Summir varðar verða laðaðir úr gróti. Aðrir verða laðaðir úr gerðum. Katrin Dahl legði nógvar slíkar varðar eftir seg, nú hon andaðist 92 ára gomul. Varðar, sum hava gjørt leiðina hjá okkum øðrum, sum komu og koma aftaná, lættari. Í heilsuverkinum, á sosiala økinum, í býráðspolitikki og í lokalsamfelagnum setti hon ferð á mál, sum í dag eru vorðin ein natúrligur partur av samfelagnum, at tað er løgið at hugsa sær, at tey einaferð ikki vóru.
“...Tað er alt ov gott tilfar í tær. Tú skuldi verið ein drongur”.
Tað sigur Villi Magnussen, tuberklalækni, við Katrina Dahl. Vit eru um ár 1952. Tuberklar vóru um hesa tíðina ein álvarslig hóttan í Føroyum, og tí fóru tey bæði – Villi sum lækni og Katrin sum skrivari - runt allar Føroyar at koppseta fólk.
Hetta var ikki bara sum at siga tað. Tí tá ein um hesa tíð ferðaðist runt landið, mátti farast við báti. Eisini hóast veðrið ikki altíð var til vildar. Og tað var tað als ikki hendan dagin í 1952, tá tey bæði høvdu sett kós úr Hoyvík móti Fuglafirði.
Mitt í ódnarveðrinum sat órædda Katrin Dahl. Hon var von við at sigla frá barnsbeini av.
Eina løtu gjørdist aldurnar rættiliga høgar, og tá spurd læknin Katrina, um hon dugdi at svimja. Jú, tað gjørdi hon, men ikki í hesum veðrinum, svaraði hon aftur. Helst mundi læknin halda, at báturin fór at hvølva. Men so var ikki, tí tey vunnu upp í land í Leirvík.
Katrin var bara 18 ára gomul, men tuberklalæknin hevði longu varnaðst, at hon var sjáldsom. Stór, sterk, arbeiðssom, ósjálvsøkin og so púra óttaleys.
Og júst hetta hevur myndað Katrina alt hennara lív, nú hon legði árarnar inn 10. septembur 92 ára gomul.
--
Katrin er fyrsta kvinna, sum er vald fyri Fólkaflokkin yvirhøvur. Hon sat í Tórshavnar Býráð í 12 ár frá 1988 til 2000.
Tó er Katrin ikki bara kend úr býráðspolitikki, men eisini í so nógvum øðrum høpi. Bæði sum politikkari, sjúkrasystir og seinni sum fyristøðukvinna á Naina. Harumframt var hon oddakvinnan í arbeiðinum fyri Hoyvíkar Kirkju, og ein av teimum, sum komu ferðafólkunum til hjálpar, tá flogvanlukka var í Mykinesi í 1970.
UPPVAKSIN VIÐ AT TAKA ÁBYRGD
Katrin varð fødd í 1934 og vaks upp í Kvívík sum ein av átta systkjum. Elstur var ein beiggi, og síðani komu sjey systrar. Pápin var við skipi, og mamman var heima. Sum í so nógvum føroyskum heimum tá, var arbeiðið ein natúrligur partur av uppvøkstrinum.
Eplini skuldu veltast, torvið fáast til høldar, neyt og ross passast. Øll máttu út at arbeiða. Har varð ikki gjørt nógv burtur úr, hvat var gentuarbeiði, og hvat var dreingjaarbeiði. Tey gjørdu tað, sum gerast skuldi. Katrin fór til neytar, arbeiddi í fjósinum og fór á flot við pápanum, og hon lýsti seinni seg og systrarnar sum nærum “uppvaksnar sum dreingir”.
Eftir barnaskúlan fór hon ung til Havnar í preliminerskúla. Tað var ikki ein sjálvfylgja í einum heimi við átta børnum, tí bæði skúlagjald, kostur og uppihald skuldu gjaldast. Men foreldrini vildu, at børnini skuldu fáa møguleikan at fáa meira skúla.
