Vit búgva í eini fantastiskari kommunu, har sterkur felagsskapur og eitt gott umhvørvi ganga hond í hond. Men vit mugu eisini ásanna, at kommunan hevur avbjóðingar, sum krevja, at vit eiga at velja og taka klókar avgerðir – ikki bara fyri í dag og í morgin, men fyri okkara næsta ættarlið.
-
Tað skal verða trygt at vaksa upp, at blíva gamal og alt harímillum í Klaksvík. Tey eldru í Klaksvíkar kommunu eiga at fáa ta røkt og umsorgan, tey hava uppiborið. Børnini skulu hava atgongd til ein góðan skúla og góð frítíðartilboð. Og vit mugu ikki gloyma tey, ið hava serligan tørv og kanska hava tað minni lætt enn vit onnur. Vit skulu stuðla teimum og tryggja, at í Klaksvíkar kommunu er pláss fyri øllum.
Vit uppliva, at fleiri ynskja at búsetast í kommununi, og tí eiga vit at tryggja okkum, at vit hava pláss til øll. Vit skulu hava fleiri íbúðarmøguleikar við sømiligum prísum, sum bæði tann ungi lesandi, tann einliga mamman ella pápin, tann vanliga barnafamiljan ella tað eldra parið hava ráð at gjalda – uttan at skula stúra fyri restina av mánaðinum. Alt hetta skal gerast á ein burðardyggan hátt, og tað skal gerast á ein fíggjarliga skynsaman máta.
Vit skulu hugsa um, hvat vit brúka pengarnar í kommununi til. Vit eiga at tryggja eina ábyrgdarfulla og góða fýggjarstýring. Vit mugu ongantíð brúka meira enn tað, vit hava ráð til, og vit skulu hugsa langt fram í tíðina.
Vit eiga at geva fyritøkunum í kommununi møguleikan at vaksa, skapa nýggj arbeiðspláss og syrkja sína støðu lokalt, men eisini uttan fyri kommununa. Vinnulívið er ein avgerandi partur av okkara búskaparliga grundarlagi, og tí eiga vit at skapa enn betri karmar til tey, so tað verður dragandi at reka eina fyritøku í okkara kommunu. Tá okkara lokala vinnulív blomstrar, blomstrar kommunan eisini.
Verði eg valdur, fari eg at virka fyri at skapa eina kommunu, har tað – óansæð aldur, bakgrund ella inntøku – skal verða pláss fyri okkum øllum. Og øll eiga at føla seg væl og sædd í Klaksvíkar kommunu.
Andreas Josephsen
X við A