Fólkaflokkurin

Bárður ávegis til Ísrael

Útgivið 08.22.25
|
Skrivað av Rebekka

Einasta demokratiska landið í Miðeystri bjóðar okkum á vitjan – sjálvandi takka vit ja!

Bárður á Lakjuni er í skrivandi stund ávegis til Ísrael. Hann skrivar soleiðis um avgerðina um at fara:


Í skrivandi stund eri eg ávegis úr Føroyum til Ísraels at umboða Fólkaflokkin á vitjanarferð. Havi ikki vitjað Ísrael áður, og hóast tað kanska kann tykjast eitt sindur váðið at fara nú – havandi í huga støðuna í økinum – so eri eg ómetaliga spentur. Hvíli í, at túrurin hevði sjálvsagt ikki verið gjørdur, um fyriskipararnir mettu, at vandi var á ferð.

Hvussu ber tað so til, at eg fari? Jú, í roynd og veru hava allir politiskir flokkar í Norðurlondum fingið innbjóðing til hesa ferðina, sum fyrst og fremst er ætlað teimum, sum arbeiða kring politikararnar – skrivarar, spunasmiðir og so framvegis. Floksapparatini í Føroyum eru ikki so stór og kunnu als ikki samanberast við tey í hinum londunum. Tá ið so okkara skrivari ikki kundi fara, ja, so varð kannað, um til bar, at ein av løgtingslimum floksins kundi fara í staðin– og tað var eingin trupulleiki. Luturin fall á meg, nú eg m.a. eisini eri limur í starvsnevnd floksins.

Tað er ikki nakar ávísur politiskur flokkur ella felagsskapur í Ísrael, sum bjóðar okkum á vitjan – nei, tað er sjálvur ísraelski staturin. Tí var tað heldur ongantíð nakar ivi hjá okkum, at Fólkaflokkurin skuldi senda eitt umboð. Tað er sjálvsagt týdningarmikið at hoyra, hvat ísraelar hava at siga, og tað er eisini týdningarmikið, at vit sjálvi fáa møguleika at seta spurningar og at samrøða um fløktu og syndarligu støðuna í økinum. Tað er jú akkurát tað, sum eyðkennir demokratisk samfeløg.

Og skráin fyri túrin sær heilt ómetaliga spennandi út. Úr rúgvuni kann nevnast, at vit m.a. koma nokkso tætt at Gaza. Vit vitja hart rakta kibbutz, har 25% av fólkinum antin vórðu myrd ella gíslatikin 7. oktobur 2023. Vitja staðið, har Nova-festivalurin varð hildin. Fáa kunning frá onkrum, sum yvirlivdi ræðuliga álopið. Vit koma tætt at mørkunum til Libanon og Sýria. Hoyra frá fólki, ið hava mist síni kæru í kriggi og rakettálopum. Og so vitja vit eisini onkur av kendu ferðamálunum, m.a. í gamla býnum í Jerusalem og holocaustsavnið Yad Vashem.

Mangir eru flokkarnir, og rættiliga mong eru starvsfólkini kring flokkarnar, tá vit taka øll Norðurlond við, men ferðalagið er ikki stórt. Faktiskt lítið. Noreg er als ikki umboðað. Svøríki og Finland senda 2 umboð hvørt. Danmark 8.

Úr Føroyum, ja, eisini bara 2. Tvey. Tveir flokkar umboðaðir.

Tá einasta demokratiska landið í Miðeystri bjóðar okkum á vitjan, ja, tá takka vit í Fólkaflokkinum sjálvandi ja!

Okkurt fara tit at frætta frá mær á ferðini. Hoyrast!

Aðrar greinar

Gerst limur longu í dag, og ger mun!

Skráset teg sum lim í Fólkaflokkinum. Sum limur ert tú skrásettur í einum lokalfelagi.
Vel veljarafelag