Fólkaflokkurin

FILMSBROT: Fólkaskúlin skal vera meira rúmligur.

Útgivið 02.20.24
|
Skrivað av Bárður á Lakjuni

Les alla røðuna her:

Tað var um hesa tíðina í fjør. Klokkan mundi vera um 09.30, eg hevði júst parkerað mær bilin og var á veg inn gjøgnum høvuðsdyrnar her í Løgtinginum. Framvegis smápaff um, at eg knappliga hevði fingið lykil til hesa heilt serstaku úthurðina, og at eg hevði fingið stól og borð við mínum navni inngraverað her í hesum háttvirda tingsali. Løgið, sum lívið lagar seg. Júst, sum eg skal leggja lykilin at lásinum, hoyri eg barnaprát og látur úr klubbagarðinum. Børn standa spent og bíða, til tey sleppa inn í biografin. Eg hoyri onkran siga: “Hatta er Bárður, ha?,” og onkran aftrat: “Er hatta ikki Bárður?” Og so kemur róp í: “Hatta er Bárður!!!” So kemur ein riðil av lívsfrískum, fittum og festligum børnum spelandi yvir at siga mær góðan morgun og geva mær eitt klemm. So síggi eg, at hetta er ein fittur flokkur úr Fuglafjarðar skúla, har eg havi starvast síðani 2008. Eg kenni andlitini. Á, sum tað var stuttligt og, ja, ikki sørt rørandi at fáa hesa heitu og hjartaligu heilsan henda annars heldur kalda og gráliga morgunin við sirmi og surki mitt í miðstaði føroyinga. Og samstundis eisini sorgblítt, nú eg mestsum frá degi til dags ikki var líka oftani á gátt á mínum frálíka góða og spennandi arbeiðsplássi, tóat eg framvegis havi ta gleði at starvast har parttíð. Hóast tað er gott og ómetaliga spennandi at koma inn í Løgtingið, so vóru tað ikki somu róp og ei heldur nakað klemm, sum møtti mær í gongini – heldur ikki henda morgunin. Gott tað sama.

Well, í dag er aðalorðaskifti um fólkaskúlan. Staðið, har eg havi havt mína dagligu starvsgongd nú í skjótt 18 ár. Umframt tey 10 árini, eg sjálvur var næmingur. Tankavekjandi long tíð, hóast eg ikki fari at kalla meg gamlan enn. Og tað er veruliga tankavekjandi at hugsa, at um eitt barn í dag fer í forskúla og so í 10. flokk, tá tann tíðin kemur, ja, so hevur viðkomandi nýtt heili 11 ár av sínum stutta lívi innan skúlans gátt. 11 ár, sum í stóran mun fara at mynda viðkomandi restina av lívinum. Havandi henda veruleika í huga, so átti tað at verið sjálvsagt, at fólkaskúlin altíð fekk fremstu raðfesting á bonaðu gólvunum her í høvuðsstaðnum. Eitt aðalorðaskifti er tó at fegnast um, og vónandi kann tað vera við til, at politiska skipanin setur enn meiri inn skúlanum at frama. Og hóast dagsins fólkaskúli heilt víst treingir til stórar uppraðfestingar, so takki eg hjartaliga teimum, sum undan hava gingið á fólkaskúlaøkinum, og á hvørs herðar vit nú byggja, meðan vit hyggja frameftir. Vit 33, sum her sita, eru í øllum førum børn av fólkaskúlanum, og so kunnu vit spyrja okkum sjálvi – ella lata onnur meta um – hvussu hilnast hevur.

Fólkaskúlin er ein risi í samfelagi okkara. Ein hornsteinur. Grundleggjandi – í orðsins sanna týdningi. Eyðun Joensen, sálfrøðingur, segði soleiðis í samrøðu í grein á netinum fyri nøkrum árum síðani: ”Fólkaskúlin er í veruleikanum einasta kravda lívsskeið okkara, har vit øll – tvørs av øllum mørkum – kunnu vera saman og kunnu læra at vera saman, læra tolsemi, sínamillum virðing og samljóð undir skipaðum umstøðum.” So er. Sannleiksorð. Fólkaskúlin er sera samansettur, og tættirnir eru nógvir og umfatandi. Hvørt einasta mansbarn skal ígjøgnum hesa skipan so ella so, og tað er ikki bara at siga tað, tá vit síggja hetta gigantiska klútateppið av menniskjum - hvørt við sínum evnum, førleikum, avbjóðingum og avmarkingum – sum samfelag okkara er. Felags fyri flest øll er fólkaskúin.

Tað er av alstórum týdningi, at einstaki næmingurin verður møttur, hoyrdur og sæddur – tað vita vit øll, tí vit hava verið har. Endamálsorðing fólkaskúlans gevur boð um tað. Og tað er ikki hissini endamálsorðing, skal sigast! Til tess at náa málunum, ið sett verða í lógini, so er grundleggjandi umráðandi, at lærarin hevur tíð og nøktandi umstøður. Tí, tá ein lærari er til arbeiðis og útynnir sín gerning – tað veri seg fakliga, námsfrøðiliga ella frálæruliga – so er hann við til at ávirka lív næmingsins langt út um flokshølið og skúlagarðin. Ein lærari kann fáa barnið at blóma, men kann so sannliga eisini fáa tað at følna. ”The hand that rocks the cradle is the hand that rules the world,” skrivaði skaldið, William Ross Wallace, í 1865 sum eina heilsa til mammurnar tá. Skúlin og lærarin hevur fingið ikki so lítlan lut í barnauppalingini eftirhondini, so orðini hóska seg ikki sørt í hesum samanhangi.

