Fólkaflokkurin

Heldur EIGA, enn lívslong, dýr LEIGA

Útgivið 17.03.26
|
Skrivað av Rebekka

Tá leigan er so høg, at hon forðar fólki við vanligari inntøku í at spara upp, verða tey í veruleikanum bundin av lívslangari leigu. Hetta skapar ein týðiligan ójavna millum tey, sum eiga, og tey, sum leiga, tí eigarar byggja upp eginvirði, meðan leigarar standa í stað. Sjálvsagt skal tað bera til at leiga, men tað má gerast lættari hjá fólki at fáa egnan bústað og seta føtur undir egið borð.

Ein tann stórsta uppgávan hjá komandi samgongu verður at finna útav hvussu vit gera tað lættari hjá fólki at fáa sín egna bústað. Í løtuni hava vit eina bústaðarkreppu í Føroyum, “eina undantaksstøðu” og okkurt ótradionelt má gerast. Fólk við lágari til miðalinntøku hava ikki ráð at keypa ella byggja sær bústað og eru í dýrastu neyð.

Hvat er uppgávan hjá Bústaðir?

 Um fólk, sum hava ætlanir um at keypa ella byggja sær bústað, skulu rinda 10-15.000 krónur um mánaðin í leigu til Bústaðir, so megna tey við vanligari inntøku ongantíð at fáa sín egna bústað. Tey verða tvangsinnløgd í eina íbúð hjá Bústøðum restina av lívinum, og megna ikki nakra uppsaring til egnan bústað.

Tað alemnna skal ikki byggja hús og íbúðir til fólk til tann prísin, vit síggja nógvastaðni. Høvuðsreglan skal vera at fólk sjálvi keypa ella byggja sær ein bústað og eiga bústaðin, um tey ynskja tað.

Almenn bústaðarbygging skal í størst møguligan mun vera eitt undantak. Um fólk hinvegin ikki ynskja at eiga bústað, men heldur leiga, so skal møguleikin sjálvandi vera til tað eisini. Tað er har felagið Bústaðir kann koma inn í myndina.

Eg síggi onga meining í at byggja sokallaðar alment gangligar bústaðir, har leigan er so høg, at leigarin ongantíð fær ráð til sín egna bústað. Tey blíva tí búgvandi í leiguíbúðini hjá Bústøðum. Er tað soleiðis sosialistarnir ynskja, at tað skal vera? Skal eingin eiga nakað, men bara gjalda til tað almenna í óásetta tíð? Er tað meiningin við Bústøðum?

Fólkaflokkurin ynskir at hjálpa okkara borgarum, yngri sum eldri, við at fáa tak yvir høvdið og seta føtur undir egið borð.

Soleiðis basa vit bústaðarneyðini:

1: Vit skulu skapa karmar fyri fjøltáttaðum bústaðarmarknaði.

2: Bústaðarbygging skal hava afturbering fyri MVG, heldur enn rentustuðul.

3: Til fyrsta bústaðin skal partur av eftirlønaruppsparing kunna brúkast sum eginfígging. Ein íløga í bústað, er eisini ein íløga í pensjón og kemur til góðar seinni í lívinum. So hetta er ikki at taka pensjónina frá sær sjálvum.

4: Tey sum keypa bústað fyrstu ferð, skulu sleppa undan tinglýsingargjaldi.

5: Bygningskunngerðin skal endurskoðast til føroysk viðurskiftir.

6: Kommunur skulu kunna rinda part av byggibúning fyri borgaran, og samstundis skulu útstykkingar vera MVG-fríar.

Hetta er eitt av mínum hjartamálum, og um eg verði vald og fái ávirkan, verður hetta sett í fremstu røð at loysa. Bústaðarneyðin er akutt.

X við

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.   

Aðrar greinar

Gerst limur longu í dag, og ger mun!

Skráset teg sum lim í Fólkaflokkinum. Sum limur ert tú skrásettur í einum lokalfelagi.
Vel veljarafelag