Ábyrgd, støðufesti og breiðar semjur er heitið á samgonguskjalið, sum er millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin.
Aðalmálið hjá samgonguni er at taka ábyrgd. Tað gera vit, Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin, við at finna felags loysnir og breiðar og varandi semjur.
Búskaparliga gongur væl í Føroyum, men neyðugt er støðugt at brynja okkum til avbjóðingarnar, ið liggja fyri framman. Hetta gera vit við nýskipanum, ábyrgdarfullum fíggjarpolitikki og íløgum í framtíðina.
Burðartalið hevur verið fallandi. Samstundis sum ung fólk flyta av landinum, og ein ov stórur partur ikki kemur heimaftur.
Tí er samgongan samd um at gera munagóð átøk fyri barnafamiljurnar og á bústaðarmarknaðinum. Vit vilja betra um útbúgvingarumhvørvið, barsilsskipanina, fíggjarligu korini hjá barnafamiljum, bústaðarútboðið, so familjur og ung hava ráð til at velja Føroyar.
Føroyum tørvar fleiri uttanríkispolitiskar heimildir, og tí er samgongan samd um at taka upp samráðingar við donsku stjórnina við tí endamáli, at Føroyar fáa limaskapir í altjóða samstørvum, ið vit ynskja. Endamálið er, at Føroyar skulu fáa staðfest sjálvsavgerðarrætt í øllum viðurskiftum, ið viðvíkja Føroyum.
Økt útlendsk tilflyting hevur við sær avbjóðingar, sum vit mugu taka okkum av. Vit skulu hava ein útlendingapolitikk, sum tálmar útlendskari tilflyting, men samstundis tryggjar fleksibilitiet á arbeiðsmarknaðinum.
Fyri at røkka okkara málum og tryggja framtíðar Føroyar er neyðugt, at vit, sum politikkarar, taka ábyrgd og arbeiða saman. Tað ger hendan samgongan, har tríggir stórir flokkar, finna felags loysnir innan fyri útbúgving, vinnu, vælferð, orku og umhvørvi.
Við at fáa øll við, geva valdið til fólkið og møtast á miðjuni.
Verandi karmar geva ikki Føroyum tær neyðugu uttanríkispolitisku heimildirnar, ið skulu til fyri at umboða okkum úti í heimi.
Vit skulu vera við, har avgerðirnar verða tiknar. Tí fara vit at samráðast við donsku stjórnina fyri at fáa limaskapir í altjóða samstørvum; herundir gera ella knýta okkum upp í altjóða avtalur, so sum fríhandils- og tvískattaavtalur.
Føroyar skulu fáa staðfest sjálvsavgerðarrætt í øllum viðurskiftum, ið viðvíkja Føroyum.
Ríkisveitingin verður fastfryst á 541,8 mió. kr.
Vit fara at kanna møguleikan fyri lima- ella atlimaskapi í EFTA, so vit kunnu fáa fleiri handilsavtalur.
Arbeiðið við fríhandilsavtalu við ES og onnur lond, har marknaður er fyri okkara útflutningsvørum, verður styrkt.
Vit skulu framhaldandi vera ein sjálvsagdur partur av NATO og vesturheiminum. Allar avgerðir á verju- og trygdarøkinum, ið viðvíkja Føroyum, skulu góðkennast av føroyskum myndugleikum.
Yvirtøkur verða framdar í semju millum samgonguflokkarnar.
Vinna
Føroyskt vinnulív er grundarlagið undir okkara búskapi og vælferðarsamfelagi. Tað eru fyritøkurnar – á sjógvi og á landi – sum skapa arbeiðspláss, virðisøking og skattainntøkur. Tí er ein greiður, støðugur og framskygdur vinnupolitikkur avgerandi fyri menningina av Føroyum næstu árini.
Komandi fýra árini eiga vit at seta okkum greið mál: at skapa betri karmar fyri vøkstri, nýskapan og kappingarføri í øllum vinnum okkara, eitt nú við íblástri úr Vakstrarforum.
