Við Javnaðarpolitikkinum eru stóru vinnarnir tey hægst løntu, meðan taparnir eru tey lægst løntu og pensjónistar.
Avgjaldspolitikkurin hevur verið øgiligur. Sambært skjølunum í Løgtingsmáli nr. 36/2023 rindar eitt vanligt húsarhald nú 2.505 krónur meira árliga í avgjøldum á el, bensin og olju.
Afturat hesum koma onnur eyka gjøld, eitt nú hægri egingjald á heilivági og eitt hækkað kringvarpsgjald.
Samgongan hevur hug at erpað sær av einum skattalætta. Men fyri tey lægstløntu er einki at heinta.
Men pensjónir og lønir eru eisini hækkaðar...
Afturat løgmanni, eru tey hægst løntu stóru vinnarnir.
Ein, sum tjenar 50.000 krónur, hevur fingið uml. 7.000 krónur um mánaðin í lænarhækking OG hægsta skattalættan, nevnliga 13.050 krónur um árið.
Hetta samstundis sum vit hava havt methøgar príshækkingar.
Tað er lætt at rokna út, at tey, sum frammanundan høvdu lítið, nú hava enn minni, meðan tey, sum longu vóru væl fyri, hava fingið enn meira.
Við javnaðarkvøðu, havi eg hug at siga sum sangarin í Klaksvík:
So javnt millum føroyingar Føroyar.
Jørgen Niclasen, tingmaður fyri Fólkaflokkin