Fólkaflokkurin

Fleiri eldraíbúðir til Gráa gullið í kommununi.

Útgivið 09.17.24
|
Skrivað av Birgir Nielsen

Í dag sita nógvir eldri borgarar í stórum sethúsum, kundi kundi verið selt yngri barnafamiljum. Hetta er ikki ein møguleiki hjá fleiri av okkara eldri, tí tey hava ikki nógvar møguleikar at leiga ella keypa sæe eina eldraíbúð.

Almenna felagið Bústaðir hevur bygt fleiri leiguíbúðir, men framvegis ikki nóg nógvar í mun til tørvin.

Tí eigur Tórshavnar Kommuna - ongantíð ov skjótt - at bjóða okkara eldri borgarum eitt munagott tilboð við fleiri nýmótans eldraíbúðum. Hetta kann eitt nú gerast umvegis bústaðarfeløg ella byggifyritøkur, har kommunan veitr hesum nøktandi byggiøki.

Møguleiki skal eisini vera fyri, at framtíðar eldraíbúðir til leigu í størri mun verða staðsett saman við røktarheimum í vøkrum økjum í kommununi. Hetta fyri at okkara eldri borgarar kunnu vera longst møguligt í eldraíbúðum, samstundis sum hetta betrar møguleikarnar fyri heilsurøktar-tænastum.

Framyvir skal bústaðarpolitikkurin í nógv størri mun taka atlit til okkara eldri borgarar. Tað hava tey uppiborið.

 

Birgir Nielsen

Valevni fyri Fólkaflokkin í Tórshavnar Kommunu

Arðar greinar

Gerst limur longu í dag, og ger mun!

Skráset teg sum lim í Fólkaflokkinum. Sum limur ert tú skrásettur í einum lokalfelagi.
Vel veljarafelag