Í fiskivinnuni á sjógvi er avgerandi, at vit tryggja støðugar og álítandi karmar. Vit eiga at hava ein langtíðar fiskivinnupolitikk, sum tryggjar burðardygga gagnnýtslu av tilfeinginum, samstundis sum hann gevur vinnuni arbeiðsfrið og møguleika at menna seg.
Vit skulu hava eina loyvisskipan við 10 ára loyvum.
Átøk eiga eisini at stuðla upp undir nýggja tøkni, betri gagnnýtslu av rávøru og hægri virðisøking.
Vit eiga at arbeiða fyri, at meira av virðisøkingini fer fram í Føroyum, og at fyritøkur hava góðar møguleikar at menna framleiðslu, vøru og útflutning. Tað krevur kappingarførar orkuprísir, góðar flutningsloysnir og støðugar arbeiðsmarknaðartreytir.
Alivinnan skal hava greiðar og støðugar karmar, sum byggja á burðardygd, lívfrøðiliga trygd og kappingarføri. Loyvisskipanir og regulering skulu vera greiðar og fyrisitingarliga lættari.
Støðan í heiminum við hækkandi orkuprísum ávirka virksemið hjá alivinnuni nógv. Í semju við avtalupartarnar av tøkugjaldsskipanini verður hugt at, um skipanin kann endurskoðast við atliti at heimsstøðuni.
Vit eiga at styrkja karmarnar í shipping- og tænastuvinnuni, so Føroyar verða maritimt knútapunkt í Norðuratlantshavi. Hetta við at menna havnir, talgilda infrakervið og altjóða samstarv.
Vit skulu stuðla undir vitanartungar tænastur – eitt nú innan fyri KT, ráðgeving og fjarskifti.
Vit skulu gera ein politikk innan fyri vitlíki, ið skal vera við til at menna samfelagið, tryggja kappingarførið hjá Føroyum og gerast ein drívmegi fyri vøkstri í samfelagnum.
Ferðavinnan hevur stórar vakstrarmøguleikar, men krevur javnvág. Vøkstur skal fara fram á ein burðardyggan hátt, sum leggur upp fyri fyri náttúru, lokalsamfeløgum og infrakervi.
Landbúnaðurin hevur bæði búskaparligan, mentanarligan og tilbúgvingarligan týdning, og í einari ótryggari tíð er týðandi at styrkja føroyska matframleiðslu. Við greiðum og støðugum kørmum, betri lendisætlanum og tryggum ræðisrætti kunnu vit økja íløgur og menna vinnuna, har støða festarans verður endurskoðað.
Landbúnaðurin hevur eisini ein týdningarmiklan leiklut í ferðavinnuni, og menningin eigur at byggja á gott samstarv og virðing millum partarnar.
Smærri fyritøkur skulu hava góðar karmar at virka undir, eitt nú lættari umsiting, skjótari málsviðgerð, betri atgongd til fígging og stuðul til íverksetan, nýskapan og gransking. Sjálvstøðug vinnurekandi skulu hava betri atgongd til almennar skipanir, so sum barsils- og dagpeningaskipanina.
Betri karmar fyri nýggjum vinnum skulu mennast. Eitt nú við royndum við fiskiskapi av reyðæti og eftir mesopelagiskum fiskasløgum.
Málið er greitt: Meira virðisøking, fleiri arbeiðspláss og einar sterkari, burðardyggari Føroyar.
Fólk skulu ikki áleggjast fleiri skattir og avgjøld.
Barnafrádrátturin skal hækkast stigvíst næstu árini.
Fyribilstiltøk verða sett í verk fyri at lætta um hjá fólki, nú oljuprísirnir eru hækkaðir munandi.
Skattaskipanin skal javnast samsvarandi prís- og lønarvøkstrinum.
Møguleiki skal vera fyri at stovna eina skattafría íløgusparikontu við hámarki upp á 250.000 kr, ið verður skattað við 35 prosentum við útgjaldi.
