Ein sera góður dagur í dag, nú Løgtingið varð sett í dag.Vit eru so errin av okkara dugnaligu tingmanning, landsstýrisfólki og løgmanni.
Hetta er fyrstu ferð í áratíggju, at ein flokkur hevur umboðan úr øllum teimum gomlu valdømunum. Tað gleðiligt, tí júst hetta er okkara mál - at umboða allar Føroyar
Vit ynskja løgmanni, landsstýrisfólkunum og løgtingsfólkunum hepna hond og góða eydnu við arbeiðinum. Vit vilja eisini nýta høvið - enn einaferð - at takka tykkum øllum, sum stuðlaðu Fólkaflokkinum til valið.