VAR VIÐ TIL HUGBURÐSBROYTINGINA UM SÁLARSJÚKU
Seinni fór Katrin til Danmarkar at læra til sjúkrasystur á Bispebjerg Hospitali. Hon mintist serliga, at stórur dentur varð lagdur á umsorgan í útbúgvingini, og júst umsorganin kom at vera ein reyður tráður gjøgnum bæði yrkislívið og politiska arbeiðið. Harafturat hevði hon eitt forvitni og eina tráan eftir at læra meira. Hon royndi seg tí innan fleiri fakøki sum sjúkrasystir. Eitt nú í psykiatriini.
Psykiatriin var um hesa tíðina í eini broytingartíð. Fatanin av sálarsjúku var munandi øðrvísi, enn hon er í dag, har tey hildu, at ein ikki kundi lekjast frá sjúkuni. Fólk við sálarsjúku vórðu doyvd við heilivági fyri at halda tey friðarlig og í summum førum eisini bundin.
Í eini eldri samrøðu segði Katrin, at hugburðurin var soleiðis “Einaferð sinnissjúkur, altíð sinnissjúkur”. Hon kallaði hesa viðferðina og hugburðin “eitt svart kapitull”.
Mitt í 60’unum byrjaði nógv at broytast. Nýggjur heilivágur og nýggir viðgerðarhættir komu fram, og Katrin var til at føra hetta í verkið, har farið var frá at goyma fólk burtur til veruliga at royna at viðgera tey. Á Sankt Hans Hospitali upplivdi hon sjúklingar, sum høvdu verið innlagdir í fleiri áratíggju - summir í upp í 40 ár - men sum nú kundu flyta úr stóru deildunum og í vard sambýli. Hon sá fólk, sum samfelagið nærum hevði avskrivað, fáa eitt nýtt lív. Og tað var ein broyting, sum hon var sera fegin um.
Hetta kom eisini at mynda hennara politisku hugsjón, sum var, at eingi menniskju skuldu avskrivast. Óðansæð, um tey vóru veik, sjúk, gomul ella høvdu livað eitt lív, sum var farið av kós. Hon trúði uppá, at tað bar til hjá einum menniskja at gera betri og fáa tað betri, um tað fekk røttu hjálp og viðgerð.
KATRIN SAVNAÐI VITAN UM SOSIALA ØKIÐ Í FØROYUM
Eftir 16 ár í Danmark flutti Katrin heim til Føroya við familjuni. Tey høvdu búð í Albertslund og verið partur av føroyska felagslívinum har, men heimlongsulin byrjaði at gera um seg. Tey fingu grundstykki í Hoyvík, sum tá var heilt øðrvísi, enn tað, vit kenna í dag.
Hon fekk arbeiði á statshospitalinum, men av tí at eingin barnagarður var, mátti arbeiðslívið lagast eftir familjuni. Hon arbeiddi tí um kvøldið, meðan børnini vóru smá. Tá yngsti sonurin fór í skúla, fór hon út aftur at arbeiða sum heimasjúkrasystir. Tað arbeiðið gav henni eina heilt serliga vitan um føroyska samfelagið innan sosiala økið.
Hon kom inn um dyrnar hjá fólki runt í Havnini og sá, hvussu tey livdu. Hon sá tey gomlu og hjálparleysu, men hon sá eisini tey avvarðandi, sum dag og nátt tóku sær av einum gomlum ella sjúkum familjulimi og mangan ikki fingu eina fríløtu. Hetta helt hon ikki var nøktandi, og kom hon eisini seinni at broyta hetta í Býráðnum.
TREISK OG SNILD SUM FÁ
Mong minnast helst Katrina sum oddakvinnuna fyri Hoyvíkar Kirkju. Og soleiðis var. Tá hon flutti til Hoyvíkar, ynskti hon so inniliga at byggja lokalsamfelagið upp.