Samdøgurs- og uttanlandsfrádrátturin minkar ikki meira, og frádrátturin verður givin í skattinum fyri gjald til NAV, og heilsutrygdargjald verður rindað.
Samráðingar verða tiknar upp við kommunurnar um heimild til at hækka botnfrádráttin.
Partafelagsskatturin fyri fíggjarfyritøkur skal hækkast upp í 22 prosent.
Tað er gott og neyðugt at fremja útbyggingar av okkara samfelagi. Javnvág skal vera millum íløgur á útbúgvingar-, almanna- og heilsuøkinum og samferðslukervinum.
Samgongan fer at gera eina langtíðarløguætlan fyri næstu 10 árini. Miðað verður eftir, at løgukarmurin er áleið 8 prosent av samlaðu fíggjarlógini.
Vit skulu gera eina skipan, so almennar íløgur í ‘lætt umsetiligar’ ognir kunnu verða avskrivaðar við tíðini.
Meðan bíðað verður eftir, at tilboðini til Suðuroyartunnilin koma inn, verður kannað, hvør best møguliga fígging er.
Samgongan er greið yvir tær avbjóðingar, ið Suðuroyggin og útoyggjarnar hava, og vil virka fyri javnbjóðis menningarmøguleikum um alt landið.
Ein hin størsta forðingin fyri fólkavøsktri er vantandi bústaðarútboð. Ferð skal setast á at fáa fleiri bústaðir til vega.
Vit skulu økja um útboðið og betra møguleikarnar hjá ungum at eiga og leiga ein bústað. Land, kommunur og privat skulu saman lyfta uppgávuna.
Felagið Bústaðir skal byggja almannagagnligar bústaðir til ung, lesandi og lærlingar, eldri og til fólk við serligum tørvi um alt landið.
Vit vilja endurskoða Bygningskunngerðina og laga hana til føroysk viðurskifti.
Viðgerð og málsviðgerð av matrikkulering skal ganga skjótari, og møguligt skal vera at bjóða part av tænastuni út til privatar at avgreiða.
Kostnaðir í sambandi við matrikkulering og tinglýsing verða endurskoðaðir.
Byggisamtyktir skulu frameftir bert góðkennast av kommunustýrum við kærumyndugleika hjá landsmyndugleikunum.
Kommunur skulu hava størri frælsi at prísáseta grundøki.
Leigustuðul verður latin húskjum, sum hava lágar inntøkur.
Avskrivingarreglur fyri langtíðarleiguíbúðir skulu tillagast.
Tey, ið byggja bústaðir, kunnu fáa part av MVG’num afturborið, tó við hámarki fyri upphædd og stødd av búeindini, heldur enn rentustuðul. Lógin fær sólsetursáseting, og hámark verður ásett til áleið 60 m2 fyri íbúðir og 160 m2 fyri sethús.
Ein bústaðargrunnur verður stovnaður. Hesin skal styrkja møguleikarnar hjá fyrstuferðskeyparum at koma inn á bústaðarmarknaðin.
Vit vilja tryggja góðsku við at krevja løggilding fyri handverksmeistarar – við yvirgangsskipan fyri verandi aktørar.
Vit skulu gera skipanir, ið eggja til langtíðarleigu heldur enn stutttíðarleigu.
Skattur av sølu av fastogn verður endurskoðaður við atliti til at tálma spekulatión. Málið er at seta hetta í verk í 2029.
Visjónin er, at føroyska heilsuverkið skal vera á stigi við bestu heilsuverkini í heiminum.
Heilsupolitikkurin skal stuðla undir, at vit halda okkum frísk og fyribyrgja sjúku, so leingi sum gjørligt.
