Fólkaflokkurin

Hvussu leingi skulu barnafamiljurnar bíða?

Útgivið 04.19.25
|
Skrivað av Rebekka

“Ung fólk og barnafamiljur eru vorðin munandi meira fíggjarliga viðbrekin.”
Tað er ein av niðurstøðunum í stóru heilsukanningini hjá Heilsustýrinum, sum varð at hoyra um í útvarpinum á døgurða.

Talan var serliga um aldursbólkin 25-34 ár. Altso, ung fólk og barnafamiljur - júst málbólkurin, sum vit í Føroyum tørva – og tí eiga og skulu at hjúkla um.

Tað er einki at siga til, at tað er trupult, tí gerandisvørurnar eru dýrkaðar heilt nógv, el- og oljuprísuirn er hækkaður, samstundis sum fleiri stríðast við stórum rentuhækkingum.

Tá nyttar lítið at geva eitt lønarlyft til nøkur fá útvald, sum bara verður uppetið av inflatión. Nei, vit mugu handla rætt og gera ábøtur á rætta stað, soleiðis at tað VERULIGA munar.

Tí hava vit í Fólkaflokkinum m.a. skotið upp, at hækka barnafrádráttin, soleiðis at hann er hægri enn tann í dag OG gera hann stigvísan, soleiðis at familjurnar fáa størri fíggjarligt rásarúm, tess størri familjan verður (sí mynd, sum er brot úr familjupakkanum).

Við familjupakkanum, sum vit løgdu fram í fjør, hava vit víst á fleiri loysnir, sum veruliga muna, sí familjupakkan her.

Aðrar greinar

Gerst limur longu í dag, og ger mun!

Skráset teg sum lim í Fólkaflokkinum. Sum limur ert tú skrásettur í einum lokalfelagi.
Vel veljarafelag