Avlop í fíggarlógaruppskotinum fyri 2027
Í kjaki í FM1 fyrr í vikuni um fíggjarlógina, spurdi verturin okkum, hvat vit vóru glaðast fyri í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2027. Har var ongin ivi í mínari sál, at tað sum eg eri glaðast fyri er, at nú er hall vent til avlop. Hetta er fyrsta fíggjarlógaruppskot í fleiri ár, sum gevur avlop.
Hetta kann ikki gerast uttan, at munandi átøk blíva gjørd. Rakstrarátøk eru gjørd fyri 80 mió. Men so eru nakrar av teimum aftur brúktar til raðfestingar.
Fíggjarpolitiskt regluverk
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur boðað frá, at hann ætlar at koma við uppskoti um fíggjarpolitisk regluverk komandi ár. Tó so hevur landsstýrismaðurin hildið seg til tað í hesi fíggjarlógini. Tað merkir ein rakstrarvøkstur á 4, 6 % í 2027.
Føroyski búskapurin væl fyri
Føroyski búskapurin er væl fyri. Vit hava fólkavøkstur, tilflytingin netto í løtuni er 5-600 fólk árliga, Arbeiðsloysið er metlágt. Vit hava eitt sterkt vinnulív, og hægsta arbeiðsvirkni. (Tilflytingin er javnt býtt millum fólk við bústaðatilknýti, sum í stóran mun eru føroyingar, og útlendska arbeiðsmegi, sum flytur til landið).
Almenna skuldin er lítil. Um vit bara taka landið, so hava vit onga netto skuld, vit skylda áleið 5 mia og vit eiga áleið 5 mia í gjaldføri.
Almenna skuldin er eisini lutfalsliga lág, sammett við OECD-londini. Og føroyska samfelagið hevur stóra nettoogn mótvegis útlondum.
Sjálvt um vit skulu vænta, at altjóða rentustigið hækkar nakað seinni í ár og í 2027, metir Fíggjarmálaráðið, at útlit eru fyri einum hóvligum búskaparvøkstri næstu 1-2 árini. Støðan í Miðeystri og Ukraina, umframt skiftandi fráboðanir úr USA um handilsforðingar og revsitoll, kunnu tó geva óvissu um metingarnar.
Bygnaðarbroytingar
Fyri at kunna varðveita og helst betra um tænastustøði, eru vit noydd til at gera bygnaðarligar broytingar. Landsstýrið hevur longu gjørt onkrar m.a.: Nám, Sernám og undirvísingarstýri leggja saman. Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum og á Gjaldstovuni verða lagdar saman í eina deild, sum fær heitið Løn landsins.
Almannaverkið skal byggja bústovnar, nýggjar og størri bústovnar, sum aftur gevur bíligari rakstrur.
Íløgur eru gjørdar í talgilding, sum gevur sparingar í rakstrinum. Málið eigur at vera betri tænasta, skjótari avgreiðsla og lættari arbeiðsgongdir. Starvsfólk skulu fáa betri amboð, og borgarar skulu fáa greiðari og lættari atgongd til hjálp.
Fíggjarlógin ávirkar dagligdagin hjá okkum øllum
Tá ið vit viðgera fíggjarlógina, viðgera vit eisini gerandisdagin hjá fólkinum í Føroyum.
Vit viðgera møguleikarnar hjá barninum, sum hevur tørv á stuðli í skúlanum, Tryggleikan hjá familjuni, sum hevur trong fíggjarlig kor, viðgerðina hjá sjúklinginum, sum bíðar eftir hjálp, framtíðina hjá tí unga, sum ynskir at útbúgva seg, og skapa sær eitt lív her á landi. Og harumframt viðgerða vit vinnulívið
Tí eiga vit at lesa fíggjarlógina við tveimum spurningum í huga: Hvussu verður peningurin brúktur? Og hvønn mun ger hann hjá fólki og vinnuni?
Vit skulu gera íløgur í trivnaðin hjá fólki og tryggja, at øll merkja framgongdina, tá ið tað gongur væl í samfelagnum. Soleiðis skapa vit grundarlag fyri, at ung skulu velja Føroyar- at búgva, arbeiða og liva í. Ja vit skulu verða so mikið lokkandi, at tey ungu vilja flyta heimaftur.
Vit mugu fáa tey ungu heimaftur
Men beiski veruleikin er, at vit missa 5. hvønn føroying. Umleið 40 prosent av okkara ungu fara av landinum at útbúgva seg, og bara helvtin kemur heimaftur. So vit missa 20 prosent av okkara ungdómi á hvørjum árgangi.
Hugsi tykkum til, um vit bara klára at minka fráflytingina av teimum ungu við 10 prosent, so betra vit haldføri við einum prosentið, sum ger stóran mun.
