Fólkaflokkurin

Vinnulívið skal raðfestast hægri

Útgivið 10.02.24
|
Skrivað av Dánial Hansen

Tað hevur avgjørt týdning, at vit í Tórshavnar kommunu hava eitt gott og væl rikið vinnulív.

Vinnulívið skapar arbeiðspláss, trivna og eina góða kommunu. Vinnulívið er við til at tryggja arbeiðspláss og inntøkur.

Harafturat er Vinnulívið við til at fíggja stóran part av virkseminum í okkara kommunu Tí er neyðugt at vinnulívið hevur góðar karmar at virka undir.Tórshavnar kommunu eigur at raðfesta vinnulívið enn hægri. Neyðugt er at tryggja vinnulívinum bestu karmarnar, soleiðis at vinnulívið í Tórshavnar kommunu blómar enn meira.

Tórshavnar kommuna skal komandi árini útvega enn fleiri vinnustykki í allari kommununi. Tað eiga altíð at vera tøk vinnustykkir í Tórshavnar Kommunu. Tórshavnar kommuna skal í mest møguligan mun tryggja, at allar verkætlanir verða gjørdar av fyritøkum, sum eru heimahoyrandi í Tórshavnar kommunu, og at verkætlanir verða bjóðaðar út. 

Latið okkum røkja vinnulívið, og geva vinnuni enn betri karmar at virka undir, tí Tórshavnar kommuna hevur tørv á einum góðum og sterkum vinnulívi.

Arðar greinar

Gerst limur longu í dag, og ger mun!

Skráset teg sum lim í Fólkaflokkinum. Sum limur ert tú skrásettur í einum lokalfelagi.
Vel veljarafelag