Heilsupolitikkurin hevur sum høvuðsendamál at:
● styrkja fyribyrging og heilsufremjan
● tryggja, at røtt og dygdargóð viðgerð verður veitt á røttum stað og til rætta tíð
● leggja støði undir politiskar, fakligar og almennar raðfestingar, sum styrkja vælferðina í samfelagnum
● tryggja, at heilsuverkið mennist burðardygt og haldført, so tað eisini í framtíðini kann veita øllum borgarum dygdargóðar tænastur
Málið er eitt sameint sjúkrahúsverk við trimum sjúkrahúsum í menning. Vit eiga ikki at hava dupultfunktiónir, men styrkja profilin hjá hvørjum sjúkrahúsi sær.
Vit skulu styrkja heilsutænastur um alt landið.
Dentur skal leggjast á fyribyrging og heilsufremjan.
Tilboð um íleguberarakanningar skulu bjóðast samsvarandi tilmælum frá Heilsustýrinum.
Barna- og ungdómspsykiatriin skal styrkjast, so bíðitíðirnar til útgreining verða styttar, og viðgerð kann bjóðast skjótt.
Vit skulu gagnnýta tøkniligu frambrotini, eitt nú í vælferðartøkni.
Vit skulu styrkja lággáttartænastur og halda á við verandi verkætlanum.
Vit skulu skipa eina endurmenningar- og endurvenjingareind, sum tryggjar neyðuga viðgerð og samskipan, har sjúklingurin hevur eitt stað at venda sær til.
Fleiri hagtøl yvir virksemið á sjúkrahúsunum skulu fáast til vega.
Sjúklingar skulu fáa samanhangandi sjúklingagongd tvørtur um markamót.
Málið er at hava viðgerðartrygd í almenna føroyska heilsuverkinum. Tað merkir, at øll skulu hava trygd fyri at fáa viðgerð, tá ið tey hava tørv á henni. Hetta skal gerast við avtalum við deildir og sjúkrahúsini um, at vit seta okkum ymisk mál fyri, nær tað er rímiligt, at ein viðgerð verður framd og so stýra eftir tí.
Saman við heilsustarvsfólkum skulu vit orða eina heildarætlan fyri førleikamenning og víðari útbúgving.
Danska málførleikakravið til autorisatión til heilsustarvsfólk skal broytast, so føroyskt er nøktandi.
Í sambandi við sjúkrameldingar skulu vit leggja okkum eftir møguleikaváttanum heldur enn sjúkraváttanum. Hesar skulu lýsa, hvat ein sjúklingur er førur fyri, heldur enn hvat hann ikki er førur fyri. Einans váttanir frá føroysku kommunulæknaskipanini verða góðkendar.
Vit skulu styrkja upplýsing, viðgerð og gransking av kvinnusjúkum.
Avleiðingarnar av rúsevnamisnýtslu eru lemjandi fyri misnýtaran, familjurnar og samfelagið sum heild. Tí er alneyðugt at seta hart inn í móti rúsevnum og avleiddum kriminaliteti.
Vit eiga styrkja eftirlitið við landamørkini.
Skjót og dygdargóð fyribyrging og hjálp skal veitast misnýtarum og familjum teirra.
Vit skulu áhaldandi stuðla átøkum og heildarætlanum á rúsevnaøkinum.
Viðgerðarstøðini skulu hava góðar sømdir, og ambulant viðgerð eigur at verða sett í verk.
Vit skulu hava eitt gott og vælvirkandi almannaverk, sum veitir hjálp og vegleiðing til tey, ið hava tørv á tí. Borgarin skal altíð vera í miðdeplinum og hava møguleika fyri at fáa ein innihaldsríkan gerandisdag við so góðari lívsdygd sum gjørligt.
Vit skulu gera eina langtíðarætlan fyri bústaðir til fólk við serligum tørvi.
Einstaklingafyriskipanir og smærri stovnar verða løgd í størri eindir fyri at betra um tænastuna.
Fólk, ið bera brek, skulu hava møguleikar til at virka javnbjóðis við onnur í samfelagnum.
Stuðul til avlamisbilar skal setast í verk aftur við tillagingum.
Atkomuviðurskifti hjá teimum við skerdum førleika skulu tryggjast í almenna rúminum.
Stuðulsskipanir verða endurskoðaðar og í mest møguligan mun inntøkutreytaðar.