Vit hava skilt álvaran í hesum og tí verða fleiri átøk gjørd:
Campusætlanin, sum tosað og arbeitt hevur verið við í nógv ár, blívur nú til veruleika. Komandi ár verða 100 mió tøkar til verkætlanina.
Arbeiðið at fáa Føroyar upp í Erasmus+ gongur eftir ætlan, málið er, at Føroyar kunnu gerast partur av skipanini í 2028.
Lestrarstuðulin bleiv hækkaður við 1000 kr í august, og er nú á sama støði sum í Danmark, sum helst hevur hægsta lestrarstuðulin í heiminum. Til komandi lestrarár ætla vit at broyta mótrokningina hjá teimum lesandi. Í dag kanst tú tjena 20.000 kr, áðrenn tú verður mótroknaður í lestrarstuðulinum og til komandi ár verður tað hækkað til 30.000 kr.
Leigustuðulin er settur í verk og kom í gildið nú í hesum mánaðum. Leigustuðulin er upp til 1500 kr um mánaðin.
Ungu familjurnar
Ungu familjurnar eru eisini raðfestar. Her kann eg nevna, at hámarkið fyri barsilsútgjaldi hækkaði frá 25.000 - 30.000 kr í 2024. Nú ætlar samgongan at hækka barsilsútgjaldið stigvíst upp til 60.000 kr yvir nøkur ár. Landsstýriskvinnan í almannamálum, ætlar longu í vetur at koma við uppskoti um, at hækka barsilsútgjaldi. Hetta fer at geva barnafamiljum størri fíggjarligan tryggleika og betri møguleika at vera heima við barninum.
Eisini skal barsilsskipanin verða meira flexibul.
Foreldur fara at fáa eina eingangsupphædd uppá 20.000 kr, tá tey fáa eitt barn. Fyri eina familju at fáa 20.000 kr. skattafrítt, fært tú í prinsippinum allar 20.000 kr. at brúka. Hesar kunnu tildømis dekka ein stóran part av byrjanarútreiðslunum til barnavogn, bilstól, song, klæðir og aðra útgerð. Væntandi longu fyrst í komandi árið kemur uppskotið í løgtingið.
Ætlanin er harumframt at hækka inntøkumarkið fyri, nær rætturin til familjuískoyti fellur burtur. Eisini verður ognarmarkið hækkað. Hetta er ein broyting, sum kann hava stóran týdning hjá barnafamiljum við lágum inntøkum.
Aðrar raðfestingar eru eisini, sum eg í stuttum skal nevna nakrar teirra:
Rúsevnaøkið
Løgmaður hevur valt at raðfesta rúsevnasøki. Ítøkiliga snýr tað seg um at seta 3 tollarar, sum verða settir yvir 3 ár.
SSP- samstarvið skal styrkjast - har m.a. peningur verður settur av til upplýsingartilfar. Hendan raðfestingin er hart tiltrongd og kemur væl við.
Sjálv eri eg løgreglukvinna í mínum borgarliga starvi, og havi verið vitnið til ólukkuligar lagnur. Ung fólk, sum eru vorðin bundin av rúsevnum og havi sæð hvussu hesi fólkini til tíðir verða illa viðfarin. Henda vanlagna rakar ikki bara hesi ungu, men heilar familjur, sum til tíðir ikki vita síni livandi ráð. Tá eg tosi um rúsevnir, hugsi eg altíð um ávísar hendingar, sum koma fram fyri meg. Vøkur ung fólk, við nógvum góðum evnum, men stórum avbjóðingum, sum gera, at tey ikki eru før fyri at vera á arbeiðsmarknaðinum.
Aðrar raðfestingar eru eisini, sum eg ikki havi stundir at nevna (ítróttarháskúlin í Suðri, endurvenjing á SS).
Fleiri inntøkur
Tann 17. September legði Búskaparráðið Temafrágreiðing fram, og var eitt av tilmælunum, at inntøkurnar skuldu hækkast. Eri so púra samd, at vit skulu hava fleiri inntøkur, men ongin kann skatta seg til framburð.
Heldur skal køkan gerast størri. Fleiri nýggj arbeiðspláss skulu skapast og vit skulu hava nýggjar inntøkur í landskassan. Øll vita, at samfelagsinntøkurnar skulu hækka, um okkara vælferðarsamfelag skal halda fram.
Oljuleiting
Havi í fleiri ár roynt at sett fokus á oljuleiting í Føroyum, tí eg havi trúð uppá tað allatíðina.
At leita eftir olju og gassi er ikki fremmant fyri okkum. Kolvetni bleiv staðfest í føroyskum øki longu fyri nógvum árum síðani. Prógv eru eisini fyri, at kolvetni finst í føroysku undirgrundini.
