Vit hava hoyrt um tað alt ov ofta: Alarmerandi trupulleikan við starvsfólkamangli á dagstovnunum, serliga í Tórshavanr Kommunu.
Vit hava eisini alt ov ofta hoyrt foreldur, sum ferð eftir ferð verða biðin um at avheinta barnið áðrenn tíð, orsakað av at ov fá starvsfólk eru á dagstovnunum. Og eisini hoyrt um tey foreldrini, sum ikki fáa barnið á stovn eftir barnsburðarfarloyvi.
Ein óvirðilig støða fyri ørkymlaðu foreldrini, sum ikki fáa arbeiðsfrið og stúra fyri, hvussu alt skal hanga saman. Ein óvirðilig støða fyri dugnaligu starvsfólkini á dagstovnunum, sum mugu renna skjótari, og ikki hava tíð at skipa arbeiðið soleiðis, sum tey ætla og so væl duga. Men mest av øllum ein óvirðilig støða fyri barnið, sum skal fyrihalda seg til ein gerandisdag við ov fáum vaksnum fólkum runt um seg.
Fólkaflokkurin hevur tí lagt uppskot fyri løgtingið, hvørs endamál er at geva kommunum heimild at bjóða foreldrum eina veiting, um tey velja at vera heima hjá barninum. At pengarnir fylgja barninum. Tað vil siga, at um foreldrini velja at hava barnið heima, fella pengarnir ikki burtur, men foreldrini fáa ágóðan av upphæddini.
Fyrstu árini eru týdningarmikil og avgerandi fyri, hvussu barnið mennist og verður styrkt til handfara avbjóðingar í lívinum - og lívið sum heild. Vit sum samfelag skulu gera alt fyri, at tey árini eru góð. Ein tann besta íløgan, sum vit yvirhøvur kunnu gera.
Hetta uppskotið hevði møguliga lætt um trýstið á dagstovnunum. Umframt givið familjunum betri fíggjarliga fortreyt at velja, hvussu tey skipa seg í gerandisdegnum.
Øll vinna við hesum uppskot: Starvsfólk, arbeiðsmarknaðurin, foreldur, og ikki minst børnini.