Sjúkradagpengalógin skal endurskoðast, so umsitingin verður einfaldari og rættvísari.
Eftirlønaruppsparing skal leggjast oman á fyritíðarpensjón.
Um lønarsáttmálar í framtíðini verða givnar í krónum, eiga fólka- og fyritíðarpensjónir eisini at hækka við sama krónutali.
Markið fyri mótrokning av arbeiðsinntøku í fólkapensjón skal hækkast upp í 300.000, og samstundis verður mótrokningarprosentið hækkað upp í 30 prosent. Arbeiðsmarknaðargjøld skulu eisini rindast av arbeiðsinntøku hjá pensjónistum.
Vit vilja halda okkum til pensjónssemjuna frá 2018, samstundis sum vit lofta teimum, ið eru niðurslitin.
Samsýningin fyri at ansa eldri og óhjálpnum heima skal hækkast, og skipanin gerast smidligari.
Vit vilja endurskoða fyrisitingarbygnaðin í Almannaverkinum.
Vit vilja virka fyri at seta eldraverju í verk. Hetta fyri at hjálpa fólki, sum eru útsett fyri ágangi, so sum fíggjarligum ágangi ella eru í vandabólki.
Vit vilja arbeiða fyri bestu umstøðum fyri menning og læring heilt frá vøggustovu til hægri lestur.
Vit arbeiða víðari við Barnalógini.
Aldursmark á 15 ár skal setast á sosialar miðlar. Snildfon skal úr skúlunum.
Dagstovnaøkið skal hava bestu karmar. Dagstovnalógin skal dagførast, og karmarnir nútímansgerast. Vit skulu útbúgva námsfrøðingar samsvarandi tørvin.
Fólkaskúlin er fremsti mál- og mentanarberi okkara, og við endamálsorðing síni leggur hann lunnar undir fólkaræðisliga hugsan, kristna siðvenju og føroyska mentan. Vit vilja hava ein góðan fólkaskúla, har øll trívast, mennast og læra.
Vit vilja, at skúlarnir skulu fáa størri frælsi til at skipa ein skapandi skúla, har tað kreativa, handaliga og verkliga skal hava størri rúmd. Flokslæraraleikluturin eigur at verða styrktur og tvílæraraskipanin ment.
Orðblindaøkið má raðfestast og skipast betri í skúlaverkinum.
Stórir møguleikar eru í talgilding og vitlíki, men tað hevur eisini avbjóðingar við sær. Tí skulu vit hava eina ætlan hesum viðvíkjandi, serliga innan fyri námsætlanir og próvtøkuhættir.
Skúlabygnaðurin verður viðgjørdur sum heild, eitt nú viðvíkjandi 10. flokki.
Landsroyndirnar í 4. og 6. flokki skulu endurskoðast.
Tilboð skulu vera til tey, sum ikki trívast og aftra seg við at fara í skúla.
Undirvísingin í føroyskum sum annaðmál skal styrkjast í øllum fólkaskúlanum, og vit skulu raðfesta móttøkuflokkar, so øll fáa javnbjóðis møguleikar.
Øll hava rætt til menning, læring og skúlagongd, og tí skal sernámsfrøðiliga økið betrast. Støðið skal altíð takast í næminginum, og tí skal tænastan flytast nærri næminginum. Skipanin við Sernámi skal eftirmetast.
Ung við serligum tørvi skulu hava møguleika til at taka eina gymnasiala ella yrkisrættaða útbúgving.
Miðnámsútbúgvingarøkið skal styrkjast, so fjølbroyttu útbúgvingarmøguleikarnir verða varðveittir um alt landið. Hartil skal javnvág vera millum ymiskar breytir og lærugreinaøki, eins og millum bókligar og handaligar útbúgvingar.
Vit vilja, at upptøkukrøvini frá fólkaskúla til miðnám skulu endurskoðast.
Yrkisútbúgvingarskipanin og háskúlalógin skulu endurskoðast.
