Fólkaflokkurin

GÓÐAN FLAGGDAG

Útgivið 04.24.25
|
Skrivað av Rebekka

Nógv kenna søguna um Merkið og stríðið, ið lá aftanfyri. Men søgan er ikki liðug enn. Tí tað er framvegis ikki ein sjálvfylgja, at Merkið veittrar og umboðar okkum føroyingar úti í heimi.

Vit sleppa enn ikki at umboða Føroyar og Merkið í OL, og í Arktiska ráðnum hava vit framvegis ikki fullan avgerðarrætt. Tá uttanríkispolitikkur verður lagdur, og samráðingar fara fram, er tað heldur ikki altíð ein sjálvfylgja, at Føroyar verða tiknar við upp á ráð.

Kenslan og dreymurin, sum ungu føroyingarnar, Janus og Jens Olivur, høvdu niðri í Keypmannahavn fyri meira enn 100 árum síðani, framvegis viðkomandi.

Vit skulu ikki steðga her. Vit skulu halda fram at arbeiða fyri, at Føroyar sleppa at umboða seg sjálvar - og at Merkið kann veittra á altjóða pallinum.

Í Føroyum eru vit ósamd um mangt og hvat. Men Merkið – tað eiga vit øll.

Vit í Fólkaflokkinum ynskja øllum føroyingum ein góðan flaggdag!

Aðrar greinar

Gerst limur longu í dag, og ger mun!

Skráset teg sum lim í Fólkaflokkinum. Sum limur ert tú skrásettur í einum lokalfelagi.
Vel veljarafelag