Fólkaflokkurin

Okkara umboð klár at fara kritiskt og konstruktivt til verka í Tórshavnar býráð

Útgivið 01.09.25
|
Skrivað av Rebekka

Fyrsti veruligi býráðsfundur í 2025 hjá nývalda býráðnum. Í kvøld vórðu nevndirnar valdar, og teir báðir, Høgni Vilhelmsen og Birgir Nielsen, fingu fleiri nevndarsessir:

Høgni: Fíggjarnevnd, mentanarnevnd, vinnunevnd, og trivnaðarnevnd.
Birgir: Havnanevnd, trivnaðarnevnd, heilsu og eldranevnd og byggi- og býarskipanarnevnd.

Harumframt eru teir báðir valdir í fleiri skúlastýri og staðbundnar nevndir á eitt nú Argjum, í Hoyvík, í Kollafirði, í Kaldbak, á Velbastað, í Nólsoy og í Havn.

Júst soleiðis, sum teir ynsktu tað, tí teir hugsa um alla kommununa.

Vit síggja fram til fýra spennandi ár í Tórshavnar býráð, har fremsta málið verður trivnaður til familjuna og vinnuna. Vit fara at samstarva um góð mál, men eisini at vísa á alternativar loysnir, tá tørvur verður á tí, siga teir báðir.

Aðrar greinar

Gerst limur longu í dag, og ger mun!

Skráset teg sum lim í Fólkaflokkinum. Sum limur ert tú skrásettur í einum lokalfelagi.
Vel veljarafelag