Bókligar avbjóðingar skulu ikki forða næmingum at taka eina handverksliga útbúgving.
Vit skulu hava fleiri vinnuligir útbúgvingar í Føroyum. Eisini skulu skúlaskeið hjá lærlingum helst takast í Føroyum.
Kampusverkætlanin skal halda fram.
Vit skulu gera eina heildarætlan fyri starvsfólkatørvin á arbeiðsmarknaðinum, sum síðani verður brúktur til at laga útbúgvingartilboð eftir.
Markið fyri, nær mótrokning í lestrarstuðli byrjar, eigur at hækkast.
Miðað verður eftir at hækka skattafrádráttin, so hann er kappingarførur við treytirnar hjá lesandi í Danmark.
Vit skulu skipa fleiri fjarlestrartilboð um landið. Eisini skulu vit halda fram við tilgongdini við Erasmus+.
Vit skulu kanna møguleikarnar fyri at góðkenna útbúgvingar hjá útlendingum, sum búgva her.
Gransking skal styrkjast og samskipast í samstarvi við vinnu og granskingareindir.
Almennur stuðul til gransking, menning og nýskapan eigur at hækkast so líðandi.
Vit mugu áhaldandi framleiða føroyskt undirvísingartilfar, og FSA (føroyskt sum annaðmál) skal styrkjast. Eisini har skal undirvísingartilfar framleiðast.
Føroyska málið og mentanin eru grundarsteinurin undir okkara samleika. Tað er av alstórum týdningi, at hesi verða vard og styrkt á øllum økjum.
Vit skulu virka fyri, at framleiðsla av føroyskum tilfari til børn og ung verður raðfest á øllum miðlapallum.
Teknmálstulking skal styrkjast.
Listin skal stuðlast, men hon skal ikki stýrast, og vit vilja, at stuðulin til list verður raðfestur hægri.
Vit vilja, at fleiri børn og ung skulu fáa atgongd til musikkskúla.
Siðbundna mentanin verður styrkt.
Skipanin við miðlastuðuli verður endurskoðað.
Fólkakirkjan skal kunna dagføra kirkjubygningarnar til dagsins tørv, eitt nú viðvíkjandi atkomuviðurskiftum.
Føroyar skulu hava limaskap í altjóða olympisku nevndini, IOC.
Ítróttar- og frítíðarfelagsskapir skulu hava góðar umstøður, og ÍSF skal stuðlast fíggjarliga.
Vit vilja hava ein arbeiðsmarknað, har virðisskapan, rættindi og samstarv fylgjast.
Arbeiðsfjøldin skal hava atgongd til førleikamenning.
Vit vilja skipa og styrkja samstarvið millum arbeiðsgevarar, fakfeløg og myndugleikar í sonevnt trípartasamstarv.
Í samráðingum við fakfeløg eiga vit at verða opin fyri møguleikanum at stytta arbeiðsvikuna.
Vit skulu við samráðingum við fakfeløg gera skipanir, sum fyribyrgja, at lív og heilsa koma í vanda undir verkfalli.
Fyri at tryggja, at lønargjógvin ikki veksur, skulu vit miða eftir at samráðast í krónum heldur enn í prosentum.
Samgongan vil virka fyri, at fleiri velja størv í umsorganar- og røktarøkinum.
Almenni arbeiðsmarknaðurin eigur at verða smidligur. Fólk skulu í størri mun hava møguleika at fara upp ella niður í arbeiðstíð.
Vit vilja styrkja vaksnamannalæru og lívlanga førleikamenning – bæði fyri løntakarar og sjálvstøðug.
Eisini vilja vit lata skattafrádrátt ella endurgjald fyri limaskap í fakfelag við hámarki.
Barsilsskipanin skal vera smidligari, so foreldur sjálvi kunnu leggja til rættis.
Hámarkið í barsilsskipanini eigur støðugt at hækka upp í 60.000 kr. Foreldur eiga ikki at fara niður í løn, tá ið tey fara í barnsburðarfarloyvi.
