Fólkaflokkurin

Smærri ítróttargreinarnar mugu fáa tíðarhóskandi umstøður í Tórshavnar kommunu

Útgivið 10.27.24
|
Skrivað av Rebekka

Ein nýggj høll til smærru ítróttargreinirnar í Tórshavnar kommunu eigur at verða bygd til stóra tørvin hjá smærru ítróttargreinunum, sum higartil ikki hava fingið eina nøktandi raðfesting í Tòrshavnar Kommunu, sigur Birgir Nielsen, býráðslimur og valevni til komandi býráðsval.

Nógvur peningur er síðstu árini brúktur uppá ítróttin í Tórshavnar Kommunu.

Serliga eru tað tær stóru ítróttargreinarnar, sum hava fingið størsta partin av árligu játtanini.

Ongin ivi er í, at hetta hevur verið við til at skapa stóran trivnað hjá okkara børnum og ungu í Tórshavnar kommunu, sum íðka innan tær stóru ítróttargreinirnar, so sum fótbólt, hondbolt, flogbolt, svimjing osv.

Eg haldi at tíðin nú er komin eisini at seta meira pening av til tær smærru ítróttargreinirnar, har tørvurin er stórur.

Sum dømi kann eg nevna ynskini hjá nøkrum teirra, sum eg persónliga havi verið í sambandi við:

- Ein innandura rennihøll eigur at verða gjørd til frælsan ítrótt, so okkara íðkarar kunnu venja og hava kappingar innandura, tá tað ikki viðrar at íðka uttandura.

- Nýggj hølir til Tórshavn Boksing, sum hevur ein akkuttan tørv á betri hølum, um teirra virksemið skal kunna halda á fram.

- Havnar Badmintonfelag hevur stóran tørv á, at verandi høll verður útbygd, tí at talið á íðkarum er økt og tørvurin á fleiri banum er blivin so stórur.

- Havnar Tennisfelag hevur eisini tørv á eini innandura høll til Padel og tennis.

- Tórshavnar Gólffelag hevur tørv á øktari fígging at fáa gólfvøllin á Glyvursnesi gjørdan liðnan.

- Stórur tørvur er á einum spælistaði til børn og ung, um t.d. hevur trambolinir, skipaða klatring til børn osv.

Bacalao hevur verið en góð loysn hjá klatring, skating osv., men er ikki ein nøktandi ella varandi loysn hjá hesum ítróttargreinum frameftir.

Vónandi kunnu vit í framtíðini samskipa hesar íløgurnar soleiðis, at fleiri smærri ítróttargreinar kunnu húsast í t.d. eini felags høll, sum eigur at verða bygd.

Við Fólkaflokkinum og mær í býraðnum vil eg raðfesta hesar smærri ítróttargreinirnar munandi hægri framyvir, enn higartil hevur verið gjørt.

Birgir Nielsen

býráðslimur og valevni fyri Fólkaflokkin til býráðsvalið

Arðar greinar

Gerst limur longu í dag, og ger mun!

Skráset teg sum lim í Fólkaflokkinum. Sum limur ert tú skrásettur í einum lokalfelagi.
Vel veljarafelag