Fólkaflokkurin

Fía Selma Nielsen tikið sæti á tingi

Útgivið 04.30.25
|
Skrivað av Rebekka

Dugnaliga Fía Selma, sum av álvara markeraði seg í valstríðnum seinast, tók í morgun sæti á Føroya Løgting fyri fyrstu ferð. Hon fekk møguleikan, nú Árni Skaale er farin í stutt farloyvi.
Fía Selma er 39 ára gomul og stillaði fyrstu ferð upp til Løgtingsvalið í 2022. Hon fekk 269 atkvøður, sum gav henni plássið sum 2. varafólk fyri Fólkaflokkin.
Hennara hjartamál eru bústaðarmøguleikar og at geva familjunum størri fíggjarligt rásarúm.
Vit ynskja Fíu Selmu góðan arbeiðshug.

Aðrar greinar

Gerst limur longu í dag, og ger mun!

Skráset teg sum lim í Fólkaflokkinum. Sum limur ert tú skrásettur í einum lokalfelagi.
Vel veljarafelag