Fólkaflokkurin

Frásøgn frá Bárði úr Ísrael

Útgivið 08.27.25
|
Skrivað av Rebekka

Bárður á Lakjuni umboðar Fólkaflokkin á vitjan í Ísrael. Hann skrivar soleiðis:

Nú fjórði dagurin her í Ísrael longu er farin, og tað lýsir fyri degi á fimta, merkir tað, at smáir tríggir eru eftir. Tíðin er gingin ómetaliga skjótt. Skráin hevur verið pakkað frá morgni til myrkurs, og tað er hon eisini komandi dagarnar. Tað er vónleyst í stuttum at lýsa alt tað, ið er komið inn gjøgnum eygna- og oyrnaportur, og stundir eru heldur ikki ordiliga til tess júst nú. Kanska eisini torført at finna røttu orðini, tí nógv, sum er sæð og hoyrt, er so tungt, trist og ræðuligt. Ikki bara, tó. - Ísrael er so ótrúliga sermerkt og samansett.

Vit eru komin víða um, má sigast. Ikki tí, landið kann ikki sigast vera serliga stórt, og tað tekur bert fáar tímar at koma úr einum enda í hin. Tað búleikast einar 10 milliónir menniskju her – eitt ordans klútateppi av fólkum og fólkasløgum, trúgvum og trúarrætningum. Jú, stóri parturin eru jødar, men jødar, sum eru komnir úr øllum heimsins herðashornum við ómetaliga ymiskum bakgrundum og virðum, drivnir av tankanum um eitt land, har teir kunnu liva í friði uttan at verða atsøktir. Og so eru tað øll hini, sum eisini búleikast her: muslimskir arabarar (serliga palestinar), kristnir arabarar, drusar og so framvegis og so framvegis. Av sonnum eitt samansett, ólíkt og ymisligt samfelag, ið er bygt á vesturlendsku virðini - á persónligt frælsi og demokrati mitt í einum heimsparti, har einaræðishugsan, harðræði og víðgongdur hugburður og stýrislag eru ráðandi.

Ísrael er eitt land í sorg. 7. oktober 2023 stendur brendur í sinninum. Tá vórðu uml. 1200 borgarar myrdir, slátraðir og slaktaðir. 251 vórðu gíslatikin. BRING THEM HOME stendur allastaðni, og myndir av gíslunum, sum enn eru í Gaza, síggjast eisini allastaðni. Vit vitjaðu á Hostage’s Corner í Tel-Aviv longu fyrsta kvøldið. Har var eitt hav av gulum. Guli liturin, sum sæst allastaðni kring landið, súmboliserar tey, ið órættvíst verða afturhildin. Samhuga við gíslunum og familjum teirra. Stundan eftir at fáa gíslarnar heim. 50 eru framvegis í Gaza – tey flestu allarhelst deyð, men nøkur framvegis á lívi.

Tað er djúpt rørandi at síggja, hvussu stóran týdning tað hevur fyri ísraelar, at hvør einasti ein kemur heim – livandi ella deyður. Sorgin er stór, og tað eru frustrasjónirnar og ónøgdin eisini. Hvørja viku eru mótmælisgongur kring um í landinum.

Hvat fert tú at gera aftaná student? Soleiðis plaga vit at spyrja nýfloygdu pisurnar, meðan vit sitera onkra góða yrking um at fylgja sínum dreymum, at vitja víðopnu verðina og finna seg sjálvan. Í Ísrael vita øll ung, hvat tey skulu, tá tey verða 18. Í hertænastu. Kvinnur/gentur í 2 ár. Menn/dreingir í 3 ár. Tá man á øllum síðum og í allar ættir er umgirdur av islamistiskum stýrum og yvirgangsfelagsskapum, sum vilja einum tað allar illasta – sjálvan deyðan á allan hátt – ja, so er alneyðugt at vera árvakin. Tú hevur heilt einfalt ikki ráð at tapa eitt kríggj, tí so ert tú ferdigur. 7. okt vísti, hvat kann henda, tá tú ikki ert nóg klárur.

Tað er tankavekjandi at síggja hesi ungu í grøna hermannabúnanum og stóru byrsuni í ganska vanligu gerandismyndini.

Well, hetta vóru bara líka nakrir fáir tankar hiðani. Tað er løgið at vera her í hesum elalítla landi, sum áhaldandi er brennidepilin í øllum heiminum. Ísraelar kenna seg einsamallar, eingin ivi. “It’s not easy to be an Israeli these days,” sum ein eldri jødi segði okkum í gjár, tá hann vísti okkum runt í Haifa. Gestir eru rár sjón í hesum døgum.

Tá tú sum eitt so sera samansett og eisini sárbært demokrati starir í eyguni á deyðskultum, sum vilja drepa og oyða teg og títt land hvønn gudsskapta dag, ja, tá er ikki lætt. Ótrúligt, at vesturlendsk demokrati fara at níga fyri Hamas og løna hesum ræðuliga yvirgangsfelagsskapinum - sum ikki so frægt sum virðir sítt egna fólk - við einum stati. Fulkomiliga óskiljandi.

Inntrykkið, man fær við at tosa og lurta eftir ísraelum, er, at fólkið avgjørt ynskir frið. Men orðini hjá Golda Meir tykjast vera líka so sonn í dag, sum tey vóru tá: "We will only have peace with the Arabs when they love their children more than they hate us.” Tað verður ikki friður við Hamas hvørs fyrsta og fremsta mál er at gera tað, gjørt varð 7. okt, við allar jødar.

Aðrar greinar

Gerst limur longu í dag, og ger mun!

Skráset teg sum lim í Fólkaflokkinum. Sum limur ert tú skrásettur í einum lokalfelagi.
Vel veljarafelag