Fólkaflokkurin

Betri umstøður á eldraøkinum! (Scroll down for english)

Útgivið 10.27.24
|
Skrivað av Rebekka

Hóast vit hava nógv góð og dugnalig starvsfólk á økinum, er normeringin ein stórur trupulleiki. Og at fólk arbeiða niðursetta tíð, orsakað av at arbeiðsbyrðan er alt ov tung. 

Kommunan átti at steðga við at leita eftir fólki til at arbeiða niðursettan brøk.

Vit mugu fáa eina hægru normering, soleiðis at tey eldru fáa bestu umsorgan og røkt. Eisini er ein møguleiki at geva timaløntu starvsfólkunum fast starv. 

Sambært fólki, sum arbeiðir á økinum, fyritrekkja tey , um visiterað var eftir tyngd - og ikki eftir búfólkatalið. Har kann nýtast ein APV (arbeiðstørvsmentan). 

Eisini er sera týdningarmikið, at øll arbeiðsamboð eru nøktandi. Og m.a. eigur tað verða krav, at øll kømur SKULU hava loftslyftu! 

Lat okkum vísa okkara eldru, og teimum fantastisku starvsfólkunum, ið har arbeiða, ta virðing, ið tey hava uppiborið. Lat okkum geva eldraøkinum hægri raðfesting.

Hetta gera vit við at velja ein sterkan Fólkaflokk inn í býráðið í Tórshavnar Kommunu.

Jan Vestergaard 

Valevnið fyri Fólkaflokkin í Tórshavn

 


Better conditions in the elderly area! 

Although we have many good and efficient staff in the field, standardization is a big problem. And that people work part-time, because the workload is far too heavy. 

The municipality should stop looking for people to work reduced hours. We must get the right standardization, so that the elderly receive the best care and nursing. There is also a possibility of giving the temporary employees permanent jobs. 

According to people who work in the field, they prefer, if visited was by weight - and not by population. There can be used an APV (workplace culture). 

It is also very important that all working conditions are satisfactory. And m.a. should it be a requirement that all rooms MUST have a ceiling lift! 

Let's show our elderly, and the wonderful staff who work there, the respect they deserve. Let us give the elderly the right priority. 

We do this by electing a strong Fólkaflokkurin to the city council of the Municipality of Tórshavn.

Jan Vestergaard, candidate for Fólkaflokkin in Torshavn

Aðrar greinar

Gerst limur longu í dag, og ger mun!

Skráset teg sum lim í Fólkaflokkinum. Sum limur ert tú skrásettur í einum lokalfelagi.
Vel veljarafelag