Fólkaflokkurin

Barnakekk á 20.000 kr. – skattafrítt!

Útgivið 03.09.26
|
Skrivað av Beinir Johannesen

Tað vil Fólkaflokkurin geva øllum teimum, ið fáa eitt barn. Soleiðis verður tað lættari og tryggari at vera familja í Føroyum.

Vit skulu altíð stremba eftir, at tað er fíggjarliga lættari at vera og seta á stovn familju. Tí vilja vit geva ein barnakekk á 20.000 kr. skattafrítt úr barsilsgrunninum. Tað gevur barninum og familjuni eina góða byrjan uppá tilveruna.

So er spurningurin – hvussu verður tað fíggjað?

Seinastu tvey árini hevur árini hevur barsilsgrunnurin havt avlop á knapt 40 mió. kr. hvørt ár. Okkara uppskot kostar 12 mió. kr. So hetta hava vit væl og virðiliga ráð til.

Sjálvandi skulu vit heldur lata familjunum ein part av yvirskotinum í barsilsgrunninum, heldur enn at samla pengar upp í grunninum.

Við barnakekkinum geva vit familjum og Føroyum eina betri og tryggari framtíð.

Aðrar greinar

Gerst limur longu í dag, og ger mun!

Skráset teg sum lim í Fólkaflokkinum. Sum limur ert tú skrásettur í einum lokalfelagi.
Vel veljarafelag