Fólkaflokkurin vil brúka ein fólkatingssess sum ein borgarlig rødd, ið virkar til frama fyri føroyskum áhugamálum – og bara føroyskum áhugamálum. Ein rødd, ið virkar fyri at betra um trygdina hjá føroyingum í gerandisdegnum í Føroyum. Ein rødd, ið virkar fyri at betra um karmarnar hjá vinnuni í Føroyum. Ein rødd, ið virkar fyri ynskinum um einar frælsari Føroyar. Hendan røddin hevur manglað í alt ov langa tíð, og nú er ov mikið. Nú er tíð til, at Fólkaflokkurin verður aftur á Fólkatingi.