Fólkaflokkurin

Vit hava ikki ráð at lata vera

Útgivið 10.16.24
|
Skrivað av Rebekka

Tað kann ikki góðtakast, at Taks ikki fær neyðugu játtanina til at herða eftirliti við rúsevnum. Hetta skal raðfestast nú, soleiðis okkara børn og ungu eru vard móti rúsevnum. Tað sigur Bárður á Lakjuni, tingmaður, sum greiddi nærri frá hesum í Degi og Viku í gjár.

«Rúsevni floyma inn í samfelagið» var yvirskrift í Kvf í apríl í ár. «Rúsevni floyma, har fólk savnast» segði leiðarin fyri RÓWT í juli í ár. «Rúsevni floyma enn inn í landið» var forsíðan á Sosialinum í júst farnu viku. Kanningardeildin hjá løgregluni sigur, at nøgdirnar av rúsevnum gerast alsamt størri.

Gongdin er ikki góð, kann sostatt staðfestast.

Og hóast so er, hevur samgongan skert marknaðareftirlitið við 700.000 krónum. 

Eyðun Mørkørem, stjóri í Taks heldur, at tað er neyðugt at styrkja marknaeftirlitið. Í ískoytispartinum til ólavsøkurøðu løgmans í ár, stóð eitt nú:

"Sambært heildarætlanini um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu skulu átøk fremjast komandi árini, sum væntandi fara at bøta um eftirlitið við innflutninginum, so at tað verður torførari at flyta rúsevni inn í landið."

Men samgongan velur at gera tað øvugta og skerja játtanina.

Hóast tøk eru tikin á rúsevnisøkinum fyri at basa bæði innflutningi og misnýtslu, so tykist tað góða at tapa, og óndskapurin at vinna.

Vit hava ikki tíð at bíða, vit mugu gera okkurt nú. Tað segði Bárður á Lakjuni í Degi og Viku í gjár.

Sí Degi og Viku her.

Arðar greinar

Gerst limur longu í dag, og ger mun!

Skráset teg sum lim í Fólkaflokkinum. Sum limur ert tú skrásettur í einum lokalfelagi.
Vel veljarafelag