Fólkaflokkurin

Ótolandi svartíðir forða fyri bygging í Tórshavnar Kommunu

Útgivið 10.22.25
|
Skrivað av Rebekka

Borgarar og byggifyritøkur rópa nú varskó um ótolandi langar bíðitíðir eftir svari í byggimálum hjá Tórshavnar Kommunu. Tað eru ikki bara tey, sum bíða eftir svari, ið verða rakt – men allur bústaðarmarknaðurin, tí tørvurin á bústøðum í Kommununi er ovurhonds stórur.

Sambært álítandi keldum úr bæði vinnuni og millum borgarar, er bíðitíðin fyri at fáa byggimál viðgjørd vaksin munandi seinastu tíðina. Har sum viðgerðin áður tók 1–2 mánaðir, tekur hon nú heilt upp í 5–6 mánaðir, ella longri, áðrenn svar fæst.

Tað er eisini greitt, at bunkin av óviðgjørdum málum á Vaglinum bara veksur og veksur. Alment innlit frá ónavngivnari keldu vísir, at heili 255 byggimál í løtuni liggja ósvarað á Byggimálsdeildini — eitt tal, sum sambært keldum neyvan nakrantíð áður hevur verið so høgt.

Hetta elvir til ørkymlan og mikla ónøgd millum borgarar og byggifyritøkur, sum ikki sleppa í gongd við sínar byggiverkætlanir. Serliga er hetta sera álvarsamt, tá hugsað verður um stóra og vaksandi tørvin á bústøðum í Tórshavnar Kommunu.

Fólkaflokkurin og andstøðan í Tórshavnar býráð er skelkað av støðuni og kunnu vit ikki longur tiga og onki siga um álvarsomu støðuna á Vaglinum, sum vit eiisini vilja átalað,

Tað er ótolandi, at borgarar og fyritøkur skulu bíða hálvt ár eftir svari frá kommununi. Tað er als ikki virðiligt fyri ein modernaðan høvuðsstað.

Vit spyrja tí:

Hevur samgongan við Elsu Berg, borgarstjóra. slept endanum og mist tamarhaldið á málsviðgerðini á byggimálum?

Ella er hetta enn eitt dømi um, at umsitingin á Vaglinum hevur tikið valdið frá samgonguni — og tí ikki longur leggur dent á at tæna borgarunum og vinnuni?

Vit vilja heita á borgarstjóran Elsu Berg og hennara samgongu um beinanvegin at fáa loyst hesa ótolandi støðu við ósvaraðum byggimálum í Tórshavnar kommunu.

 

Fólkaflokkurin í Tórshavnar býráð

Høgni Vilhelmsen, býráðslimur

Birgir Nielsen, býráðslimur

Aðrar greinar

Gerst limur longu í dag, og ger mun!

Skráset teg sum lim í Fólkaflokkinum. Sum limur ert tú skrásettur í einum lokalfelagi.
Vel veljarafelag