Fólkaflokkurin

Í felag lyfta vit meira

Útgivið 10.27.24
|
Skrivað av Mona Maria úr Fugloy

Mítt hjartamál, sum eg brenni fyri, er eldraøkið. Verði eg vald inn í býráðið, fari eg at stríðast fyri at skapa og menna nýggjar, haldgóðar loysnir, sum koma borgaranum til gagns. Harafturat havi eg stóran áhuga í einari skynsamari fíggjarstýring, tí hon er avgerandi fyri teimum neyðugu raðfestingunum, sum skulu til fyri at tryggja, at Klaksvíkar Kommuna kemur á mál við øllum tí, sum skal gerast yvir tíð.

-

Eftir áheitan og djúpt umhugsni havi eg valt at stilla upp til býráðsvali 12. novembur í Klaksvíkar kommunu. Klaksvíkar Kommuna er ein góð og virkin kommuna við evnaríkum, framskygdum borgarum, sum vísa framfýsni og áhuga fyri at menna alla kommununa.

 

Hvør eri eg?

Eg eri fødd og uppvaksin í Klaksvík, eri 54 ára gomul og havi ein vaksnan son, sum lesur á Setrinum. Eg havi eina stóra familju, sum hevur stóran týdning fyri meg. Í frítíðini dámar mær at hugna saman við familju og vinum, at vera úti í náttúruni og njóta tað, sum hon hevur at bjóða, at vera virkin, lesa, syngja í kóri, og gera handaligt arbeið – umframt eitt gott prát um lívið, samfelagi og gerandisdagin. Eg havi altíð havt stóran áhuga fyri politikki og havi verið uppstillað til kommunuval í Danmark, har eg havi búð eina tíð. Hetta er fyrstu ferð, eg stilli upp til val í Føroyum.

Eg havi verið sjúkrarøktarfrøðingur í 26 ár, og havi víðariútbúgving sum kandidat í sjúkrarøktarfrøði og Diplomútbúgving í leiðslu frá Glasir. Øll mín starvsleið hevur verið innan heilsuverk og serliga innan eldraøkið. Fyrst sum starvsfólk, og frá 2011 sum leiðari einamest á eldraøkinum, bæði í Danmark og í Føroyum. So eg kenni eldraøkið væl, bæði sum starvsfólk, leiðari og eisini sum avvarðandi hjá sjúkum foreldrum við øllum tí, tað inniber.

 

Hvat er mín hugsan?

Eg trúgvi, at vit koma longst við at samstarva og samskifta. Í felag lyfta vit meira, enn vit megna hvør sær. Mín hugsan er m.a., at:

  • Kommunalu tænasturnar til borgaran og privata vinnan mugu bæði hava góðar karmar at virka undir, tí tey eru ein fyritreyt fyri hvørjum øðrum
  • Kommunalu tænasturnar skulu tryggja haldgóð tilboð til teir gomlu og eldru borgarnar
  • Kommunalu tænasturnar skulu stuðla undir einum tryggum familjulívið hjá barnafamiljunum og góðum tilboðum til børn og ung
  • Kommunan skal fríðkast og mennast til ein livandi miðdepil, sum dregur fólk at sær og bjóðar inn til íverksetan, hugna og samveru
  • Miðbýurin skal ruddast og fríðkast, so hann dregur fólk og lív til sín, sjálvt um bygging og menning er í verk
  • Grøn økir skulu hugsast inn í alla býarmenning
     

Mítt hjartamál

Mítt hjartamál, sum eg brenni fyri, er eldraøkið. Verði eg vald inn í býráðið, fari eg at stríðast fyri at skapa og menna nýggjar, haldgóðar loysnir, sum koma borgaranum til gagns. Harafturat havi eg stóran áhuga í einari skynsamari fíggjarstýring, tí hon er avgerandi fyri teimum neyðugu raðfestingunum, sum skulu til fyri at tryggja, at Klaksvíkar Kommuna kemur á mál við øllum tí, sum skal gerast yvir tíð.

Eg fari at skriva meira um hesi evnir komandi 2 vikurnar. Tú ert vælkomin at fylgja við á Norðlýsinum og á mínum Facebook vanga.

 

Mona Maria úr Fugloy

Valevni fyri Fólkaflokkin

Aðrar greinar

Gerst limur longu í dag, og ger mun!

Skráset teg sum lim í Fólkaflokkinum. Sum limur ert tú skrásettur í einum lokalfelagi.
Vel veljarafelag