Fólkaflokkurin

Grøn meirútreiðsla á 25 milliónir fyri havnaborgarar

Útgivið 09.18.25
|
Skrivað av Rebekka

Eitt av málunum, sum verður viðgjørt á býráðsfundinum í dag, er støðutakan til tilboðini upp á ruskinnsavningina í Tórshavnar kommunu frá oktober 2026 og tey næstu 12 árini.

Tilboðsgevarar vóru bidnir um at lata inn bæði eitt tilboð við eldrivnum ruskbilum og eitt alternativt tilboð við dieseldrivnum ruskbilum. Tríggjar fyritøkur lótu tilboð inn. Úrslitið vísir, at eldrivna loysnin verður meira enn 2,1 milliónir krónur dýrari um árið. Hetta merkir ein samlaðan eyka kostnað á meira enn 25 milliónir krónur í øllum sáttmálatíðarskeiðinum.

Sjálvandi eigur Tórshavnar kommuna sum stór og fremsta kommuna í landinum at ganga undan á grønu leiðini – men tað má vera innanfyri rímulig mørk. Fólkaflokkurin hevur eisini tikið undir við fleiri skilagóðum átøkum á grønu leiðini í hesi setuni.

Tó eru mangar óvissur, tá talan er um CO₂-útlát og munin millum eldrivnar og dieseldrivnar ruskbilar. Hvussu grønt er SEV í veruleikanum? Nær fara vindmyllurnar í Sandoynni í gongd? Hvussu nógv CO₂ kostar tað at framleiða ein eldrivnan ruskbil samanborið við ein dieselbil? Hvussu leingi halda battaríini, og hvussu skulu tey burturbeinast? Hvussu nógv størri dekkslit hava tyngri eldrivnir bilar?

Ein meting vísir, at hvør ruskbilur koyrir umleið 55 kilometrar um dagin, 260 dagar árliga. Byggir ein rokning á, at SEV gerst grønt í størri mun komandi árini, so kann møguliga verða ein ávís CO₂-sparing, serliga móti endanum av 12-ára tíðarskeiðinum. Men við so stuttum koyrivegi kunnu vit ikki vænta eina stórfingna sparing.

Vit eru ikki ímóti, at kommunan hugsar grønt og tekur ábyrgd, men vit halda ikki, at tað er gott borgaraligt samsvar at leggja ein eyka útreiðslu á yvir 25 milliónir krónur á borgararnar.

Hesin peningur kundi heldur verið brúktur til at betra tænasturnar innan dagstovnaøkið, skúlaøkið, eldraøkið ella til at bøta um kloakviðurskiftini í kommununi.

Tí fara vit at mæla til, at býráðið í kvøld tekur av lægsta tilboðnum – tí tað tænir skattaborgarans pengum best.

Vegna Fólkaflokkin í Tórshavnar býráð
Høgni Vilhelmsen, býráðslimur
Birgir Nielsen, býráðslimur

Aðrar greinar

Gerst limur longu í dag, og ger mun!

Skráset teg sum lim í Fólkaflokkinum. Sum limur ert tú skrásettur í einum lokalfelagi.
Vel veljarafelag