Hvør í rúminum fer mest sannlíkt at gera eitt TikTok dansi-filmsbrot? Hvør fer mest sannlíkt at skifta flokk? Og skriva sjálvævisøgu?
Hetta og mangt annað skulu Ruth Vang, Jacob Vestergaard, Beinir Johannesen og Margit Stórá meta um - og svara í seinasta Fólkapoddi áðrenn summarsteðgin, sum varð sendur fríggjadagin 2. mai.
Ein minni álvarsamur Fólkapoddur, sum er hin seinasti áðrenn summarsteðgin. Tó fara vit í flokkinum ikki í summarsteðg; bara poddurin fer í stuttan summarsteðg.
Hoyr nýggjasta Fólkapoddin her.
Góða móttøku
Fyrsti Fólkapoddur varð sendir í februar í ár, og síðani tá hevur hann verið at hoyrt hvønn hósdag. Móttøkan hevur verið nógv betri enn væntað. Ja, faktiskt framúrskarandi góð. Vit í Fólkaflokkinum eru fegin og takksom fyri, at so nógv fólk hava tikið Poddin til sín. Og til tykkum, sum ikki hava hoyrt poddin - farið inn á Spotify og lurtið.
Partarnir, sum eru framleiddir, eita: