Fólkaflokkurin

- Í Føroyum hava vit heimsins bestu sjúkrarøktarfrøðingar.

Útgivið 03.21.24
|
Skrivað av Fólkaflokkurin

"...Í Føroyum hava vit heimsins bestu sjúkrarøktarfrøðingar. Tað søgdu Óluva í Gong, forkvinna, og Æna Reinert, tá vit vóru á vitjan í Felagnum í gjár.

Tær vísti á, at raddir hava verið frammi um, at útbúgvingarlongdin skal styttast. Tær siga, at hetta als ikki hevði komið heilsuverkinum, eldraøkinum og okkum øllum til góðar.

Vit eru púra samd við Óluvu í Gong og Ænu Reinert. Tað er umráðandi, at vit framhaldandi útbúgva fólk í sjúkrarøkt á høgum stigi, eins og vit gera nú - og IKKI stytta ella lækka útbúgvingarstøðið.

Takk fyri, at vit kundu koma á vitjan, Óluva í Gong og Æna Reinert - og takk fyri stóra innlitið í útbúgvingina og arbeiðsøkið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum.

Arðar greinar

Gerst limur longu í dag, og ger mun!

Skráset teg sum lim í Fólkaflokkinum. Sum limur ert tú skrásettur í einum lokalfelagi.
Vel veljarafelag