Starvsfólka uppgávurnar hjá Tórshavnar Kommunu eiga at verða endurskoðaðar. Serliga, tá talan er um starvsfólkahópin, sum eftir mínum tykki, er alt ov stórur.
Heldur enn at stýra niður í smálutir, átti kommunan at hugsavnað seg um kjarnu-uppgávurnar, sum eingin annar enn kommunan sjálv kann loysa. Og eftirfylgjandi útveitt summar av uppgávunum út til virkir og/ella fyritøkur at taka sær av.
Eftirfylgjandi skal umsitingin innan júst útveittu uppgávurnar styrkjast, soleiðis at kommunan hevur gott og sterkt eftirlit við tí, sum er útveitt.
Eg havi býtt nakrar av uppgávunum og tænastunum í tríggjar bólkar:
Bólkur 1: Dømi um tær tænastur, sum eingin annar enn Tórshavnar Kommuna skal loysa:
Øll umsitingin hjá Tórshavnar Kommunu, brandstøðin og vatnverkið.
Bólkur 2: Dømi um tænastur sum kunnu hugsast lutvíst at loyvt starvsfólkum hjá privatum fyritøkum at loysa:
Dagstovnarnar, eldraøkið og lútvísar uppgávur hjá Brennistøðini, eitt nú tyrvingar pláss.
Bólkur 3: Dømi um tænastur, sum eiga at verða útveittar.
Húsavarðar-liðið, gøtusópara-liðið, rottanga-liðið, maskindeildin við verkstaði, vegadeildin (verkligi luturin, herundir el-steyra røkt) og bilflutningstænastan hjá sløkkiliðnum.
Hetta hevði elvt til, at arbeiðsgongdin av uppgávunum í bólki 3 bleiv ein meira dynamisk nýtsla av arbeiðsorkuni – sjálvsagt í samráð við umsitingina hjá Tórshavnar Kommunu.
Eitt kærkomið fundament hjá smærri fyritøkunum
Hendan broyting hevði uttan iva gjørt tað bíligari hjá Kommununi og ikki minst hjá borgarunum í kommununi. Hyggja vit at innlitinum, eg fekk um bygningsdeildina hjá Tórshavnar Kommunu,23. Januar 2023. Stendur, at:
Bíligari og betri fyri borgaran
Eingin ivi um, at hetta kann gerast bíligari og betri fyri borgaran.
Ikki bara tað - tí hendan broytingin hevði eisini havt jaliga ávirkan fyri tey, sum reka smærri virki og fyritøkur.
Eitt dømi um tað hevði verið, um Tórshavnar Kommunu gjørdi ein trý til sjey ára langa sáttmála við privata fyritøku um húsavørðutænastu til fimm bygningar í kommununi.
Tað hevði skapt eina betri tænastu, tí fyritøkan vil av natúrligum orsøkum gera alt fyri at arbeiðið er gott, og at sáttmálin heldur fram.
Harafturat hevði tað eisini skapt eitt gott og kærkomið fundament hjá smærri fyritøkum - serliga í avbjóðandi tíðum.
Við hesum hevði tað styrkt árgrytni hjá smærri fyritøkum, og ikki minst gjørt tænastunar í kommununi bæði betri og bíligari.