Tað er nevniliga ikki bara bara at vera lærari. Jú, víst eru juni, juli, august og desembur góðir at hava, men lærarastarvið er annað enn frítíð. Umframt alt tað lívsjáttandi í at síggja børn trívast, mennast og læra, so er lærarastarvið m.a. eisini at...turka eina fitta, snoruta ella blóðuga nøs, binda lissur, knappa ella lyna jakkar, klemma, ugga, fanga uppmerksemi, læra frá sær, geva íblástur, fylla út alskyns skjøl, samskifta við foreldur, samskifta við leiðslu, við sosialar myndugleikar, við politi, engagera og leggja til rættis, meta um, skapa trivnað, fáa eyga á trupulleikar, møgulig alkoholiserað heim, møguliga misnýtslu, fyrihalda seg til brotin heim, eitt stútt og støðugt vaksandi tal av hjúnaskilnaðum, halda eyga við møguligar manglandi matpakkar, við møguliga skúlaaftran og frustratiónir, við harðskap millum næmingar ella enntá harðskap frá næmingum, og, ja, listin er langur og longri.

Á Krossmessu 2023 fekk landsstýrismaðurin í barna- og undirvísingarmálum handað ”Fólkaskúlalógin, broytingar – tilmæli frá arbeiðsbólki.” Talan er um spennandi, spildurnýtt og væl úr hondum greitt arbeiði, sum ein væl skikkaður arbeiðsbólkur kom við – har ein politiskur fylgibólkur eisini var við í allari tilgongdini. Frálíkt arbeiði við ítøkiligum loysnum. Heilt víst eitt gott útgangsstøði til eitt aðalorðaskifti um skúlan – og til ein landsstýrismann, ið ynskir skúlanum væl. Farið verður víða, og nógv er átrokandi at fáa gjørt. Tó saknast eisini sumt, m.a. fær serøkið ikki serliga rúmd, og tað sama kann sigast um nýggju, stóru og vaksandi avbjóðingina við føroyskum sum øðrum máli. Eisini kundi verið annað verið tikið við, t.d. framtíðarútlit og avbjóðingar við eitt nú vitlíki.

Av teimum góðu og ítøkiligu tilmælunum dámar mær væl, at mælt verður til, at næmingatalið í hvørjum flokki skal lækkast (eg fegnist um, at gongd er í hesum nú), og samstundis at mælt verður til, at tvílæraraskipanin – sum verður nevnd aftur og aftur í tilmælinum frá arbeiðsbólkinum – skal verða raðfest og styrkt. Ikki bara í byrjanardeild og miðdeild, men eisini í hádeild eftir mínum tykki. Tvílæraraskipanin letur upp fyri nógvum góðum møguleikum, sum verða bæði einstaka næminginum, flokkinum og læraranum til frama. Tvílæraraskipanin er eisini ein lykil til, at fleiri aðrar áhugaverdar og spennandi hurðar kunnnu latast upp. M.a. verður møguligt at arbeiða meiri skapandi, handaligt, kannandi og verkligt við einum flokki, tá tveir lærarar altíð eru til staðar. Skipanin eggjar til, at lærarar sparra, gagnmeta, eftirmeta og læra av hvørjum øðrum – ja, har eru sum útgangsstøði nógvar vinn-vinn støður. Tað krevst uttan iva ein tilvenjing, og umráðandi er sjálvsagt, at lærarar fara inn í skipanina við opnum sinni og vilja.

Kreativi parturin yvirhøvur (tónleikur, sangur, drama, handverk, myndlist, smíð, ítróttur osfr.) eigur at verða raðfestur væl hægri. Skapandi lærugreinarnar eru mangan vegurin til bæði trivnað og læring á so nógvum økjum. Skúlin er samanumtikið rættiliga bókligur, og neyðugt er, at býtið millum ymisku lærugreinapartarnar verður javnari. ”Alt verður til fólk,” hoyrist javnan – kanska serliga tá tosað verður um onkran, sum var heldur óstýriligur og buldrasligur sum barn og ungur. Og tað er heilt víst so. Og tað kunnu vera so øgiliga nógvar orsøkir til støðuna – orsøkir, sum liggja uttanfyri skúlans gátt, har lærarin ikki røkkur. Tó, ofta slær tankin meg: Hví var viðkomandi so? Varð viðkomandi nóg væl møttur í skúlanum? Slapp viðkomandi at kanna og menna síður, sum hann møguliga var sterkari í? Mín fatan og mínar royndir eru, at næmingar, ið møguliga ikki eru so sterkir ella hugaðir bókliga, ov ofta detta niðurímillum og finna ikki ordiliga flogið í fólkaskúlanum. Tað handaliga, handverksliga og yvirhøvur meiri kreativa fær mangan ov lítla rúmd, og tað er sera harmiligt, tí at sleppa at spíla seg út likamliga og skapandi er á mangan hátt lykilin til læring og trivnað. Ein rúgvismikil partur av arbeiðsmarknaði okkara snýr seg í sera stóran mun um yrkisligar útbúgvingar, og tískil eigur fólkaskúlin eisini at vera meiri yrkishugaður.

