Fólkaflokkurin

Vit fegnast um uppskotið – men meira má gerast

Útgivið 08.21.25
|
Skrivað av Rebekka

Uppskotið um kravda revsiváttan frá útlendingum er gott, men vit mugu ikki steðga her, tí á útlendingaøkinum eru aðrir trupulleikar, sum vit skulu loysa her og nú.
Fólkaflokkurin fegnast um, at landsstýrismaðurin í lógarmálum nú kemur við uppskoti um, at arbeiðsgevarar skulu krevja revsiváttan frá útlendingum, ið søkja arbeiði í Føroyum.
Hetta hava vit í Fólkaflokkinum víst á fleiri ferðir fyrr, og tí fegnast vit um, at landsstýrismaðurin tekur undir við okkara sjónarmiðum í hesum máli. Sjálvandi skulu brotsmenn ikki innflytast til Føroya. Tað sigur seg sjálvt.

Tó er hetta ikki nóg mikið!

Flest fólk eru kanska ikki so varug við tað, men veruleikin er tann, at nógv, nógv fleiri útlendingar koma til Føroya umvegis arbeiðsloyvisskipanina, enn vit geva okkum far um.
Orsøkin er, at reglurnar í dag loyva maka og børnum undir 18 ár at koma við til Føroya uttan stórvegis krøv. Kravið er bert, at makin og tann, sum kemur til Føroya at arbeiða, skulu hava búð saman í hálvtannað til tvey ár, áðrenn tey koma til Føroya.

Harafturat kann samfylgjandi makin fáa arbeiðsloyvi og arbeiða frítt og hjá fleiri arbeiðsgevarum, meðan tann, sum kemur umvegis arbeiðsloyvi, skal arbeiða í minsta lagi 40 tímar um vikuna og bert hjá einum arbeiðsgevara.
Tískil er tað ikki bert persónurin, sum kemur til Føroya at arbeiða, vit skulu fyrihalda okkum til, men eisini makan og børnini. Og soleiðis kunnu útlendingarnir brádliga gerast nógvir í tali, og tað kann gerast ein stórur trupulleiki fyri føroyska samfelagið.

Allarflestu útlendingar eru hampafólk, sum ikki koma til Føroya at gera brotsverk. Tó krevur og kostar tað nógv at integrera fólk, soleiðis at tey duga málið og kenna til mentanina hjá okkum. Tað merkja kommunurnar, tað merkja serliga fólkaskúlarnir og barnagarðarnir og aðrir stovnar í samfelagnum.
Tað hevur stóran týdning, at tey, sum koma higar, verða integreraði – og tí skulu vit natúrliga eisini spyrja, hvussu nógv vit megna og hava ráð til at integrera.

Vónandi er Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, eisini samdur um hetta.

Aðrar greinar

Gerst limur longu í dag, og ger mun!

Skráset teg sum lim í Fólkaflokkinum. Sum limur ert tú skrásettur í einum lokalfelagi.
Vel veljarafelag