rætt til at mótmæla, um tú ert ósamdur í, at ein í ítøkilig viðgerð fer fram. Tað merkir, at upplýsingarnar framhaldandi kunnu nýtast til onnur møgulig lóglig endamál.
Rætturin til rætting
Tú kanst biðja um at fáa persónupplýsingar rættaðar, sum tú ikki meinar eru rættar.
Rætturin til striking
Tú kanst biðja um at fáa persónupplýsingar strikaðar, sum tú heldur, at vit ikki skulu ella kunnu hava skrásettar. Hesin rætturin er ikki endaligur, av tí at ávísar persónupplýsingar ikki kunnu strikast orsaka av aðrari lóggeving, ella um avtala og endamál geva rætt til at goyma persónupplýsingarnar.
Rætturin til viðgerðaravmarking
Tú kanst biðja um, at viðgerðin av persónupplýsingunum verður avmarkað. Tað merkir, at persónupplýsingarnar ikki vera strikaðar, men at tær eru nágreinaðar, at tær ikki kunnu viðgerast og at atgongdin til at lesa tær er skerd.
Rætturin til dátuflutning
Tú hevur í summum førum rætt til at fáa tínar persónupplýsingar, sum tú sjálvur hevur givið okkum, fluttar til tín í einum skipaðum, vanliga nýttum og teldutøkum sniði.
Rætturin til ikki at verða profileraður
Tú hevur rætt til ikki at verða profileraður, uttan so at hetta er avgerandi fyri, um ein avtala kann gerast.
Rætturin til at taka samtykki aftur
Um viðgerðin av tínum persónupplýsingum er grundað á títt samtykki, hevur tú til eina og hvørja tíð rætt til at taka títt samtykki aftur.
Um tú velur at taka títt samtykki aftur, ávirkar tað ikki løggildið av okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum fram til afturtøkuna. Um tú tekur títt samtykki aftur, hevur tað bert virknað fyri framtíðina.
Rætturin at klaga
Hevur tú spurningar viðvíkjandi viðgerð av tínum persónupplýsingum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á folkaflokkurin@logting.fo.
Um tú ert ónøgdur við okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum, kanst tú bera eina klagu til ella seta teg í samband við Dátueftirlitið. Sambandsupplýsingarnar hjá Dátueftirlitinum finnir tú her: https://dat.fo.