Fólkaflokkurin

Hoyvík skal vera annað enn eitt stað, har tú býrt

Útgivið 10.28.24
|
Skrivað av Rebekka

Hoyvíkin veksur – og hon veksur skjótt!

Nýggj hús og nýggir býlingar spretta upp sum villblómur í Hoyvík. Hoyvík dregur til sín og er eyðkend av stórari og fjølbroyttari tilflyting.

Men hvussu er tað – byggja vit bara hús og bústaðir og hugsa minni um trivnað og møguleikar í nærumhvørvinum fyri tey, sum búgva har?

Hoyvík eigur at hava eina innbjóðandi býarkjarnu – ein miðbý – har íbúgvar og vitjandi natúrliga kunnu savnast. Eina býarkjarnu, sum eisini dregur onnur enn hoyvíkingar at sær.

Tað ber til at hava ein spennandi handilsdepil, eitt fjølbroytt mentanartilboð og ymiskar og virknar felagsskapir í Hoyvík. Slíkt, sum skapar trivnað, og sum hevur atdráttarmegi.

Tíverri mugu vit ásanna, at hetta er ikki nakað, sum higartil hevur havt serliga høga politiska raðfesting, tá ið talan er um Hoyvíkina.

Kjarnin í Hoyvík

Vit hava tørv á einum miðbýi, har fólk koma saman bæði til álvara og gaman. Eitt stað, har vit kunnu møtast og hava smærri og størri tiltøk.

Sum er, hava vit ikki eitt torg, har vit kunnu savnast eitt nú til stevnur, jólahald, flaggdagshald, nýggjárshald osv. og kanska vit enntá kundu havt ein “Hoyvíksdag?”

Mentan í Hoyvík

Ein nýggjur/umbygdur Hoyvíkar skúli letur upp fyri møguleikanum at byggja ein mentanarskála/ mentanarhús sum part av skúlanum. Salurin kundi hýst framførslum og framsýningum – innan og uttan skúlagátt – og verið ein kærkomin karmur til skapanarhugin hjá hoyvíkingum.

Ítróttur og frítíð í Hoyvík

H71 og FC Hoyvík eru tvey stór ítróttafeløg. Tey gera eitt stórt og dygdargott arbeiði, tó undir

sera trongum umstøðum.

Hoyvíkshøllin klárar als ikki at rúma øllum virkseminum hjá H71 og enn minni megnar hon at rúma tørvinum hjá øðrum ítróttargreinum. Tað er bráðneyðugur tørvur á meira plássi, so hesar ítróttagreinarnar eisini hava møguleikan at mennast.

Hoyvíksvøllurin, sum í summar verður 8 ár, hevur tørv á betri umstøðum. Bráðneyðugt er við einum felagshúsi við hóskandi skiftingarrúmum og felagshøli. Hetta er ein avgerandi fortreyt fyri, at FC Hoyvík framhaldandi kann menna sítt virksemi. Hetta er sjálvsagt galdandi fyri skýlini eisini.

Bæði hús og skýli eru ein týðandi fortreyt fyri trivnaðin hjá teimum íðkandi, hjá viðhaldsfólkunum og hjá teimum vitjandi. Eini hús til felagið kunnu, um rætt verður farið fram, saktans eisini vera eitt stórt aktiv fyri allar hoyvíkingar – eitt nú til veitslur, fundir og sosial tiltøk.

Og so eru tað tey grønu økini – trivnaðarøkini – sum eru ein sjálvsagdur partur í einari framtíðar Hoyvík. Uttandura skatepark átti eisini at verið partur av einum fjølbroyttum spæliplássi.

Við at raðfesta hesi øki, gerst Hoyvíkin ein “býur”, har fólk – børn, ung, vaksin og eldri – bæði búgva, mennast og trívast.

X við Leiv Simonsen

Valevni fyri Fólkaflokkin til býráðsvalið 12. November 2024

Aðrar greinar

Gerst limur longu í dag, og ger mun!

Skráset teg sum lim í Fólkaflokkinum. Sum limur ert tú skrásettur í einum lokalfelagi.
Vel veljarafelag