Loksins endaði verkfallið. Til gleði fyri okkum øll - land, vinnu og ikki minst verkafólk.
Verkfallið hevur enn einaferð undirstrikað, hvussu stóran týdning verkafólk hava í samfelagnum. Samfelagið hongur ikki saman uttan tey.
Sáttmálin, ið varð undirskrivaður sunnukvøldið, inniber eina lønarhækking bæði í prosentum og krónum.
Hetta vísir, at tað ber væl til at samráðast í krónum. Hetta vísir eisini, at júst samráðingar í krónum gera veruligan mun. Og hetta eigur tann almenni arbeiðsmarknaðurin at læra av.
Hetta minnir meg um, tá sjúkrarøktarfrøðingarnir vóru í drúgvum verkfalli. Tá sáttmálin varð undirskrivaður, skuldu fleiri onnur feløg til lønarsamráðingar. Øll fingu sama lønarkarm. Í prosentum, heldur enn krónum.
Úrslitið var, at gjógvin millum há- og láglønt gjørdist størri, enn hon var frammanundan. Um samráðst varð í krónum, hevði hetta ikki verið støðan.
Tí eiga vit at læra av tí privata arbeiðsmarknaðinum og framyvir samráðast í krónum. Tað ber til!