Fólkaflokkurin

Kom á landsfund hjá okkara ungmannafelag

Útgivið 01.12.25
|
Skrivað av Rebekka

Fríggjadagin 24. Januar kl. 19:00 verður landsfundur hjá Huxa, ungmannafelagnum hjá Fólkaflokkinum. 

Fyri okkum í Fólkaflokkinum hevur tað stóran týdning, at allir limir – eisini teir yngru - verða hoyrdir og koma til orðanna. Allir limir og øll tit, borgarligu ungu, sum eru áhugaði í at gerast partur av einum politiskum felagsskapi, eru hjartaliga vælkomin á landsfund.

Skráin:

  • Orðstýrari og skrivari verða valdir.
  • Uppteljing av atkvøðum
  • Ársfrágreiðing
  • Framløga og góðkenning av roknskapinum
  • Framløga og góðkenning av ársætlan
  • Framløga og góðkenning av fíggjarætlan
  • Viðgerð av innkomnum málum
  • Val av fimm nevndarlimum og eykalimi/limum
  • Orðið er frítt

Fundurin verður hildin í hølum Fólkafloksins í Jónas Broncksgøtu 29, Tórshavn.

Nevndin

Aðrar greinar

Gerst limur longu í dag, og ger mun!

Skráset teg sum lim í Fólkaflokkinum. Sum limur ert tú skrásettur í einum lokalfelagi.
Vel veljarafelag