Í 1982 varð fyrireikingarnevnd sett at arbeiða fyri einari kirkju í Hoyvík. Katrin varð vald forkvinna.
Tað skuldi vísa seg at krevja tol, tí tað gingu 25 ár, frá at ætlanin um kirkjuna kom, til kirkjan varð vígd. Men Katrin er treisk og heldur fast. Helst hevur tað kravt teir eginleikar, tí tað vóru nógvar forðingar á leiðini at fáa kirkjuna bygda. Katrin slepti ongantíð málinum um kirkjuna, og helt fram við at trýsta bæði vinnulív, kommunu og land. Hon fekk enntá sjálva Drotningina at leggja grundarsteinin við at grava fyrsta holið til kirkjuna. Hetta varð gjørt fyri at tryggja, at kirkjan bleiv bygd. Tað visti Katrin, og júst tað at vera snild eyðkendi hana.
FYRSTA KVINNA FYRI FÓLKAFLOKKIN
Tvøra lyndið kom Katrini til góðar seinni, tá hon stillaði upp í politikki. Eftir heimkomuna varð hon biðin um at stilla upp til Tórshavnar býráð. Hon stillaði fyrstu ferð upp í 1984, men varð ikki vald inn í býráðið. Tó varð hon vald í barnaverndarnevndina. Í 1988 varð hon vald í býráðið fyri Fólkaflokkin, har hon kom at sita í 12 ár.
Heilsu-, umhvørvis- og sosialmál gjørdust hennara hjartamál. Tað var heldur ikki av tilvild, tí onkursvegna var tað eitt framhald av øllum tí arbeiðinum, hon longu hevði gjørt. Hon helt, at nógv av hesum økjum vóru rættiliga afturúrsigld, og tí ynskti hon at broyta støðuna. Og hon so gjørdi.
Hon sá eisini skjótt, at neyðugt var við konum í politikki, tí tey sóu nógv viðurskifti, sum mannfólk ikki høvdu forastand uppá, sum hon sjálv orðaði seg.
KATRIN BROYTTI HUGBURÐIN UM UMHVØRVI
Sum forkvinna í heilsu- og umhvørvisnevndini legði Katrin millum annað til merkis, hvussu nógv órudd var í Havn. Bilar vóru vorðnir nógvir, fólk tveittu rusk út á vegin. Katrin helt støðuna vera skelkandi. Tað órógvaði hana eisini, at skúlabørn vórðu sett at rudda upp eftir teimum vaksnu. Í hennara eygum var trupulleikin ikki fyrst og fremst, at ov fá fólk vóru til at taka ruskið upp. Trupulleikin var, at tey vaksnu høvdu vant seg við, at onkur annar tók tað upp eftir teimum.
Tað skal ein hugburðsbroyting til, helt Katrin. Tí tók hon stig til ruddingardagar, har ábyrgdin varð løgd út til feløg og borgarar. Hon skrivaði millum annað til ítróttafeløgini og vísti á, at tá tey fingu stuðul frá býnum, kundu tey eisini vera við til at gera nakað fyri býin aftur. Feløgini fóru út at rudda, og sambært Katrini eydnaðist átakið væl.
Hon segði, at gamaní kann Kommunan rudda aftur og aftur upp eftir fólki, men skuldi verulig broyting koma, máttu borgararnir sjálvir kenna ábyrgd fyri umhvørvinum, teir livdu í.
Katrin gjørdi sær heldur ongar falsvónir um, at slíkur politikkur var ein lættur vegur til politiskan popularitet. Fyri hana snúði tað seg ongantíð um at vera populær, men at gera tað, sum var neyðugt. Var býurin skitin, skuldi hann ruddast. Var óskil í parkeringini, skuldi skil fáast á. Og vóru kloakkirnar so vánaligar, at tær floymdu yvir á áarførisdøgum, skuldi eisini tað fáast í rættlag.
