Havnar Framburðsfelag vil ynskja øllum eitt av Harranum signað nýggjár og takka fyri tað brátt farna.
Vit fara nú inn í eitt spennandi ár, har vit bæði hava Fólkatingsval og Løgtingsval fyri framman. Seinastu veljarakanningarnar hava verið sera góðar fyri Fólkaflokkin, og gleðiligt er at síggja, at tær vísa eisini eina framgongd á 9-10% her í høvuðsstaðnum.
Vit í Havnar Framburðsfelag eru longu byrjað at fyrireika okkum til val, hava longu fleiri góð valevni og arbeiða aktivt við einari valskrá.
Hetta er ein valskrá, sum serliga er góð fyri familjuna og vinnuna her í høvuðsstaðnum og í øllum Føroyum.
Tað er sera týdningarmikið, at vit sláa manngarð um tey kristnu kjarnuvirðini og fara aftur til kjarnuvirðini hjá okkum føroyingum. Her skulu ongar Moskur byggjast í Føroyum!
Familjan er kjarnin í samfelagnum, og vit skulu hava borgaran í fokus. Skatturin skal niður og barnafrádrátturin upp, tí fólkið skal hava mest møguliga eftir av sínum egnu tjentu pengum.
Vinnan skal fáa frið at arbeiða, og tað politiska skal blanda seg minst møguligt uppí.
Vit eru spent at fara til verka í 2026 og ætlanin er at hava 1. uppstillingarfund tiðliga í 2026.
Hóast góðu veljarakanningarnar, so mugu vit halda áfram við at arbeiða hart og vísa á góða politikkin, sum er fólkaflokspolitikkur.
Soleiðis vinna vit valið og fáa ein sterkan Fólkaflokk inn í 2026.