Tað er ógvuliga stórur áhugi hjá oljufeløgunum at leita eftir kolvetni í føroysku undirgrundini. Og nú sær tað út til, at gongd kemur í.
ORKAN.FO skrivaði i gjár(6.okt), at Atlantic Petroleum søkir um loyvi at leita eftir olju í føroysku undirgrundini.
Størsta frambrotið í føroyskum vinnulívi nakrantíð verður ein komandi gass- og oljuvinna.
Síggi fyri mær, at Suðuroyggin mest nátúrliga verður tann nýggi depilin við frálandavinnu. Tað veri seg við maritimum tænastum og eitt nú við tyrluflúgving. Hetta fer at seta lív í Suðuroynna aftur.
Eg ivist onga løtu í, at Klaksvíkin eisini fer at halda seg framat, sjálvandi!
Eysturoyggin er ein týðandi miðdepil fyri umskiping og flutning í Føroyum og hevur stóran týdning fyri føroyskt vinnulív. Við stóra møguleikanum fyri olju- og gassleiting fer Eysturoyggin at verða ein aktivur partur eisini.
Vit skulu eisini minnast til, at leitivirksemi kann skapa nógv avleitt virksemi. Fleiri føroysk feløg veittu tænastur í sambandi við leitingarnar, sum vóru í tíðarskeiðinum 2001-2014. Oljufeløgini rindaðu føroyska landskassanum meira enn 150 milliónir krónur í víddargjøldum.
Tá olja og gass eru funnin í rakstrarverdum nøgdum, og framleiðslan farin í gongd verður talan um ovurhonds stórar inntøkur til landið.
Ríkidømi, sum vit ongantíð hava upplivað fyrr.
Fleiri arbeiðspláss verða skapt. Spennandi, vitanartung arbeiðspláss, sum geva nógva løn. Møguleiki verður at betra um útbúgvingar, betra um vælferðartænastur so sum heilsuverk, almannatænastur. Fíggja gransking. Betra um infrakervi. Suðuroyartunnilin, onki kjak, vit hava nokk av pengum, ger hann bara! Tunlar til allar útoyggjar o.s.fr. Og sjálvandi skal oljan gjalda fyri grøna orkuskiftið. Kanska onkur heldur hetta ljóðað naivt, men hetta verður veruleikin, tá vit fara at framleiða olju.
Vit fara at hava eitt frælst, sjálvstøðugt land, eisini fíggjarliga. Eitt ríkt samfelag, sum onnur bara kunnu droyma um.
Havbotnmineral á føroyska landgrunninum kunnu eisini uppá sigt, blíva ein nýggj vinna. Her er talan um millum annað sjáldsom jarðsløg og onnur kritisk ráevni, sum eru avgerandi fyri framleiðslu av hátøkni, eisini tøkni, ið verður brúkt í grøna orkuskiftinum.
Veita orku/grøna orku til oljufeløgini
Ítøkiligir fyrispurningar eru komnir frá oljufelagnum Adora um at fáa streymkaðal frá Føroyum út á Rosebank. Orkan skal koma frá vindmyllum, sum eisini kunnu verða á landi í Føroyum. Føroysku veitarnir kunnu verða SEV ella aðrir privatir, sum kunnu forsýna grøna orku til oljufeløgini. Dugi at síggja, at tá tað er komið uppá pláss, ja so er møguleiki fyri at halda áfram víðari til Bretlandss veita grøna orku har eisini.
Ítøkiligar avtalur gjørdar
Føroya Arbeiðsgevarafelag skipaði í heyst fyri væleydnaðari vinnuferð til Nuuk, har fyritøkur styrktu sambond og kannaðu nýggjar møguleikar, og skaptu víðkaðar møguleikar hjá Føroyingum. Her blivu ítøkiligar avtalur gjørdar.
Nógv virksemi er í Grønlandi, og risastórar íløgur skulu gerast á fleiri økjum. Talan er millum annað um útbyggingar á orkuøkinum, teleøkinum og infrakervinum sum heild.
Tilmæli frá ICES
Kann eisini nevna, nú ICES er komi við sínum tilmælið um at hækka kvoturnar, kann væntast, at tað fer at geva landskassanum upp ímóti 50 mill og 20 mill meir í kommunukassarnar
Vit í samgonguni taka ábyrgd og raðfesta vælferð og framtíðarmøguleikar. Eg eri bjartskygd og trúgvi, at vit við felags arbeiði eisini saman við andstøðuni kunnu skapa ein tryggari gerandisdag og betri møguleikar fyri fólkið í Føroyum.
Takk fyri.
Elsebeth Mercedis Gunnlegysdóttur
Næstforkvinna í Fíggjarnevndini