Hestar og gæs gingu eisini millum húsini í býnum, og reglur máttu gerast fyri, hvat kundi loyvast í einum býi, sum var í stórari menning. Umhvørvispolitikkurin hjá Katrini var sostatt ikki tað, vit í dag fyrst og fremst seta í samband við veðurlag og útlát. Hann snúði seg um nærumhvørvið, reinføri, spillvatn og um at skapa ein reinan og vælskipaðan bý. Og ein av tankunum, hon setti í verk, livir í øllum førum víðari. Ruddingardagar eru enn í dag eitt afturvendandi tiltak í Tórshavnar kommunu.
TEY GOMLU SKULU HAVA TAÐ BESTA AV TÍ BESTA
Á sosiala økinum fekk Katrin veruliga brúkt royndirnar sum heimasjúkrasystir. Tá vóru fá tilboð til gomul og hjálparleys fólk, og familjurnar vóru ofta bundnar at røktini alt samdøgrið. Katrin hevði sæð hesi fólkini og visti, hvussu har hetta var hjá teimum.
Saman við Lisbeth L. Petersen fór hon tí undir arbeiðið at fáa eitt umlættingarheim. Hugskotið fekk beinavegin undirtøku frá Poul Michelsen, táverandi borgarstjóra. Tíbetur var Poul Michelsen skjótur at handla, segði Katrin Dahl í eldri samrøðu. Sambært Katrini gingu bara átta til níggju mánaðir, frá hugskoti til fyrstu fólkini fluttu inn í umlættingarheimið.
Seinni kom Lágargarður, og kommunan leitaði eisini út um landoddarnar eftir íblástri. Katrin og onnur fóru til Íslands og Danmarkar at hyggja at, hvussu sosiala økið varð skipað har, og nýggj hugskot vórðu tikin heim. Eitt av teimum tilboðunum, sum Katrin var serliga góð við, var Tilhaldið.
Serliga tey eldru stóðu henni nær. Hon helt, at samfelagið hevði lyndi til at lækka krøvini, tá fólk gjørdust gomul. Hon segði, at mann hevði lyndið til at halda, at alt var gott nokk, tá tað kom til tey gomlu. Men soleiðis var ikki, helt hon og legði afturat, at tey gomlu skulu hava tað besta av tí besta.
KVINNURNAR SKULU VIÐ, HAR AVGERÐIRNAR VERÐA TIKNAR
Katrin hevði eisini eina greiða hugsan um kvinnur í politikki. Hon kom inn í Tórshavnar býráð í eini tíð, tá kvinnur framvegis vóru fáar í føroyskum politikki, og hon ivaðist ikki í, at tað hevði týdning, hvør sat rundan um borðið, tá avgerðirnar vórðu tiknar.
Orsøkin var, at kvinnur ofta koma við øðrum royndum og øðrum eygum fyri sosialum og heilsuligum viðurskiftum. Ikki tí at allar kvinnur hugsað eins, ella at menn ikki kundu hava sama áhuga - tað gjørdi hon eisini greitt - men tí eitt politiskt borð verður fátækari, um bara annar helmingurin av samfelagnum situr rundan um tað.
Tá Katrin varð vald í býráðið fyri aðru ferð, sótu tríggjar kvinnur – Katrin Dahl, Lisbeth L. Petersen og Kristianna Rein – allar í formansskapinum í Tórshavnar býráð. Sambært Katrini var hetta fyrstu ferð, tað var hent. Hon mintist tíðina sum bæði stuttliga og spennandi, og serliga sosialu málini fingu ferð.
Eftir 12 ár í býráðnum valdi Katrin Dahl sjálv at gevast. Hon helt, at politikkarar ikki áttu at gera sessin til sína ogn, men lata nýggjar kreftir sleppa framat. At vera sitandi valskeið fyri og annað eftir var ósunt, helt hon.