Vit vilja lata ein skattafrían barnakekk upp á 20.000 kr. úr Barsilsskipanini, tá ið ein fær eitt barn.
Menn og kvinnur skulu í øllum lutum hava somu rættindi og møguleikar at luttaka í arbeiðs- og samfelagslívinum.
Skipanir, sum arbeiða fyri javnstøðu, skulu styrkjast. Eisini skulu vit stuðla teimum tilboðum, sum arbeiða í móti mismuni og ágangi, sum eitt nú Kvinnuhúsið.
Harafturat skulu vit hava javnstøðu í huga í øllum samfelagsligum evnum.
Vit hava trot á arbeiðsmegi, og tí er neyðugt í ávísan mun at taka útlendska arbeiðsmegi til landið. Umráðandi er at føra ábyrgdarfullan útlendingapolitikk, har vit hava tamarhald á tilflytingini og seta krøv til hana.
Ótálmað tilflyting leggur trýst á almennu vælferðartænasturnar. Vantandi málførleikar hjá tilflytarum eru ein avbjóðing - eitt nú hjá dagstovnum, fólkaskúlum og frítíðarskipanum. Samstundis skulu vit taka okkum væl av teimum, ið vilja integrera seg og skapa sína framtíð her.
Vit vilja avmarka møguleikan at fáa samfylgjandi familju við til Føroya fyrstu árini.
Vit skulu krevja reina revsiváttan frá útlendingum, sum vilja arbeiða í Føroyum.
Krøv skulu setast útlendingum, sum vilja verða verandi her. Eitt nú viðvíkjandi málsligum førleikum og kunnleika til føroyska mentan.
Skipanin fyri útlendska arbeiðsmegi skal verða smidligari, so tað verður lættari hjá útlendingum at brúka sínar førleikar.
Arbeiðsmegi frá ES og 3. londum skulu javnsetast við arbeiðstíð.
Saman við pørtunum á arbeiðsmarknaðinum skal eitt yvirlit gerast yvir lond, haðani arbeiðsmegi kann innflytast frá.
Arbeiðsgevarar skulu syrgja fyri, at fólk fara av landinum aftur, tá ið arbeiðsloyvi ganga út.
Vit skulu hava eina lóg um trúarsamfeløg, ið staðfestir, at føroysk lóggáva, mentan, fólkaræði, javnstøða og virði verða vird. Lógin skal eisini regulera útlendska fígging og banna útlendskari statsfígging.
Føroyska náttúran skal verjast, so eisini komandi ættarlið fáa gleði av henni. Vit skulu seta ferð á grøna orkuskiftið. Umráðandi er at tryggja kappingarføri og at økja um sjálvbjargni á orkuøkinum til tess at minka um tørvin á innfluttari orku.
Har tørvur er á tí, skulu vit skipa verndarøki og halda fram at styrkja náttúrufyrisitingina.
Vit skulu hava nýggja skipan fyri endurnýtslu og burturkasti, so at vit nýta náttúrutilfeingið skynsamt.
Vit vilja tryggja, at húski við lágum inntøkum kunnu vera við í orkuskiftinum, og at el-brúkarin ikki fær fleiri byrðar.
Ferð skal aftur setast á útbyggingina av vindorku og aðrari varandi orku. Eisini skal varandi avlopsorka nýtast skynsamt. Vit skulu skunda undir at loyva fleiri inn á marknaðin, sum framleiða inn á netið hjá SEV.
Samgongan vil samtykkja ein politikk á veðurlagsøkinum, sum setur eina realistiska kós við ítøkiligum málum fyri minking av útláti. Eisini skal hesin politikkur tryggja regluliga dagføring av málum og átøkum og kveikja kapping innan fyri grøna orkuframleiðslu.
Gjøgnumskygni skal verða tryggjað í orkukostnaðum og prísskipanum, so grøna orkan verður meira lokkandi.
Vit vilja kanna alternativar orkukeldur so sum kjarnorku og djúpan jarðhita.
