Tann einligi forsyrgjarin skal hjálpast, tá tørvurin er
Útgivið 13.03.26
|
Skrivað av
Rebekka
Eg havi eisini verið einlig mamma, men Guð havi lov, at húsaleigan var ikki so høg, matvørurnar kostaðu ikki tað sama sum í dag, og limagjøld til børnini vóru meira yvirkomulig.
Sjálvt um pengarnir ikki vóru nógvir, so kendist tað ikki eins tungt sum hjá mongum í dag. Tá okkurt óvæntað hendi – ein rokning, ein útreiðsla, sum eg ikki hevði roknað við – so stóðu mamma og babba klár, men henda møguleikan hava øll ikki. Tey hjálptu, uttan at gera nógv burturúr tí.
Tað gav eina trygd og eina kenslu av, at eg ikki stóð einsamøll.
At vera einlig mamma ella einligur forsyrgjari krevur nógv. Tað er nógv ábyrgd, nógv arbeiði og ofta nógv stúran. Men tað er eisini nógvur kærleiki, nógv styrki og nógvur stoltleiki í at síggja børnini vaksa og klára seg. Vit skulu hjálpa teimum, so ein kann fara í song við eini kenslu av tryggleika.
Tá eg hyggi aftur, eri eg takksom fyri hjálpina, eg fekk, og fyri at vit komu ígjøgnum tað saman. Men eg hugsi eisini um allar tær einligu mammurnar í dag, sum stríðast í einum nógv dýrari samfelag. Tær gera sítt besta hvønn dag, og vit mugu ikki undirmeta einligu mammuna – eisini tá hon hevur brúk fyri hjálp.
Tann einligi forsyrgjarin skal hjálpast, tá tørvurin er.
Vel eina sterka fólkaflokkskvinnu
Vel Rúnu Wenningsted Hansen