KATRIN KOM TEIMUM LØSTAÐU Í FLOGVANLUKKU TIL HJÁLPAR
Ein hending, sum sat sterkt í minninum hjá Katrini Dahl var flogvanlukkan í Mykinesi í 1970.
Katrin búði tá í Albertlund og var komin heim til Føroya í brúdleyp hjá yngstu systur síni. Hon skuldi niður aftur til Danmarkar, men veðrið hevði verið so ringt, at eingin flogferð hevði verið alla vikuna. Leygardagin stóð hon saman við øðrum ferðafólkum í Vágum og bíðaði. Tey hoyrdu flogfarið flúgva uppi yvir sær og bíðaðu spent eftir, um tað fór at lenda.
Brádliga var einki ljóð, og hetta hildu tey vera løgið.
Stutt eftir komu boð um, at øll skuldu fara til Bíggjar. Har fingu tey at vita, at flogfarið var dottið niður í Mykinesi.
Katrin var saman við vinkonuni Elinborg, sum eisini var sjúkrasystir. Tær ivaðust ikki leingi og vóru skjótar at fara út til Mykinesar at hjálpa. Tær fóru við einum deksbáti í sera ringum veðri. Ikki bar til at leggja at, og tí máttu tey fara hinumegin oynna. Við vóru mykinesmenn, sum vóru staðkendir og vistu, hvar flogfarið lá. Tey vórðu sett í ein gummibát og hivað upp í land. Síðani fóru tær til gongu niðan móti vanlukkustaðnum.
Katrin hevur greitt frá, at í sovorðnum støðum, er týdningarmikið at handla og ikki lata kenslurnar ávirka teg. Tí í slíkum støðum stendur nógv á, og hvørt sekund telur. Tískil er eingin tíð at drála, tá ein skal bjarga fólki.
Tey komu niðan, hjálptu teimum skaddu og fingu tey oman í bygdina. Summi máttu berast. Nógv ár seinni varð Katrin heiðrað fyri bjargingararbeiðið.
NÓGV AT TAKKA KATRINI FYRI
Síðstu tíðina á arbeiðsmarknaðinum, var Katrin fyristøðukvinna á Hvíldarheiminum Naina. Einum heimi, sum upprunaliga varð gjørt í eini tíð, tá føroyskar kvinnur mangan vóru niðurslitnar av einum gerandisdegi við nógvum børnum, húsarhaldi og allari ábyrgdini, meðan menninir sigldu.
Tá hon so nærkaðist pensjónsaldri, hevði hon sjálv ilt við tankan um at gevast. Hon segði, at hon kendi seg so engageraða og sá illa fyri sær, at hon kundi pensjónerast. Men hóast hon var blivin pensjónistur, gavst hon ongantíð at vera virkin. Sum hon sjálv tók til, so hevur hon ongantíð kett seg. Og hennara ágrytni er komið okkum øllum til góðar.
Vit minnast Katrina sum eina kvinnu, sum tók lut og ábyrgd, allastaðni, har hon var. Sum eina bersøgna, sterka og sympatiska kvinnu.
Varðarnir, Katrin hevur lagt eftir seg, eru nógvir. Vit síggja teir ikki bara við at hyggja at byggiverkætlanum, men eisini í hugburðinum, vit hava í dag, tá tað eitt nú snýr seg um umhvørvis- og sosialpolitikk. Og so ikki at gloyma tær skipanir, vit hava í dag, sum millum annað hon hevur lagt lunnar undir.
Vit hava nógv at takka Katrini Dahl fyri. Við virðing og takksemi minnast vit hesa megnarkvinnu.
Vit senda okkara djúpastu samkenslu til familjuna og øllum teimum, sum stóðu Katrini nær.
Friður veri við minninum um Katrina Dahl.
Fólkaflokkurin