Fólkaflokkurin

Tá eg verði gomul...

Útgivið 10.18.24
|
Skrivað av Rannvá Isaksen

…ynski eg at kenna meg trygga - eisini, um kroppurin viknar, og eg havi tørv á hjálp hvønn dag.

-

Fyri nøkrum árum síðani var eg og vitjaði eitt eldraøki uttanlands.

Eitt væl tilrættarlagt ellisheim, umgyrt av íbúðum í longum banum. Við venjingarmiðstøð, ergoterapi, fysioterapi, lækna, heilsustarvsfólkum, svimjihyli, stórkøki, frisør og frítíðartilboðum av ymsum slagi. Íbúðirnar kundu hava tilknýtta heimarøkt, og tunlar gingu undir jørð, ið allir førdu til stóra savningarstaðið - ellisheimið við teimum nærum óendaligu møguleikunum.

Ein heilur býlingur til eldri borgarar - væl staðsettur í náttúruríkum øki.

Fantastiskt! Soleiðis ynski eg at búgva, tá eg gerist gomul, hugsaði eg.

Vit tosa um at seta fleiri pengar av til eldraøkið, og sjálvsagt skulu vit tað. Vit gerast jú alsamt fleiri eldri borgarar.

Men pengar geva ikki lívsgóðsku. So kunnu vit líka steðga á, lurta eftir teimum, sum gingu undan, og saman hyggja at, hvussu vit tryggja lívsgóðskuna hjá okkara eldru?

Vit eru øll ymisk, og hava ymsan tørv. Eisini, sum vit eldast.

Vit skulu tryggja eldrarøkt við fleiri valmøguleikum. Við hægstu góðsku. Har avgerðir verða tiknar við atliti til og við virðing fyri hvørjum einstøkum menniskja.

Vit skulu raðfesta førleikamenning av starvsfólkum innan eldraøkið, og hyggja at møguleikanum at bjóða hjálparfólkum at útbúgva seg.

 

Rannvá Isaksen, valevni fyri Fólkaflokkin
 

Arðar greinar

Gerst limur longu í dag, og ger mun!

Skráset teg sum lim í Fólkaflokkinum. Sum limur ert tú skrásettur í einum lokalfelagi.
Vel veljarafelag