Fólkaflokkurin

390.000m2 av byggilendi til eldarbústaðir og lestraríbúðir klárt

Útgivið 10.19.24
|
Skrivað av Annfinn Hjelm

Byggilendið Undir Vesturvarða er tøkt – og júst tí eiga vit at fara í holt við at byggja sum skjótast. Á hendan hátt fáa vit leysgivið fleiri størri hús í býnum, sum yngri familjur kunnu ogna sær. Tað sigur Annfinn Hjelm, valevni hjá Fólkaflokkinum

Í summum av okkara grannalondum er púra vanligt at byggja bústaðir til serligar málbólkar.  Eitt nú til tilkomin fólk, ið ikki hava heimabúgvandi børn ella til yngri lesandi fólk.

Felags fyri hesi byggjarí er, at borgarin er í miðdeplinum - og júst hetta kann saktans gerast í Havn. Tó krevur tað, at mann hugsar eitt sindur øðrvísi, enn mann higartil hevur gjørt.

Ætlanin við nýggja byggjarínum er, at trivnaðurin hjá borgaranum verður settur í miðdepilin ístaðin fyri bilurin, sum higartil tykist at verða raðfestur hægri enn fólk. Tað skal broytast framyvir.

Nýggj útstykking tøk til endamálið

Hetta skal gerast í nýggjari útstykking Undir Vesturvarða, har 200 leigubúeindir til eldri borgarar skulu byggjast í partalag við Bústaðir.

Undir Vesturvarða er rúmsátt, og tá eldrabústaðirnir eru bygdir, skulu leigubústaðir til yngri lesandi byggjast sama stað.

Um samanborið verður við tradionelt føroyskt byggjarí, so eru tvinnar broytingar.

Onnur er, at alt plássið millum bygningarnar skal vera innilokað. Tak bara hetta dømið úr Danmark og samanber við nýtt – vælbygt - føroyskt byggjarí.

Sjálvsagt skal tað vera rúm fyri bilum. Tó kunnu vit spara pláss, um vit flyta bilarnar útum miðdepilin og dekka plássið í miðdeplinum. Harafturat kann dekkaða plássið nýtast væl við eitt nú at planta trø og runnar.

Her sæst, at bilarnir eru fluttir út um kjarnuna av byggjarínum, meðan borgarin vælveran er í miðdeplinum.

Bygningurin skal sjálvsagt hitast við fjarðhita, so hiti er í økinum. Soleiðis verður tryggjað, at tað er hugnaligt og liviligt. Eisini teir køldu, myrku dagarnar, tá eingin sól er.

Við nýggju heimildini, sum Bústaðir hevur fingið er einki til hindurs fyri, at Tórshavnar kommuna saman við Bústøðum byggir 200 tílíkar leigubústaðir, sum eru oyramerktir til borgarar yvir 60 ár. Eins og kenda svenska modellið fyri bústaðir, sum nevnist ”Ollekolle”.

Á henda hátt fáa vit somuleiðis leysgivið fleiri størri hús í býnum, sum yngri familjur kunnu keypa sær.

Tað besta av øllum er, at byggilendið er tøkt Undir Vesturvarða og atkoman verður klár í næstum.

Tá hesin býlingur er gjørdur, kunnu vit saktans gera nýggan býling á sama stað, men hesu ferð til annan aldursbólk - eitt nú yngri lesandi. Har er staðsetingin Undir Vesturvarða ómetaliga góð, tí tað liggur beint við nýggja innkomutunnulin við Marknagil, sum tað sæst á kortinum, har 3 - talið stendur. Somuleiðis er gott pláss at byrja nýggja býlingin, tí har eru 390.000 fermetrar tøkir. Lat okkum gera henda býlingin, betur enn seinast kommunan royndi seg.

Men hetta krevst ein sterkan Fólkaflokk í býráðnum.

Vel lista A á býráðsvalinum!

Vel Annfinn Hjelm

Aðrar greinar

Gerst limur longu í dag, og ger mun!

Skráset teg sum lim í Fólkaflokkinum. Sum limur ert tú skrásettur í einum lokalfelagi.
Vel veljarafelag