Í summar vitjaðu vit á ymsum stovnum – eitt nú hjá løgregluni, sum greiddi okkum frá einum álvarsomum máli, tey hildu, at vit átti at tikið størri hond um. Og vit eru púra samd, tí tølini, tey vístu okkum, eru ræðandi.
Í fjør vóru 109 fráboðanir um nakinmyndir og tilfar, sum vísir kynsligan ágang og brotsverk móti børnum – eitt tal, sum er áttafaldað síðani 2020.
Ongantíð áður hevur løgreglan fingið fleiri fráboðanir enn nú. Stórur partur kemur gjøgnum altjóða portalin NCMEC, sum løgreglan byrjaði at samstarva við í 2022.Løgreglan ger eitt megnar arbeiði – men tá málini enda har, er skaðin ofta longu hendur.
Tí mugu vit seta inn, áðrenn tað kemur so langt. Tíbetur arbeiðir løgreglan longu við hesum, har tey fara út á skúlar at kunna foreldur.Tað er umráðandi, at skúlar, foreldur og børn fáa vitan um, hvussu hvussu grooming og ágangur fer fram. Børnini mugu vita, at tey altíð kunnu siga frá, um tey uppliva nakað ótrygt á netinum.
At tosa við børnini og hava áhuga fyri, hvat tey gera á netinum, er ein góð byrjan. Samstundis mugu vit styrkja nettrygdina, krevja at sosialir miðlar hava sterkari eftirlit, og menna samstarvið millum løgreglu, skúlar og felagsskapir, so vit fanga vandan áðrenn.
Hetta er eitt mál, vit mugu taka í størsta álvara.