Fólkaflokkurin

Fiskivinnumálaráðið visti um ógvusliga niðurskurðin

Útgivið 10.19.25
|
Skrivað av Rebekka

Tá fíggjarlógin var til viðgerðar, spurdi Jacob Vestergaard, hví samgongan ikki hevði tikið hædd fyri stóra niðurskurðinum av makrel- og svartkjaftakvotuni.
Nei, hetta vistu tey ikki fyrr enn nú, var svarið.

Tað undraði Jacob. Tí hann – og fleiri onnur – høvdu longu fingið kunning um niðurskurðin. So hvussu kundi tað lata seg gera, at øll onnur vistu tað, men bara ikki Fiskivinnumálaráðið?

Tá okkurt ljóðar ov løgið til at vera satt, er tað ofta so. Og so var.
Nú er staðfest, at Fiskivinnumálaráðið visti tað. Tað framgongur svart upp á hvítt í einum svari frá ráðnum sjálvum.

Sí grein 52 spurninging og svarið her.

Talan er ikki um eina lítla detalju, men eitt týðandi faktum, sum hevur ávirkan á endaliga talið á fíggjarlógini. Slík vitan eigur ikki at verða hildin aftur.

Hetta kvøldið, tá fíggjarlógin var á skrá, gjørdist ikki so hugaligt fyri Jacob. Heldur enn at lurta, valdu nakrir tinglimir at spotta hann og leggja hann undir at lúgva.

Vónandi endurtekur hetta seg ikki. Tí vit eiga at kunna lurta eftir hvørjum øðrum – eisini tá sannleikin er óbehagiligur.
...Annars: Landsstýrismaðurin, sum varðar av økinum, tók ikki orðið hetta kvøldið. Ein kann bara gita, hví so er.

Aðrar greinar

Gerst limur longu í dag, og ger mun!

Skráset teg sum lim í Fólkaflokkinum. Sum limur ert tú skrásettur í einum lokalfelagi.
Vel veljarafelag