Fólkaflokkurin

Sí valskránna: Valdið til fólkið

Útgivið 03.10.26
|
Skrivað av Rebekka

Í dag klokkan 14:00 legði Beinir Johannesen, formaður, valskránna Valdið til Fólkið fram í Miðlahúsinum í Vágsbotni í Havn. Sí valskránna við at trýsta á her!

Góði veljari,

Nú er løgtingsval, har vit skulu avgera, hvørja kós vit skulu seta fyri Føroyar næstu árini.

Men so er spurningurin – hvør veit best, hvør tín tørvur er? Hvussu tín gerandisdagur verður innrættaður? Hvussu tín fyritøka skal rekast?

Eru tað politikkarnir og embætisverkið? Ella er tað tú sjálvur? Okkara svar er púra greitt – tað er tú, ið veit best. Tí vilja vit geva valdið aftur til fólkið.

Valdið yvir, hvussu nógv av tínum pengum, tú kanst ráða yvir.

Valdið yvir, hvussu tín familja skipar seg.

Valdið yvir, hvussu tín framtíð sær út.

Fólkaflokkurin er fólksins flokkur. Vit vita, hvørja kós vit skulu seta. Borgarligan politikk, ið leggur dent á frælsar borgarar, frælsa vinnu og frælst land. Tí Fólkaflokkurin er einasta veðhaldið fyri borgarligum politikki.

Men hetta kemur ikki av sær sjálvum, og tí er neyðugt við einum sterkum Fólkaflokki á løgtingi eftir komandi val.

Gott val, og vel Fólkaflokkin! Beinir Johannesen, floksformaður

Sí valskránna við at trýsta á her!

Aðrar greinar

Gerst limur longu í dag, og ger mun!

Skráset teg sum lim í Fólkaflokkinum. Sum limur ert tú skrásettur í einum lokalfelagi.
Vel veljarafelag