Fólkaflokkurin

Lægri kommunuskatt og skilagóðan rakstur í Tórshavnar Kommunu.

Útgivið 10.03.24
|
Skrivað av Birgir Nielsen

Sum borgari í Tórshavnar Kommunu, skalt tú altíð kenna teg tryggan við, at tínar skattakrónur verða brúktar so skynsamt og rættvíst sum gjørligt, uttan óneyðugar pengar verða brútkir.

Við røttum raðfestingum kann avgjørt verða rúm fyri at lata ein skattalætta næstu árini. Tað er skilagóður borgarligur politikkur at hava ein so skynsaman rakstur og íløgur, at rúm eisini er fyri einum lægri kommunuskatti.

Hetta kann lætta um hjá okkara borgarum sum stríðast við munandi príshækkingum, eitt nú á matvørum og rentum.

Í 2022 legði Fólkaflokkurin – sum einasti flokkur í 2022 – uppskot um at lækka kommunuskattin. Tíverri varð ikki undirtøka fyri hesum.

Vegna Fólkaflokkin vil eg enn einaferð koma við uppskoti at lækka kommunuskattin eitt vet til komandi fíggjarætlan 2025, sum skal samtykkjast um fáar vikur í Tórshavnar Býráð.

Um tú ert samdur við hesum kanst tú stuðla Fólkaflokkknum og undirritaða til kommunuvalið 12.novembur 2024.

Birgir Nielsen

Býráðslimur og valevni fyri Fólkaflokkin til Tórshavnar býráð 

Arðar greinar

Gerst limur longu í dag, og ger mun!

Skráset teg sum lim í Fólkaflokkinum. Sum limur ert tú skrásettur í einum lokalfelagi.
Vel veljarafelag