Fólkaflokkurin

Trivnaður á Argjum

Útgivið 10.23.24
|
Skrivað av Rebekka

Í kvøld skipar AB fyri politiskum fundi í AB húsinum har evnið er ”Trivnaður á Argjum”. Orðstýrari verður eingin mætari enn okkara lokali Tróndur Arge.

Tað er gott at fáa Argir á breddan.

Eitt gott familjulív, ítróttur, felagslív og trivnaður eru millum míni hjartamál.

Á Argjum er gott av vera.

  • Vit hava eitt nú undirhús og sjómanskvinnuring til tey eldru.
  • Vit hava kirkjukór, sunnudagsskúlar og frítíðararbeiði í Hebron.
  • Vit hava dartfelag, kappróðrarfelag, hondbóltsfelag og fótbóltsfelag.
  • Kurvabóltsvenjing í høllini á Argjahamri.
  • Í ”Støðni” ganga eisini mong og hugna sær millum bátarnar.
  • AB hevur opið hús fyri ungum og eldri.

Ikki minst er ”Argjaskotið” ein sonn sólskissøga. Tríggjar ferðir um vikuna er opið fyri ungum úr 6. flokki. Umstøðurnar eru framúr góðar. Har er gott pláss, høll, telduøki, køkur, kiosk og dugnalig starvsfólk. Tað eru eisini mong ung, sum koma úr eitt nú Havnini og Hoyvík.

Á Argjum eru eisini góðir møguleikar at njóta náttúruna. Vit hava fjøruna í neðra og hagan við Kongavarðanum og Risastovu í erva, umframt perlunar Sandá og Sandagerði. Eg gleðist sanniliga eisini um lundina, sum er ávegis niðanfyri Glyvursvegin. Hatta kann blíva ein sonn perla.

Jú, her er sanniliga gott at vera.

Tó so, tað eru nøkur viðurskifti sum kundu gjørt Argir enn betri. Eitt nú:

  • Fleiri grøn økjr liggja í vanrøkt. Hesi skulu hava eina kerliga hond og viðlíkahaldast.
  • Fleiri lendisgøtur krevja ábøtir og dagføringar.
  • Spæliplássini skulu dagførast
  • Enn fleiri trivnaðarøkir og lendisgøtir skulu gerast.
  • Økið við ”Gamla Skúla” við Argjavegin liggur í órøkt, virðilig loysn má finnast.
  • Viðlíkahald av Støðni skal raðfestast. (Tórshavnar Havn)
  • Hondbóltsfelag ÍA má fáa virðing og sømilig kor, nú!!
  • Argja Bóltfelag ynskir eina høll vestanfyri AB vøllin. Hetta er ein fín loysn, sum gevur nógvar møguleikar.
  • Argja Dart má fáa varandi og nøktandi hølisviðurskifti.
  • Argja Róðrarfelag skal hava betri parkeringsviðurskifti.
  • Nýggja Sjóðsavnið verður vónandi til veruleika og okkum øllum til gagns.

 

Eg ynski at gera mun á Argjum og verða tykkara rødd á Vaglinum.

Høgni Vilhelmsen

Valevni hjá Fólkaflokkinum til Býráðsvalið í Tórshavnar Kommunu

Aðrar greinar

Gerst limur longu í dag, og ger mun!

Skráset teg sum lim í Fólkaflokkinum. Sum limur ert tú skrásettur í einum lokalfelagi.
Vel veljarafelag