Sí valskránna her: Valskra-FF-2024-A4-web.pdf
Hóast vit búgva í einari góðari kommunu, sum kann vísa á stóran framburð á nógvum økjum síðstu árini, eru framvegis økir í kommununi, sum nú mugu raðfestast hægri.
Vit ynskja, at Tórshavnar kommuna skal verða fremsta stað í Føroyum, hvat trivnaði hjá okkara børnum, ungum, miðalaldrandi og gomlum viðvíkur. Vinnufyritøkur í kommununi skulu hava bestu umstøður at virka undir.
Vit hava nógv størstu fíggjarætlanina av kommununum í Føroyum, har inntøkurnar í 2024 verða umleið 1,3 mia.kr.
Tað er ein stór ábyrgd hjá teimum fólkavaldu býráðspolitkkarunum at stýra Tórshavnar kommunu so skynsamt sum
gjørligt framyvir.
Vælferðartænasturnar til okkara børn og ungu, umframt til okkara eldru, eru ein stórur partur av rakstrinum, og soleiðis
eigur tað eisini at vera.
Hinvegin mugu vit skipa fyri, at kommunan altíð verður rikin so skynsamt sum gjørligt, soleiðis at sum mest fæst burtur
úr okkara skattainntøkum. Íløgur mugu gerast í viðlíkahald av vegum, kloakkum og vatnleiðingum í kommununi. Eisini mugu nýíløgur gerast næstu árini, sum skulu tæna øllum borgarum og vinnuni í kommununi.
Hesum vilja valevnini hjá Fólkaflokkinum virka fyri.
Nevndin í Havnar Framburðsfelag
Fólkaflokkurin í Havn