Sum áður nevnt, so er so mangt, sum eisini átti at verið raðfest: Flokslæraraleikluturin eigur at verða styrktur. Serøkið sanniliga eisini, men fær ikki stórvegis rúmd í júst hesum álitinum. Eftirútbúgving manglar eisini í stóran mun á nógvum økjum. Skúlaleiðslurnar eru sjálvsagt sera umráðandi í øllum, og tær eiga eisini at fáa hægri raðfesting, tí talan er mangan um eitt sera krevjandi, fjøltáttað og samansett arbeiði. Og tá vit tosa um leiðslu, so er sjálvsagt eisini umráðandi, at vit í politisku skipanini ikki fara inn at smálutastýra ov nógv.

Eitt, sum eg eisini meti vera áhugavert í nýggja álitinum, er tað, sum sagt verður um sambandið millum fólkaskúla og miðnám. Har verður sagt soleiðis, og eg endurgevi: ”Arbeiðsbólkurin hevur umrøtt, hvørt tað er uppgávan hjá fólkaskúlanum at tryggja, at næmingar lúka serkrøv í miðnámi, ella um henda uppgávan ikki liggur betur hjá miðnámi. Fólkaskúlin hevur eina stóra uppgávu í sær sjálvum, har skúlin í samstarvi við foreldrini skal skipa eina heildarmenning fyri einstaka næmingin bæði við atliti at fakligu læringini, trivnaði, sosialum førleikum og almennum dannilsi, so næmingurin er fyrireikaður til víðari útbúgving og arbeiði. Fólkaskúlin skal hava sínar karmar, og so má miðnám rætta seg til hesar og gera egnar fyriskipanir.” Hetta eru áhugaverdir tankar, sum eiga at verða viðgjørdir nærri.

Sum sagt, so er endamálsorðing fólkaskúlans ikki hissini. Orðingarnar eru sera umfatandi og stórar, og tað kann tykjast rættiliga ógjørligt at fremja alt. Eitt, sum eg tó mangan fegnist um og takki fyri, er tað, sum stendur í §2 stk 3: “Fólkaskúlin skal í sátt og samvinnu við foreldrini hjálpa til at geva næmingunum eina kristna og siðalagsliga uppaling.” At fólkaskúli okkara byggir á kristnu siðalæruna – etikkin, moralin – sum sigur, at sambandið við Gud eisini altíð er eitt samband við næstan, at vit menniskju ikki einans eiga at liva og hugsa um okkum sjálvi og okkara egna besta, men at vit – hvørt einstakt menniskja – eru partur av eini størri heild. Vit eru tengd og bundin at hvørjum øðrum og í einum slíkum sambandi hava gerðirnar hjá hvørjum einstøkum ávirkan – ikki einans á tann einstaka, men eisini í størri og minni mát á onnur. Kendi danski filosoffurin, K.E. Løgstrup (1905-1981), lýsir hetta sambandið soleiðis: “Den enkelte har aldrig med et andet menneske at gøre uden at han holder noget af dets liv i sin hånd. Det kan være meget lidt, en forbigående stemning, en oplagthed, man får til at visne, eller som man vækker, en lede man uddyber eller hæver. Men det kan også være forfærdende meget, så det simpelthen står til den enkelte, om den andens liv lykkes eller ej.” Hetta er so ómetaliga týdningarmikið at hugsa um, læra og føra út í lívið. Ikki minst í fólkaskúlanum. Ikki minst í okkara tíð. Í hesi tíð, har so nógv børn og ung stríðast í lívinum, er gott at vit byggja á grund, sum sigur, at hvørt einstakt menniskja hevur endaleyst, íborið virði, og at tað so sanniliga er brúk fyri júst tær í tilveruni.

Ná, næmingar eru stuttligir og lívsjáttandi, sum eg nevndi at byrja við. Eisini tey í Fuglafjarðar skúla, sum søgdu við meg, tá greitt var, at eg stóð uppstillaður á Fólkaflokslistanum til valið ’22: “Hví stillar tú upp til Løgtingið? Eg hopi ikki, at tú sleppur inn!” Tað er so tað. Men hvør veit – kanska var tað júst til hetta endamál, at eg varð valdur inn á Løgting. At seta fokus á tann tørvin, sum okkara alra fólkaskúli hevur. Vónandi tað. Vónandi verður fólkaskúlin tikin í tí álvara, sum hann av røttum eigur at verða tikin.

Arðar greinar

Gerst limur longu í dag, og ger mun!

Skráset teg sum lim í Fólkaflokkinum. Sum limur ert tú skrásettur í einum lokalfelagi.
Vel veljarafelag