Lógin skal broytast, soleiðis at tá ið umhvørvisárinsmetingar eru gjørdar og góðkendar, fær einki annað steðgandi virknað.
SEV keypir og selur alla elorku, ið verður flutt á elnetinum hjá SEV. Sølan fer fram í heilsølu ella smásølu. Tað skal vera gjørligt hjá privatum feløgunum at veita heildarloysnir til privatbrúkarar.
Skiftandi prísir skulu setast í verk, soleiðis at vit brúka orkuna skynsamari, til dømis náttarprísir. Miðað verður eftir at seta hetta í verk í januar 2027.
Vit eiga at gera lendisskipan fyri øki til orku bæði á landi og sjógvi.
Møguleiki skal vera hjá privatum at leggja net saman við SEV. Hetta eftir langtíðaravtalu millum partarnar, har SEV eigur netið.
Vit vilja skapa kappingarførar karmar fyri oljuvinnu, og tryggja, at oljutilfeingið kemur øllum samfelagnum og komandi ættarliðum til góðar.
Inntøkurnar frá møguligari oljuútvinnan verða settar í Búskapargrunnin, og renturnar kunnu takast inn á fíggjarlógina. Partur av rentunum skal brúkast til grøna orkuskiftið.
Tað er umráðandi, at vit hava ein vælvirkandi kommunalan geira.
Kommunurnar skulu frameftir skipast í størri og færri eindir. Samgongan vil fyrst og fremst eggja kommunum til sjálvbodnar samanleggingar í verandi valskeiði.
Samráðingar skulu takast upp við kommunurnar um nýggjan fíggingarleist í sambandi við eldraøkið.
Fólkasamansetingin ger, at trýstið á vælferðarsamfelagið økist hvørt ár. Tí má samfelagið rekast so skynsamt sum møguligt og tryggjast má, at mest møguligt fer til vælferðartænasturnar og minst møguligt fer til umsiting av vælferðartænastunum.
Lógarverkið skal endurskoðast fyri at minka um óneyðuga fyrisiting og eftirlit. Málið er at minka um lógarnøgdina og gera lóggávuverkið einfaldari.
Dupultfunktiónir skulu burtur. Eisini millum land og kommunur. Ein málsviðgerð og ein kærumøguleiki skal verða reglan. Hetta skal verða galdandi á økjum so sum: Byggisamtyktir, umhvørvismál, ferðavinnumál, integratiónsmál, almanna- og heilsumál.
Fyristingarlig viðgerðartíð skal verða so stutt sum møgulig og ongantíð meira enn seks mánaðir. Freistin, sum borgarar fáa til svarskriv, skal svara til tíðarnýtsluna hjá myndugleikum. Hetta fyri rættartrygdina hjá borgarum.
Vit vilja kanna møguleikarnar fyri samanlegging ella niðurlegging av stovnum. Vit skulu hava so fá umsitingarlig løg sum gjørligt. Lágmørk mugu setast á eitt nú visitatiónskostnað, hjálpartól og annað.
ES-lógir, sum til dømis GDPR, skulu endurskoðast, uttan at vit missa støðu sum trygt triðjaland. Rættartrygdin má samsvara við føroyska lóggávu, og revsiramman skal fylgja føroyskari siðvenju.
Minstamark má vera fyri, nær eftirlitsstovnar skulu góðkenna transaktiónir.
Vit skulu føra ein ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk, har samsvar er millum inntøkur og útreiðslur.
Vit seta í verk fíggjarpolitiskt regluverk.
Vit vilja kanna møguleikarnar fyri útveiting av tænastum, har tað er til fyrimuns fyri borgaran.
Fyri at tryggja tænastustigið og starvsfólkatrivnaðin verður miðað eftir størri eindum innan fyri tað almenna. Eitt minstamark eigur at vera sett á talið á starvsfólkum.
Ábyrgd fyri almennum verkætlanum skal liggja hjá tí stovni ella ráði, sum hevur játtanina á fíggjarlógini.