Ætlanir eru um nógvar almennar byggiverkætlanir komandi árini. Fleiri teirra kosta hundraðtals milliónir. Hóast tað, hevur samgongan enn ikki boð uppá, hvussu vit tryggja ábyrgd og útinnan, tá almennu verkætlanir verða framdar. Tað er ikki gott nokk, tí vit eiga at gera tað betri. Tað vísir Beinir Johannesen á, sum hevur setti Akseli V. Johannesen, løgmanni, fyrispurning um evnið.
Ikki allar almennar byggiverkætlanir hava gingið væl. So langt frá. Eitt nú H-bygningurin á Landssjúkrahúsinum.
Tískil lat Landsgrannskoðanin eftir áhietan frá Løgtingsgrannskoðarunum úr hondum eina frágreiðing um gongdina við byggingini av nevnliga H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum. Tá varð staðfest, at:
Serliga tá hugsað verður um, at ætlanir eru um nógvar byggiverkætlanir komandi árini. Verkætlanir, sum liggja á einari príslegu á hundraðtals milliónir.
Tí hevur tað stóran týdning, at hendan skipanin verður broytt, áðrenn almennu Føroyar fara í holt við enn fleiri verkætlanir.
Fyri at fáa greiðu á, um verandi skipan í sambandi við almennu byggiverkætlanirnar verður broytt, verður hesin fyrispurningur settur: